Fara nú at byggja í Gøtu

Eftir at hava ligið stilt í eini tvey ár, er nú gongd komin á aftur arbeiðið at byggja nýtt missiónshús í Gøtu.
Tá gamla missiónshúsið í Gøtu, Bethania, varð tikið niður, var ætlanin at byggja eitt nýtt missiónshús beinan vegin. Men trupulleikar stungu seg upp við staðsetingini av nýggja húsinum, við tað, at Landsverk kravdi, at húsið skuldi vera 25 metrar frá landsvegnum, og hetta hevur seinkað arbeiðinum nógv.

Fundur við Landsverk
– Vit vildu, at húsið skuldi koma nakrar metrar longur niðan móti vegnum og tað, at húsið skuldi liggja 25 metrar frá vegnum, kundi stýrið ikki góðtaka, og tí steðgaði arbeiðið upp. Men vit hava verið tolnir, og tað hevur loyst seg. Vit hava havt samskifti við kommununa og Landsverk, og fyri tveimum mánaðum síðani var stýrið fyri missiónshúsið saman við umboðum fyri kommununa á fundi við Landsverk, og nú var alt leyst og liðugt. Vit fingu grønt ljós, og tað eru vit øgiliga glaðir fyri, sigur Andras Biskopstø, formaður í stýrinum fyri missiónshúsið.
Arbeiðið hevur ligið stilt í eini tvey ár. Grundstykkið er grivið av, og nú verður farið at spreingja og planera. 

Vóna nógv sjálvboðið arbeiði
Tórleif Justinussen, limur í stýrinum, sigur, at teir ikki hava sett sær nakra freist til, nær húsið skal vera liðugt.
– Vit eru glaðir fyri at kunna fara í gongd aftur við arbeiðið. Ætlanin er í fyrsta umfari at fáa húsið innilokað. Síðani vóna vit at fáa mest møguligt av arbeiðinum innandura gjørt við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Eisini er ætlanin at velja eina bygginevnd til at standa fyri arbeiðinum, sigur hann.

Í trimum hæddum
Tað er Teknistovan í Gøtu, sum hevur teknað nýggja missiónshúsið. Á tekningunum, sum vórðu gjørdar fyri umleið trimum árum síðani, sæst, at húsið verður í trimum hæddum, kjallari, miðhædd og loft.
Í kjallaranum verða millum annað vesir, fýrrúm, skrivstova, køkur og salur til umleið 90 fólk. Í miðhæddini vera millum annað forhøll, goymsla, teknikrúm og salur til 85 fólk, og í loftshæddini vera umleið 35 sitipláss.