Fimm sjónarmið frá puritanarum í samband við bøn

Bønin er hjartaslátturin í okkara trúarlívi. Franski reformatorurin, John Calvin (1509-1564), lýsti bøn sum “samrøður við Gud.” enntá “inniligar samrøður við Gud.” Í bønini tosa vit við Gud. Við biðja í trúgv og í áliti á, at hann hoyrir okkum og svarar okkum. 

Donald K. Mckim hevur skrivað. Andrias Magnussen umsetti.
Donald K. Mckim er fyrrverandi prestur í Presbyterian Church (USA). Hann hevur eisini verið professari í gudfrøði. Hann hevur skrivað fleiri bøkur m.a. Everyday Prayer with the Puritans. 
Kelda: thegospelcoalition.org 

Okkara bønarlív broytist allatíðina, og okkum tørvar at hugsa um, hvønn týdning bønin hevur, og hvussu vit biðja. Vit liva í eini tíð, har nógv er sum órógvar. Tí tørvar okkum at verða mint á, hvat bøn er, og hví hon hevur so stóran týdning. Her kunnu vit læra nógv av puritanarunum. Puritanararnir, sum upprunaliga vóru enskir protestantar, vóru sera upptiknir av bøn. Teir tosaðu nógv um bæði tann guðfrøðiliga stuðulin, og praktiska týdningin, sum bøn hevur í einum lívi við Gudsótta. Hetta er nakað, sum vit kunnu taka til okkum. 

1. Bið í eyðmýkt 

Tá ið vit venda okkum til Gud í bøn, mugu vit vera tilvitaðu um, hvør hann er og hvørji vit eru. Vit, sum eru syndarar, venda okkum til hin heilaga Gud. Vit hava brotið hansara lóg, og okkum vantar Guds heiður (Róm 3 ,23). John Udall (1560-1592), sum var enskur puritanskur prestur, undirstrikaði týdningin: “Tað er neyðugt hjá Guds fólki at byrja bønina við at játta sínar syndir fyri Gudi (Sl. 35, 5). Við at játta okkara syndir, eru vit meira eyðmjúk og tí eisini betur fyrireikaði til at biðja.” Í eyðmýkt biðja vit Gud um fyrigeving í Jesusi Kristi, soleiðis at vit kunnu liva, sum Gud hevur ætlað okkum at liva. Okkum tørvar at játta okkara syndir hvønn dag. 

2. Bið í neyðini og harminum 

Synd veldur okkum harm, somuleiðis annað stríð, lýðingar og trupulleikar í lívinum. Mitt í øllum hesum, so biðja vit. Enski presturin Vincent Alsop (1630-1703) vísti til Jákupsbrævið 5,13 og segði “Við at biðja í harmi vitna vit, at vit trúgva at Gud er góður mitt í stríðnum, at hann er við okkum í stíðnum, at hann kann brúka okkara stíð til nógv gott, og at hann kann leiða okkum ígjøgnum stríðið.” Okkara bøn í harmi endurspeglar okkara trúgv á, at Gud er góður og miskunnsamur. Hann svíkur okkum ikki. Hann er við okkum og hjá okkum, og leiðir okkum ígjøgnum allar trupulleikar, ofta á óvæntaðan hátt. Okkara bønir endurspegla hesa trúgv. Vit biðja í trúgv og áliti á at “Mangar neyðir eru einum rættvísum fyri, men Harrin honum bjargar út úr teimum øllum.” (Sl. 34, 20). Bið mitt í neyðini og harminum. 

3. Bið fyri at æra Gud 

Vit biðja í øllum lívsins viðurskiftum. Vit biðja, tí vit vita, at Gud er við okkum, og at allar signingar koma frá honum. Vit takka og æra hann fyri alt hetta. Sum enski presturin, Matthew Henry (1662 – 1714), skrivaði: “Alt tað vit eta og drekka er náði; hvørt fet vit taka og hvør andadráttur, náði. (Hetta er tað), sum vit eiga at viðurkenna og takka fyri til Guds æru.” Dávid kongur tilbað eisini: “Tær, Harri, hoyrir tignin til og mátturin, heiðurin, æran og dýrdin, tí at alt er títt bæði á himni og á jørð…tí tignum vær teg, vár Guð, og lovsyngjum tínum dýrdarríka navni.” (1. Krýn 29, 11 & 13). Eitt av høvuðsendamálunum við okkara lívi er at viðkenna Gud sum kelduna til alla signing. Í bøn leggja vit alt í hansara hond, og takka og prísa honum fyri hansara náði. 

4. Bið í tolni 

Eg hoyrdi einaferð eina talu, sum hevði yvirskriftina “Hví skundar Gud sær ikki?” Vit undrast. Vit biðja og biðja, men vit síggja einki bønarsvar. Trúgvin kann ridla. Men, sum enski presturin Arthur Hildersham (1563-1632) vísti á, “Vit kunnu vera vís í, at Gud hoyrir hvørja bøn vit biðja, hann goymir tær, og at hann fer at svara okkum um síðir. Um síðir merkir í Guds tíma. Gud hoyrir bønir, og hann svara bønum tá ið hann veit best. Hansara tíðarætlan er betri enn okkara. Hóast okkara ótta og iva meðan vit bíða, so kunnu vit líta fult og fast á, at Gud svarar, tá ið hann vil. Tað er okkara troyst, tí hansara vilja er at vera náðigur ímóti okkum. Sum sálmaskaldið orðar tað: “náðigur er Harrin og miskunnsamur.” (Sl. 111,4 & Sl. 145,8). 

5. Bið í væntan 

Vit biðja, tí vit trúgva, at Gud lurtar. Hann er hvørki fráverandi ella ikki áhugaður; nei, hann er nærverandi og uppmerksamur. Enski presturin, Paul Baynes (1573-1617) skrivaði soleiðis: “Lat okkum vera vís í hesum, at hann goymir okkara tár í skálum, goymir okkara bønir í bókum, og hevur tær frammanfyri sær.” Ímynda tær, at Gud goymir tíni tár (Sl. 56,9)! 

Okkara bønir fara ikki bara út í tóma luft. Tær eru hoyrdar og eru hjá Gudi, sum minnist til tær. Okkara bønir eru dýrabarar hjá honum, og eru sum “tár í skálum.” Hann hevur eina “minnisbók” – fylta við okkara bønum. Vit kunnu líta á, at Gud hoyrir okkara bønir og at hann svarar teimum. 

Hesi fimm sjónarmiðini viðvíkjandi bøn ganga aftur í øllum puritanskum bókmentum. Men tær nema bert við yvirflatuna av øllum innliti og vísdómi, sum vit kunnu finna um bøn. Um tú hevur hug at lesa meira um tankarnar hjá puritanarunum, so kann eg viðmæla hesar bøkur (á enskum): John Bunyan – Prayer; Thomas Goodwin – The Return of Prayers; Matthew Henry – A Method for Prayer og Robert Hill – The Pathway to Prayer and Piety. 

Bøn er eins umráðandi hjá teimum kristnu í dag, sum hon var fyri 400, 800 og 1200 árum síðani. Lat okkum fáa íblástur frá andaligu undangongumonnunum, hvussu vit kunnu læra andaligu dygdina – bøn.