Ein øðrvísi summarlega

Tá ið legan fyri 5. og 6. flokk skuldi vera, mæltu heilsumyndugleikarnir tíverri frá at hava leguna. Legan skuldi eftir ætlan verið byrjað sunnudagin. Nógv børn og leiðarar høvdu glett seg til nakrar góðar dagar í Nesvík, og tey vóru tí kedd, tá ið legan varð avlýst.

Soleiðis var eisini heima hjá Súsannu Kass Kristiansen, har 12 ára gamla Mirjam og vinkonur hennara vóru teknaðar til leguna. – Genturnar vóru so sera keddar. Í besta aldri hava genturnar glett seg til Simba summarlegur í fjør og í ár. Soleiðis greiður Súsanna Kass Kristiansen frá á facebook. Sum eitt lítið plástur á sárið valdu tey sjálvi at hava eina lítla summarlegu fyri gentunum.

– Genturnar hava hugnað sær, sovið í telti, lært seg summarlegusangin, sum bleiv sungin uppi á Klakki, hóast vit ikki sóu fram um nøsina, skrivar Súsanna Kass Kristiansen og leggur afturat: Úti í grøv vóru líkindini betri, og vit nýttu náttúruna í Klaksvík við kakao og grillaðum skumfidusum.

– Vakri summarlegusangurin, sum vinkonan Hallgerd Brim hevur skrivað, sigur tað so væl, sigur Súsanna Kass Kristiansen. – ”Nátturan og vit so ofta skifta lit, vetur, vár – vit kenna gleði og tár.” og víðari sigur sangurin “So vakra jørð Guð okkum gav, stjørnu himmal og hav, eg síggi summardáar, fuglar á ferð. Men onki vakrari er, enn VIT sum búgva her, ímeðan summarsólin skínur bjørt, í smáum hjørtum sprettur takksemi stórt.”

Genturnar sungu vakra sangin, sum Hallgerð Brim hevur skrivað.