Ein góð konsert

Løkshøll í Runavík var leygarkvøldið karmur um eina stuðulskonsert fyri SAT-7 Kids. Hetta er eitt arbeiði, sum Heimamissiónin samstarvar við og stuðlar, og sum virkar fyri at senda kristiligt tilfar umvegis fylgisvein inn í londini í Miðeystri og Norðurafrika. Seinastu tíðina hava staðbundin missiónsarbeiði skipað fyri ymiskum tiltøkum til frama fyri fyri hetta arbeiði, og henda stuðulskonsertin var eitt teirra.

Konsertin byrjaði við at vísa ein film um SAT-7, so at áhoyrararnir kundu síggja, hvat tað var fyri eitt endamál, tey stuðlaðu.

Tey fyrstu at syngja vóru Todos. Tað er eitt kór, sum byrjaði at venja í fjørheyst, og tey venja í Missiónshúsinum á Glyvrum. Tey sungu í tveimum umførum, og til seinasta sangin í fyrra umfari var Kristina Bærendsen gestasangari hjá teimum.

Stuttir steðgir vóru millum framførslurnar, har tey, sum framførdu, vórðu presenterað. Tað gjørdi, at ”flow” ongantíð veruliga kom í konsertina, men samstundis fekk tað konsertina at hanga saman, tí sangarar og bólkar vóru rættiliga ymisk í stíli.

Tann næsta at framføra var Kristina Bærendsen. Kristina er væl kend sum sangarinna. Hon hevur eina góða rødd, og samspælið millum hana og Finn Hansen, sum spældi klaver, riggaði væl.

Eftir hana sang og spældi Heðin Askham saman við bólki sínum. Tað er ikki HB-venjarin, talan er um. Heðin hevur sungið í bólkinum High5 og spælt klaver í I Am. Heðin syngur sera væl, og tónleikararnir spældu eisini sera væl aftanfyri. Um eg skal fýlast á nakað, so hoyrdist sangurin í løtum ov illa í mun til tónleikin.

Jórun Pólsdóttir saman við bólki vóru tey næstu at framføra. Jóruna kenna nógv sum klaverleikara, men hon syngur eisini serstakliga væl og skrivar sínar egnu sangir. Eftir konsertina høvdu fleiri serliga tann eina sangin á orði, og tað var ein sangur, hon hevði skrivað til dóttur sína. Sangurin kann hoyrast niðanfyri.

Ætlanin var, og tað hevði tað eisini verið lýst við, at Martin Joensen skuldi taka lut á konsertini, men hann hevði tíverri fingið forfall. Við stuttari freist játtaði Magni Christiansen seg til at koma í staðin. Hann hevði fyrr um dagin luttikið á SUMMARgleði, men tað var eingin trupulleiki. Hann dugir væl at undirhalda, og sangirnir hjá honum eru kendir millum fólk, so fólk sungu væl við.

Konsertin endaði við, at Todos sang tríggjar sangir. Sum heild var konsertin ein góð uppliving.