Endurloysingin

Tað hendi á einum trælatorgi í Róm. Ein ungur, vælklæddur maður gongur um millum trælabúðirnar. Lítur at trælunum, sum verða bodnir fram til sølu. Skiftir av og á orð við ein trælaseljara. Við eina av búðunum steðgar tann ungi maðurin. Festir sítt eyga á ein av trælunum. Aftast í flokkinum stendur hann, tann eldri trælurin. Týðiliga merktur av hørðum arbeiði í mong ár.

Tann ungi maðurin spyr um prísin, rindar upphæddina og fer yvir til tann gamla trælin. Síðan ljóða orðini:

– Tú ert fríur. Eg havi goldið prísin fyri teg. Frá í dag ert tú tín egni harri.

Í tí foyruta andlitinum eru skiftandi tankar og kenslur at síggja. Vantrúgv, ørkymlan og undran. Sekundini ganga. So fellur tann gamli trælurin niður fyri føturnar á tí unga, vælklædda manninum:

“Harri, er hetta satt, so lat meg altíð tæna tær!”

Henda søgan lýsir so væl tað næsta “kjarnuorðið”: Endurloysing!

Lat okkum endurgeva nøkur bíbliuorð, har málberingin “endurloysing” er brúkt:

LES EISINI  At játta synd fyri menniskjum

“Øll hava syndað, og teimum vantar Guds heiður, og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði hansara við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi” (Róm 3,23-24).

“Í hinum elskaða hava vit endurloysingina við blóði hansara, fyrigeving syndanna, samsvarandi náðiríkidømi hansara” (Ef 1,6-7)

“Hann gekk við sínum egna blóði eina ferð með alla inn í halgidómin og vann æviga loysn” (Hebr 9,12).

Orðið endurloysing merkir: “At leyskeypa við at gjalda loysigjald.” Ítøkiliga kundi hetta gera seg galdandi fyri trælir, krígsfangar og so framvegis.

Tað var hetta, Jesus gjørdi! Tá hann kom til jarðar og gekk í deyðan fyri okkara syndir. “Maðurin Kristus Jesus, sum gav seg sjálvan sum loysigjald fyri øll; tað er vitnisburðurin á sínum tíma” (1 Tim 2,5-6).

Hvørjum skuldi Jesus keypa okkum leys frá? Svar: Syndini. Deyðanum. Guds vreiði. Sátans valdi. Einum óndum heimi. Hetta var okkara trælalív!

“Hann, sum elskaði okkum og loysti okkum frá syndum okkara við blóði sínum” (Opb 1,5).

LES EISINI  Hvussu verður eitt menniskja føtt av nýggjum?

Hvussu keypti Jesus okkum leys? Svar: Hann gekk í deyðan okkara vegna, í okkara stað! Sónaði okkara synd. Doyði okkara deyða. Smakkaði Guds vreiði okkara vegna. Tók okkara revsing á seg. Jesus gav sítt egna lív, tað var prísurin, hann rindaði.

“Tí at tit vita, at tað ikki var við forgongiligum lutum, silvuri ella gulli, at tit vórðu leyskeyptir frá tykkara fáfongdu atferð, sum tit høvdu tikið í arv frá fedrunum, men við dýrmæta blóði Krists sum av einum lýtaleysum og meinaleysum lambi” (1 Pæt 1,18-19).

Hvat er úrslitið av endurloysingini? Svar: Trældómurin er brotin. Eg eri frí/ur! Eg havi fingið skipaða fortíð!

Syndanna fyrigeving er galdandi hjá Gudi. Ákæra, deyði og dómur kunnu ikki náa meg longur.

Eg havi fingið nýggja framtíð! Áður tænti eg syndini, nú tæni eg Gudi! Jesus gav sítt lív fyri meg. Nú vil eg geva honum mítt lív.

 

Til umhugsanar…

“Tí at tit eru keyptir dýrt. Ærið tí Gud í likami tykkara!” (1 Kor 6,20)

LES EISINI  Faðir Vár

“Tit eru keyptir dýrt; verðið ikki mannatrælir!” (1 Kor 7,23)

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina