Emmy og Súsanna vóru við til at hjálpa 1.700 fólkum í Papua Nýguinea

Summarið 2019 vóru Emmy Ingibjørg Sjúrðardóttir Kass og Súsanna Hendriksdóttir Olsen á missiónsferð, eisini kallað outreach, í Papua Nýguinea í fimm vikur. Tær fóru gjøgnum felagsskapin Youth With A Mission (stytt YWAM), sum millum annað hevur nøkur læknaskip kring heimin, YWAM Ships.

Emmy er 21 ára gomul og av Strondum. Hon lærir í løtuni til hárfríðkara og gongur í Missiónshúsið á Strondum, har hon eisini er ungdómsleiðari. Súsanna Hendriksdóttir Olsen er 24 ára gomul og úr Lamba. Súsanna gongur í Kelduna og er júst liðugt útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Tær greiða soleiðis frá um ferðina, hví tær valdu at fara ein missiónstúr, hvar tær vóru, hvørjar uppgávur tær høvdu, og hvat tær hava lært av hesum túri:

– Vit báðar hava altíð kent hvør aðra, men gjørdust tó sera væl, tá vit vóru við Ísraelstoyminum í 2017. Tað var ein fantastiskur túrur, og vit hava prátað líka síðani um, hvar vit áttu at farið á okkara næstu missiónsferð. Tá haldi eg ikki, at nakar av okkum visti nakað serligt um Papua Nýguinea.

Hví YWAM?

Súsanna hevur altíð havt áhuga fyri missión, har ein veitir læknahjálp, og hevur í nógv ár havt áhuga í sjúkrahússkipum og at tæna umborð. Hon hevði so sæð, at har var eitt læknaskip, sum sigldi í Papua Nýguinea, og nevndi tað fyri Emmy. Emmy var við uppá tað beinan vegin, og síðan fóru fyrireikingarnar í gongd.

– Vit valdu YWAM, ið er ein kristin felagsskapur, sum fór undir sítt virksemi í 1960.

YWAM hevur bíbliuskúlar um allan heimin og hevur eini 18.000 ólønt starvsfólk í 180 londum.

Slagorðið hjá YWAM er “Kenn Jesus og ger hann kendan”. Stórt fokus er tí eisini á ”outreach”, at fara út og gera Jesus kendan við orðum og gerðum, greiða tær frá.

M/V YWAM Liberty

YWAM rekur nøkur læknaskip kring heimin, sum hava til endamáls at veita læknahjálp til avbyrgdar fólkabólkar og samstundis vísa á Jesus í orði og verki. Emmy og Súsanna vóru knýttar at skipinum Liberty, sum hevði støð í YWAM-Ships í Kona á Hawaii.

– Skipið Liberty var fyri stuttari tíð síðani givið til YWAM, og nógv fólk hava verið umborð og arbeitt við at gera alt í stand. Stutt áðrenn vit skuldu avstað, fingu við ein teldupost um, at ein lutur í motorinum var fyrigingin, og at tey tí ikki kundi sigla til allar tær ymisku oyggjarnar. Tey avlýstu tó ikki okkara outreach, tí vit fóru ístaðin niðan í fjøllini, har tey ongantíð høvdu verið fyrr, og fóru at hjálpa har. Vit vóru sera takksamar fyri, at okkara túrur ikki varð avlýstur, og trúgva, at Gud hevði eina ætlan við hesum. Tí túrarnir áðrenn og aftaná okkara vórðu báðir avlýstir, siga tær.

LES EISINI  Elisabeth av Skála til Liberia í heyst at vera trúboðari

Papua Nýguinea

– Papua Nýguinea, har vit vóru, liggur í Osiania norðanfyri Avstralia og fevnir um 6.000 oyggjar. Har búgva umleið 8,6 milliónir fólk, og tey tosa umleið 820 ymisk staðbundin mál. Har er sera fátæksligt og tilafturskomið. Nógv duga ikki at lesa, og spyr ein tey um teirra aldur, vita tey ikki. Tey vita lítið um kroppin og heilsuviðurskifti og hava lítla og onga atgongd til læknahjálp.

