Felagsskapurin Mirjam: Vit hjálpa kvinnum í Afrika til sjálvbjargni

Felagsskapurin Mirjam arbeiðir fyri at stuðla kvinnum í Liberia og Kenja. Ofta hava tær alla dagligu ábyrgdina av familjuni og børnunum, hóast tær onga inntøku hava.

– Hetta ynskja vit at bøta um, og okkara royndir vísa, at tað gera vit best við at stuðla kvinnunum at gerast sjálvstøðugar vinnurekandi, soleiðis, at tær, saman við allari familjuni megna at fóta sær betri, sigur Hilda Viderø, ið starvast fyri felagsskapin.

Hetta at arbeiða í Afrika, er ikki fremmant fyri Hildu Viderø. Hon og maðurin, Johannes Johannessen, fóru til Liberia sum trúboðarar í 1984. Meðan tey vóru har, varð framt eitt statskvett í Liberia, og tað gjørdist truplari at arbeiða, men tey hildu kortini áfram til 1989 at virka har millum familjur við smáum børnum.
– Tá vórðu vit spurd, um vit vildu fara til Botsvana, og tað gjørdu vit. Har komu vit at arbeiða í luthersku kirkjuni, og vóru vit har í sjey ár. Vit arbeiddu mest millum menningartarnað og fólk við breki, sigur Hilda.
Um ta tíðina, tá Hilda og Johannes byrjaðu at arbeiða í Botsvana var tað, at herviliga sjúkan aids byrjaði at herja.
– Har vóru sera mong sjúk og nógv doyðu, eisini fleiri av okkara afrikonsku starvsfeløgum doyðu av aids. Eftir røttum skuldi eg læra upp ein í senn, men eg mátti læra upp fýra, um ein skuldi liva eftir, so nógv doyðu av aids. Eg arbeiddi eisini millum tey, sum vóru rakt av aids. Tey fóru altíð til gravar leygarmorgnar, og eg minnist, at einaferð vóru tað 16, sum fóru til gravar samstundis. Og tað var alt frá børnum til fólk í bestu árum, sigur hon.

ABC barnahjálpin

Í 1996 fluttu Hilda og Johannes heimaftur til Føroya og búsettust í Klaksvík. Hilda fór tá undir útbúgving sum familjuráðgevi og hevði eisini ymisk onnur arbeiði tá. Men í 1999 byrjaði hon fyri seg sjálva sum familjuráðgevi.
Í 2006 fór Hilda at arbeiða fyri føroysku ABC barnahjálpina, og var millum annað við til at byggja ein skúla í Liberia. Síðani tá hevur hon javnan verið í Liberia, har hon hevur arbeitt í longri og styttri tíðarskeið.

Navnið heintað úr 2. Mósebók

Felagsskapurin Mirjam er ein sjálvsognarstovnur, ið byrjaði í smáum fyri 10 árum síðani. Í nevndini sita umframt Hildu, Johannes Johannessen og Anne Sophie Nordendal.
– Vit hava samstarvað við aðrar felagsskapir alla tíðina. Í 2017 varð sjálvsognarstovnurin formliga settur á stovn við egnum viðtøkum, V-tali og skráseting hjá Taks, sigur Hilda.

“Navnið Mirjam er heintað úr 2. Mósebók, har vit lesa, at hon var profetkona. Eisini lesa vit, at hon var fyriskipari og leiðari. Tað er ein partur av hugsjónini aftanfyri felagsskapin Mirjam, tí vit arbeiða við íverksetan millum kvinnur, har vit eisini leggja dent á at vísa og eggja til kristnan næstakærleika.”

Stuðla íverkseting og menning

Í Liberia eru nógvar kvinnur arbeiðsleysar, umleið 70 prosent. Landið hevur ongantíð reist seg veruliga aftur síðani borgarakríggið. Og eitt, sum gjørdi støðuna enn verri, var tá ebola sóttin byrjaði at herja landið í 2014. Tað gjørdist eitt afturstig fyri fólkið.

“Vit arbeiða miðvíst við at stuðla kvinnum, og hevur hetta sína natúrligu grundgeving, tí ofta hava tær alla dagligu ábyrgdina av familjuni og børnunum, hóast tær onga inntøku hava. Og tann lítla inntøkan, sum hoyrir til húskið, verður ofta brúkt til annað enn familjuna.”

– Hetta ynskja vit at bøta um, og okkara royndir vísa, at tað gera vit best við at stuðla kvinnunum at gerast sjálvstøðugar vinnurekandi soleiðis, at tær, saman við allari familjuni megna at fóta sær betri, sigur Hilda.
– Okkara persónligu royndir at arbeiða uttanlands strekkja seg nú yvir umleið 35 ár, og vit síggja støðuga menning, tá vit rætta fólki eina hond at klára seg sjálvi. Tað er eisini av og á neyðugt at lata stuðul og gávur sum bráðfeingis neyðhjálp; men tey veruligu og varandi úrslitini síggjast best, tá fólk sjálvi taka ábyrgd av egnari familju. Hetta er vorðið okkara kjarnuførleiki – at stuðla til íverkseting og menning, leggur hon afturat.
Í 2018 og 2019 hevur felagsskapurin sett sær fyri at arbeiða mest í Liberia og í Kenja, og tey hava sera neyvt samstarv við álítandi fólk á hvørjum staði, har tey arbeiða.

100 dollarar hvør

Arbeiðið hjá felagsskapinum Mirjam, er at savna pening inn til at hjálpa kvinnum í Liberia og Kenja til at uppihalda sær og familjuni.

“Eg gevi teimum persónliga pengarnar, tær fáa 100 dollarar hvør, og har úti eru 100 dollarar til dømis ein lærara- ella sjúkrasystraløn. Tær eru altíð tvær og tvær saman ella tríggjar og tríggjar, ongantíð bara ein. So kunnu tær til dømis baka og gera mat ella olju, sum tær so selja. Um tær eru førar fyri at vinna aftur líka nógvan pening, sum tær hava fingið, so fáa tær aftur somu upphædd, sum tær so aftur kunnu arbeiða við og forvinna sær pening.”

– Um tær á hendan hátt kunnu forvinna sær nakað av peningi, fáa tær møguleikan at taka eitt lítið lán, sigur Hilda.

Hjálpa 15 kvinnum

– Fátækradømi er sera stórt, tær eiga púrt einki, ja, tað er ringt at ímynda sær, hvussu fátækar tær eru. Nógvar duga hvørki at lesa ella skriva, og tær flestu eru einsamallar við fleiri børnum. Í løtuni hjálpa vit 15 kvinnum, sigur Hilda.
Felagsskapurin skipar eisini fyri einum skúla, har tær kunnu læra at seyma. Keyptar eru seymimaskinur til kvinnurnar, og Mirjam rindar eisini løn til tveir lærarar.
– Tá eg sigi ein skúli, so er tað ikki nakar fínur bygningur, men tað er bara undir einum taki, sum er sett upp undir nøkrum trøum. Her skulu kvinnurnar læra at seyma ymisk klæði, sum tær so kunnu fara út at selja, og sum tær so aftur kunnu keypa toy fyri og aftur seyma fleiri klædnapløgg. Ætlanin er, at skúlin skal vara sjey mánaðir. Eg arbeiði saman við fólki á staðnum, sum brenna fyri hesum, og sum eg havi álit á, millum annað ein kvinna, sum eitur Evelyn. Hon skal vera leiðari fyri skúlanum, sigur Hilda.
Eitt annað, Mirjam felagsskapurin arbeiðir við, er at veita reint vatn.
– Reint vatn er sera umráðandi, men tað er trupult hjá teimum at fáa. Vit byggja nýggjar brunnar, umframt at vit eisini seta gamlar brunnar í stand, og fáa fólk til at halda teir viðlíka. Vit hava eisini keypt eitt jarðarstykki, tí vit ætla at byggja eitt hús til kvinnur, sum eru við barn og sum ongastaðni hava at vera. Eisini fara vit at læra tær at passa børnini, leggur Hilda afturat.

Brenni fyri útimissión

– Afrikansku kvinnurnar møtast javnan til bíbliutíma. Tær hava eisini fingið bíbliur og hóast nakrar ikki duga at lesa, so eru tær stoltar av at eiga eina bíbliu, tað hevur nógv at týða fyri tær. Eitt annað er, at summar av teimum hava fingið eina bankabók, og tað eru tær sera ernar av, sigur Hilda, sum javnan tosar við tær umvegis Skype. Eisini ferðast hon til Liberia nakrar ferðir um árið.
Uppá fyrispurning, hvussu hon skaffar pening til arbeiðið, sigur Hilda, at hon millum annað luttekur á ymsum loppumarknaðum, skipar fyri fløskuinnsavnan og lýsir eisini nógv á Facebook um arbeiðið, og fær eisini pening tann vegin.
– Eg havi eisini verið ymsastaðni kring landið og greitt frá hesum arbeiðinum, og havi fingið pening tann vegin. Eisini standa bússur í handlum ymsastaðni kring landið, og fólk eru hjartaliga vælkomin at stuðla, sigur hon.
At enda sigur Hilda, at hon brennir fyri útimissión.
– Útimissión hevur verið ein partur av mínum lívi. Eri vaksin upp í KFUM&K í Klaksvík, har pápi mín, Henry Andreasen, var trúboðari. Eg fekk sum ung genta kallið at verða trúboðari, og hesum havi eg fylgt. Nú eru so nógvir øðrvísi mátar at vera trúboðari uppá enn fyrr, millum annað við hesum arbeiðinum, sum vit nú gera, og hetta riggar væl, haldi eg, sigur hon.