Endiliga vitjan til Thule
Gospel Outreach fekk endiliga í mars framt eina ferð til norðaligasta bý Grønlands, Qaanaaq, kanska betur kendur sum Thule, ið hevði verið løgd til rættis langa tíð frammanundan.
Ein slík ferð til Qaanaaq er ein long og kostnaðarmikil ferð, siga Lisbeth og Per Hyldgaard frá Gospel Outreach.
Qaanaaq – Thule hevur 651 íbúgvar sambært almennu hagtølunum.
Bygdin er umgyrd av stórfingnari náttúru, ið bert Grønland kann vísa fram. Vit eru í eini veiðimannamentan, har tey flestu antin eru veiðimenn ella fiskimenn og nærmasta grillbarrin er 874 km burturi…
Tá hjúnini Hyldgaard kortini skuldu gjøgnum býin, Ilulissat(Jakobshavn), høvdu tey spurt seg fyri, um tey kundu sleppa at boða orðið har, áðrenn tey hildu víðari móti Thule.
– Tað gjørdist eitt sera sterkt vikuskifti, har mong svaraðu ja til frelsuinnbjóðing og sterkir vitnisburðar.
Hjá Reginu í Thule
Eftir Ilulissat gekk ferðin til Qaanaaq – Thule. Býurin hevur 651 íbúgvar sambært almennu hagtølunum. Hann er umgyrdur av stórfingnari náttúru, ið bert Grønland kann vísa fram. Vit eru í eini veiðimannamentan, har tey flestu antin eru veiðimenn ella fiskimenn og nærmasta grillbarrin er 874 km burturi…
”Vallaraheimið”, har familjan Hyldgaards skuldu gista, hevur kamar í erva í hugnaliga lítla heiminum hjá Reginu, ið er ein kát gomul kona upp á 83 ár.
Regina er dóttur hundasletuføraran, ið ferðaðist saman við pólgranskaranum, Knud Rasmussen, og sum av teirri orsøk eisini varð boðin við til 100 ára minningarhaldið fyri “Stóru Thule-rannsóknarferðina” saman við Drotning Margrethu II.
Regina dugir okkurt serligt saman við teim konguligu. Tá krúnprins Frederik er í býnum, gistir hann á “vallaraheimi” hennara. “Hann er ein sovorðin hugnaligur ungur maður”, sigur Regina. Altso búgva vit sama stað sum tey kongaligu, viðmerkir Per Hyldgaard við brosandi glampandi eygum.
Fríkirkjan í Thule
Hetta er ein lítil frímeinigheit upp á 15-20 grønlendingar, ið halda til í heiminum hjá leiðarahjúnunum, Aaqqiunnguaq og Tukummeq Qaerngaaq. Meinigheitin varð grundað í 2006 eftir umbøn frá trúboðaranum, John Østergaard, ið hevur verið sendur frá Ápostolsk Kirke til Grønlands í áratíggju. Aaqqiunnguaq er stórveiðimaður, ið er nakað av tí allarstørsta, tú kanst verða í Grønlandi. Kortini var tað ikki fyrr enn hann kom til trúgv, at hann veruliga fann meining og virði við lívinum, greiðir hann frá.
Prestahjúnini í Thule eita Aaqqiunnguaq og Tukummeq Qaerngaaq. Tey komu til trúgv í 2005 aftaná eitt nógv ára gamalt hart lív við alt ov nógv av rúsdrekka og misnýtslu.
Tey komu til trúgv í 2005 – júst 1. november – aftaná eitt nógv ára gamalt hart lív við alt ov nógv av rúsdrekka og misnýtslu. Aaqqiunnguaq er stórveiðimaður, ið er nakað av tí allarstørsta, tú kanst verða í Grønlandi. Kortini var tað ikki fyrr enn hann kom til trúgv, at hann veruliga fann meining og virði við lívinum, greiðir hann frá.
”Trúgvin hevur broytt mítt lyndi, og trúgvin grøðir míni lyndisbrek,” sigur hann ærligt og opið frá.
”Eg var ikki bert eitt brennivínsfólk fyrr, men var eisini bæði stívrendur og stríðshugaður, men Jesus er í fullari ferð við at broyta meg” sigur Aaqqiunnguaq, sum nú kennist sum ein blíður, sinniligur og eymur maður.
”Vit koma!”
“Vit hava biðið og biðið um, at Gud fer at senda okkum onkran, men her kemur ongantíð nakar higar,”
Tukummeq
Her í Thule skuldi Gospel Outreach vera í eina lítla viku. Tað var við eini blanding av møtum fyri bygdina og kirkjumøtum fyri meinigheitina. Innbjóðingin til hesa fjarskotnu bygd ljóðaði soleiðis: “Vit hava biðið og biðið um, at Gud fer at senda okkum onkran, men her kemur ongantíð nakar higar,” sigur Tukummeq, ið tosar danskt.
– Eitt slíkt neyðarróp dugi eg ikki at lurta eftir uttan at handla, greiðir Per Hylggaard frá, ið svaraði neyðrópinum við: “Vit koma!”
– Hóast tað er ein long og kostnaðarmikil ferð, so eru tær 651 sálirnar her júst so virðismiklar sum tær, ið búgva í einum størri býi, ið er lættur at koma til.
Jessica kom som 9 ára gomul fyri eini vanlukku og hevur síðan drigist við varandi ryggpínu. Tí søkti hon forbøn á møtinum í Ilulissat, har familjan Hyldgaard gjørdi lítlan steðg leygardag á veg til Thule. Sunnumorgun vaknaði hon upp uttan pínu á fyrsta sinni í 20 ár.
Tey skulu eisini hava møguleika at hoyra gleðiboðskapin og verða biðin fyri eins og onnur, sigur Hyldgaard.
Fólkakirkjupresturin í býnum tók eisini lut á møtunum og var bæði hugtikin, glað og takksom fyri tað, hon fekk loyvi at síggja Gud gera har.
Stórur opinleiki fyri Gudi
Mong tóku eisini ímóti tilboðnum at gera Jesus til sín persónliga Frelsara.
– Uml. 12-13% av íbúgvunum í býnum svaraðu frelsu-innbjóðingini. Royn einaferð og rokna upp á hesi tøl og sammet við einhvønn bý í Danmark, leggur Per afturat.
– Avbjóðingin verður nú at fáa fylgt upp uppá tey, ið tikið hava hesa avgerð. Meinigheitin hevur tørv á at fáa ein bygning at vera í, men peningurin er lítil, so her er tørvur á hjálp uttaneftir, um hetta skal henda.
Grøðingar
Fleiri vórðu grødd hesi møtini. Ein sera hoyritarnað kvinna kom at hoyra aftur. Tá hon vitnaði um hendingina, segði hon, at hon eitt sindur ørg, tó sera glað hevði á máli: “her er sovorðin gangur nú”. Hetta fekk meinigheitina at flenna í kíki. Ein onnur kvinna hevði stomi. Hetta hevði elvt til ein knút – kanska brokk – í maga hennara. Hesin knútur hvarv aftaná forbønina.
Eisini prestur
Somuleiðis leiðarin í kirkjuni varð grøddur. Aaqqiunnguaq hevði í longri tíð drigist við arteriosklerose, sum er vánaligt blóðrensl. Læknin staðfesti, at hann ikki hevði puls í fótunum
Vegna vánaliga blóðrensli frysti hann støðugt og hevði sera ilt í kroppinum. Leygarkvøldið varð biðið fyri honum. Sunnumorgun vitnaði hann og segði, at hann var vaknaður um morgunin við pulsi í fótunum og sveittandi um allan kroppin, sum hann ikki hevði gjørt í mong ár!
Udfordringen: Henri Nissen