Til dømis eru einans seks eygnalæknar til 8,6 milliónir fólk.

Harafturat skulu tey gjalda, tá tey fara á sjúkrahús, og tað hava nógv ikki pengar til, greiða tær báðar frá.

Sera ymiskar uppgávur

Tað er tørvur á nógvum ymiskum hjálparfólkum á slíkum missiónsferðum. Emmy greiðir frá sínum uppgávum á túrinum:

– Fremsta uppgávan hjá mær var at taka myndir og film fyri YWAM. Tey flestu, sum fara ein slíkan túr, brúka mánaðir ella ár í missión og hava tí stuðlar frá sínum baklandi ella samkomu. Tí er tað gott hjá YWAM at kunna senda tíðindabrøv út, so stuðlarnir og onnur kunnu fylgja við arbeiðinum, ið tey gera. Eisini er allur heilivágur, tannbustir og útgerð latin YWAM Ships. Tí vil YWAM fegið senda teimum myndir fyri at vísa teimum á, hvat teirra stuðul fer til og hvørjum tað hjálpir. Tað er eisini stuttligt at nevna, at tannlækni í Føroyum hevur latið tannbustir til missiónstúrin, vit vóru á. Harumframt hjálpti eg tannlæknanum við at skráseta, eygnalæknanum við at gera kanningar, skráseta og geva brillur. Til endans á túrinum hjálpti eg eisini við at máta blóðtrýst og fepur, greiðir Emmy frá.

Emmy heldur fram:

– Tað er sera torført hjá fjallabygdunum at fáa heilsuhjálp. Tí komu sera nógv fólk til okkara, og nógv brúktu ein heilan dag at bíða eftir hjálp. Tí gekk eg runt og heilsaði uppá fólk, meðan tey bíðaðu eftir at sleppa framat. Tey verða so fegin, tá tey sleppa at taka í hondina á einum. Eg brúkti tí nógva tíð við at ganga runt og seta meg hjá teimum og royndi at føra eina samtalu. Í eini bygd spurdi eg, um tey ikki áttu ein bólt, so vit kundu spæla okkurt spæl. Tað gekk ikki lang tíð, áðrenn tey høvdu funnið ein bólt; fýra pinnar til mál, og alt fólkið formaði seg síðani til ein vøll. Vit spældu eisini flogbólt, og tey royndu at læra okkum rugby, sum er teirra yndisítróttur. So uppgávurnar vóru nógvar og ymiskar á outreachinum, sigur Emmy.

LES EISINI  Hvat førir náðin við sær?

Alskyns sjúkrarøktarfrøðiligar uppgávur

Súsanna var við á túrinum sum sjúkrarøktarfrøðingur.

– Vit vóru 5 sjúkrasystrar tilsamans í toyminum, og vit roteraðu millum uppgávurnar. Onkran dag tók eg ímóti sjúklingum. Tá máldi eg blóðtrýst, hita og puls hjá sjúklingunum og lat teir fortelja, hvat teir vildu hava hjálp fyri. Eg sendi teir so víðari til fysioterapeut, tannlækna, eygnalækna ella lækna. Teir sjúklingar, sum skuldu til lækna, metti eg um, hvussu hættislig støðan var, um viðkomandi skuldi til lækna nú, ella um tað kundi bíða eina løtu. Teirra vitan um heilsu og kroppin er sera avmarkað, so onkur fekk bara kunning og læru um at drekka 1-2 litrar av vatni hvønn dag og sova 6-7 tímar hvørja nátt fyri at fáa høvuðpínu burtur. Tey vistu ikki, at hetta krevst fyri at kenna seg frískan, greiðir Súsanna frá. Og hon heldur fram:

– Aðrar dagar hevði eg ábyrgd fyri at koppseta smábørn móti barnasjúkum. Onkrar dagar hevði eg ábyrgd av sárrøkt, har eg reinsaði sár, metti um tey, bað kanska lækna hyggja eftir tí, og bant um, um neyðugt. Síðan lærdi eg sjúklingin, hvussu viðkomandi kundi røkta sárið heima á bestan hátt, við at reinsa við vatni og binda um. Aðrar dagar assisteraði eg læknan.

Gevandi og avbjóðandi

Emmy og Súsanna siga, at túrurin var sera sera góður.

– Tað var sera áhugavert og gevandi at síggja, hvussu onnur liva. Og so sera gevandi og gott at gera nakað gott fyri onnur við at geva av síni tíð, pengum, vitan og sínum førleikum til at hjálpa øðrum!

Avbjóðingar vóru eisini á túrinum.

– Vit koyrdu umleið 4 tímar hvønn dag fyri at koma aftur og fram frá bústaði okkara til lítlu bygdirnar, vit tæntu í. Vegirnir vóru sera knortlutir, so Súsanna og hennara “bil-verk” høvdu tað ikki altíð gott, men tá vit komu til bygdinar og sóu øll fólkini og byrjaðu at arbeiða, vigaði tað nógv meira enn tað ringa við biltúrinum, siga tær báðar.

LES EISINI  "Ein kirkja, sum er nærverandi í líðing og sorg hjá menniskjum, er livandi og verður ikki eitt forngripasavn"

Eisini búðu tær fyrstu tíðina í smáttum og svóvu á gólvinum.

– Um náttina vaknaðu vit við, at vit hoyrdu rottur berjast uppi á takinum og síðan renna inni í smáttuni, eftir gólvinum, upp eftir vegginum og í taskunum.

Men aftur har vigaði arbeiðið, fólkið, gleðin, takksemi frá teimum staðbundnu nógv meira enn hesar rotturnar. Vit lærdu eisini at virðismeta enn meira, hvussu vit hava tað í Føroyum og at síggja, at hóast umstøður kunnu vera eitt sindur so sum so, so er onki betur enn at vera har, sum Gud vil hava teg at vera. Vit høvdu fullkomiliga frið við, at vit skuldu vera har. Tað var so gott allan vegin ígjøgnum, greiða tær frá.

Emmy og Súsanna siga, at vit eru ikki sett á jørðina at liva bert fyri okkum sjálv, so tað at fara onkrastaðni og hjálpa, har sum tørvur er á tí, er so gevandi og læruríkt.

– Tú fært so nógv meir, enn tú gevur. Tað kostar kanska pengar, men tú fært so stór virði, sum ikki kunnu mátast í pengum: Vinabond, gleði, lærdóm, takksemi og so framvegis. Tú sært veruliga, hvussu gott vit hava tað í Føroyum! Vit taka so nógv fyri givið her heima, so at fara ein túr burtur til onnur lond ger veruliga, at tú setir meira prís uppá tað, sum tú hevur her heima, siga tær.

Tímir tú væl at ferðast, so er hetta ein gyltur møguleiki, leggja tær afturat. Ferðast og gera nakað gott samstundis, tvær flugur í eitt smekk. Tær vísa til Markus 16,15: “Og hann segði við teir: Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapninginum.” 

Meira at vita?

Um onkur vil vita meira um hetta arbeiðið, kann kunning fáast á www.ywamshipskona.org .

Ein kann eisini seta seg í samband við Súsannu ella Emmy, um ein hevur spurningar ella vil hava hjálp til at fara avstað.

Ferðin í tølum

Niðanfyri sæst skrásett, hvussu nógv fingu hjálp á hesum missiónstúri og við hvørjum:

  • Sjúklingar til tannlækna: 497
  • Trektar tenn: 858
  • Luttakarar til heilsufremjandi frálæru: 1,.835
  • Vanlig læknaviðtala: 950
  • Sjónmálingar: 246
  • Brillur latnar til nærsýnt: 89
  • Lesibrillur latnar: 183
  • Sjúklingar tilsamans: 1.697

Eitt stutt filmsbrot varð eisini gjørt frá túrinum:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina