Eri eg ov ”BUSY”
Sátan samlar allar sínar tænarar til eina altjóða stevnu. Sátan byrjar stevnuna við hesum: – Vit megna ikki at halda tey trúgvandi burtur frá samkomunum. Vit megna ikki at køva teirra bíbliulestur og bíbliunnar sannleikar. Vit megna heldur ikki at forða teimum eitt inniligt samband við teirra frelsara. Beinanvegin tey hava fingið eitt gott samband við Jesus, eru vit ein sligin kraft. So lat tey fara á møtir og lat tey fáa sínar máltíðir saman, men lat okkum stjala tíðina frá teimum, soleiðis at tey ikki hava tíð at vaksa í Jesusi. Hetta er mín álopsætlan, segði Sátan: – Drag tey burtur frá Jesusi og slít sambandið millum tey og Jesus í gerandisdegnum.
– Hvussu skulu vit fara til verka?, róptu tænararnir.
Sátan svaraði: – Gev teimum úr at gera við teimum týdningarleysu lutunum í lívinum og penta saman óteljandi hugflog sum hertaka sinni teirra. Freista tey at brúka, brúka, brúka og lána, lána, lána pengar. Yvirtala kvinnurnar til at arbeiða yvirtíð og menninar at arbeiða 6-7 dagar hvørja viku, 10-12 tímar hvønn dag, soleiðis at tey hava ráð til teirra tóma lívstíl. Forða teimum at brúka tíð saman við børnum. Tá familjurnar eru syndraðar, vil sjálvflýggjan í teirra egna heimi bukka undir fyri arbeiðstrýstinum. Yvirstrimbra teirra sinni á ein slíkan hátt, at tey ikki hoyra Jesusar stillu rødd. Lokka tey, at tey hoyra útvarp og CD-fløgur, hvørja ferð tey koyra bil og at hava sjónvarp, CD-fløgur og teldur støðugt koyrandi í heiminum. Syrg eisini fyri, at hvør handil og allar matstovur støðugt spæla tónleik við íblástri frá mær. Hetta vil fylla teirra sinni og bróta sáttmálan við Jesus.
Fyll borðini við vikubløðum og tíðarritum og buka hetta inn í høvdið á teimum 24 tímar um døgnið. Floym yvir tey við lýsingum tá tey koyra bil. Lat tað flóta yvir av telduposti við junk mail, skráum, leikum, tíðindum, lýsingum av fríðum vørum, tænastum og falskari vón. Vís klænar, vakrar kvinnur í sjónvarpinum og í vikubløðum, soleiðis at menn teirra halda, at útvortis vakurleiki er tað, ið er týdningarmikið, og so teir verða ónøgdir við konur sínar. Ger konurnar so troyttar, at tær ikki orka at elska menn sínar um kvøldið. Gev teimum høvuðpínu eisini! Um tær ikki geva monnum sínum tann kærleika, ið teimum tørvar, so vilja teir byrja at leita aðrastaðni. Tað vil bróta niður familjur teirra skjótt!
Gev teimum jólamannin til at leiða tey burtur frá at læra børnini tann sanna týdningin við jólunum. Gev teimum eina páskaharu, so tey ikki tosa um uppreisnina og valdið yvir synd og deyða. Sjálvt í teirri fríðtíð, lat tey vera uttan hógv og lat tey koma frá teirri frítíð pøst. Lat tey hava so nógv um at vera, at tey ikki hava tíð til at fara út í náttúruna og hugsa um Guds skapanarverk. Send tey til stuttleikaparkir, ítróttardystir, sjónleikir, konsertir og filmar ístaðin. Lat tey hava úr at gera! Og tá ið tey møtast til andaligan felagsskap, lat tey fara heim aftur við órógvaðari samvitsku. Fyll lív teirra við so nógvum ”góðum” søkum, at tey ikki hava tíð til at søkja styrki frá Jesusi. Skjótt fara tey at arbeiða í teirra egnu megi og ofra teirra heilsu og familju fyri ta ”góðu” søkina.
Tað fer at eydnast! Tað fer at eydnast! Tað var ein ófør ætlan! Tænararnir fóru fúsir í holt við uppgávurnar, ið skuldu gera, at kristin um allan heimin høvdu lítla tíð til Gud ella familjur teirra. Fólk høvdu onga tíð at fortelja frá um Jesusar kraft til at broyta lív.
Eg hugsi, at spurningurin er: Hevur tað eydnast sátan við hesum svikaráðum? Døm tú sjálv/ur! Merkir BUSY hetta: B-eing U-nder S-atan’s Y-oke (At verða undir sátans oki)?
Týtt úr enskum.