Enskir prestar javnan álopnir og hóttir

Seinastu tvey árini hevur ein av tíggju prestum í Church of England verið úti fyri álopi, sigur ein nýggj kanning.

Ein undankanning fyri National Churchwatch, sum akademikarar á Royal Holloway – University of London, hava gjørt, vísir, at tíggju prosent av anglikansku prestunum hava verið úti fyri harðskapi. Meira enn 540 prestar og onnur kirkjufólk í øllum Stórabretlandi hava luttikið í kanningini.

Eisini halda nógvir anglikanskir prestar, at starvið er meira avbjóðandi nú enn fyri tveimum árum síðani, uttan at tað verður sagt, hvørjir partar av arbeiðnum hetta fevnir um.

Hóttanir

Kanningin vísir eisini, at nógvir prestar eru fyri hóttanum. Mannligir prestar uppliva meira hóttanir í sambandi við pastoralt arbeiði, meðan kvinnuligir prestar meira uppliva hóttanir frá virknum kirkjulimum ella sóknarbørnum. Meira enn tveir triðingar hava verið fyri munnligum hóttanum og fimti hvør hevur verið fyri hóttandi atburði. Tær flestu av hóttanunum snúðu seg um beinleiðis likamligan harðskap, men 20 prosent fingu eisini hóttanir móti einum familjulimi, og 35 prosent upplivdu hóttanir um skaða á kirkjunnar ognir.

Torført starv

Tað eru Jonathan Gabe, sosiologiprofessari, og David Denney, professari í sosialum og almennum politikki, á løgfrøðiliga fakultetinum á Royal Holloway, sum hava gjørt kanningina.

– Prestarnir hava eitt torført arbeiði, serliga tá teir møta vanda fyri harðskapi, sum kanning okkara skjalfestir. Granskingin bendir á, at ein má umhugsa, hvussu ein best hjálpir prestunum at handfara arbeiðið, tá teir møta slíkum harðskapi, sigur Jonathan Gabe.

National Churchwatch, sum hevur biðið um kanningina, er ein óheftur enskur felagsskapur, sum ráðgevur tilbiðingarstøðum um trygd. Nick Tolson, stjóri í National Churchwatch, sigur, at kanningarúrslitið minnir á, at prestarnir mugu handfara trupul viðurskifti, har teir eru í vanda fyri harðskapi, og at tað hevur týdning, at teir verða lærdir at handfara slíkar trupulleikar.

 

Kelda: KPK