Fimm tekin um veking í Evropa

Eftir-kristiligt. Sekulært. Ein glataður heimspartur. Hesar eru nakrar av orðingunum, sum oftast verða nýttar at lýsa kristindómin í Evropa. Hóast tað, so eru fleiri og fleiri sum trúgva, at Gud ikki er liðugur við sítt verk í Evropa. 

“Ein endurnýggjaður andaligur hungur, nýtt bønarvirksemi, nýggjar hættir at skipa kirkjur og tilflytarakirkjur við veking eru alt tekin um vón í okkara heimsparti í dag”, skrivar fyrrverandi leiðarin í YWAM Evropa, Jeff Fountain. Tað hevði í øllum førum ikki verið fyrstuferð, at Gud broytti gongdina í einum heimsparti. Fyri fáum áratíggjum síðani lýstu protestantar Latínamerika sum eina missiónsmark. Í dag er økið ein virkin partur av missión, og kirkjan í Brasilia er tann, sum sendir næstflest trúboðarar út í heimin. Í 1900 búðu umleið níggju milliónir kristin í Afrika. Hvør kundi nakrantíð ímyndað sær, at tað í 2020unum vóru umleið ein hálv milliard kristin í heimspartinum?

Avbjóðingarnar fyri missiónsarbeiðini í Evropa eru sera stórar. Heimsparturin hevur eitt serligt søguligt tilknýti til kristindóm. “Eingin annar heimspartur hevur verið so týðiliga útsettur fyri kristindómi í so langa tíð sum Evropa,” skrivar Jim Memory, økisleiðari í Lausanne Europe, í Europe 2021 Missiological Report. “Men júst sum Evropa varð fyrsti heimsparturin, ið varð kristnaður, so er Evropa eisini fyrsti heimspartur, sum verður avkristnaður.” 

LES EISINI  Tí kann #MeToo og #BlackLivesMatter verða ein hóttan í móti tíni trúgv

“Tó so, so fer í okkara tíð ein óvanlig endurevangelisering av Evropa fram. Her eru fimm mátar, sum vit síggja, at Guds verk fer framu í heimspartinum:

1. Diasporakirkjur 

Tilflytarar úr Latínamerika hava stovnað túsundatals kirkjur í Spania, Portugal og øðrum londum seinastu 30 árini. Tað er torført at finna ein evropeiskan stórbý, har hvørki ein stór spansk ella portugisiskt talandi kirkja er stovnað. Kinesiskar kirkjur eru eisini at finna nærum allastaðni. Tilsamans eru fleiri túsund Hvítusunnusamkomur stuðlaðar úr Afrika stovnaðar bara í Bretlandi.

2. Nýggjar kirkjur verða stovnaðar 

Ymisk netverk, trúðarsamfeløg og missiónsfelagsskapir eru eisini við til at stovna alsamt fleiri nýggjar kirkjur. Í Fraklandi hevur netverkið innan fronsk evangelikal (CNEF) sett sær sum mál at stovna eina evangelikalska kirkju fyri hvørjar 10.000 innbúgvar. Rørslan við at stovna nýggjar kirkjur í Fraklandi hevur havt við sær, at í miðal er ein nýggj kirkja stovnað um vikuna seinastu árini. “Vit ynskja at venda gongdini í kirkjuni í Evropa frá afturgongd og stillstøðu til vøkstur,” segði Øystein Gjerme, leiðari í M4 Europe, ein rørsla sum hevur ein dreym um at hvønn dag skal ein nýggj kirkja verða stovnað í Evropa.

LES EISINI  San Francisco – eitt døkt paradís, vegna herferðina ímóti samfelagsbygnaðinum

3 Ein bønarrørsla

J. Edwin Orr, sáli, sum var søgufrøðingur vekingar skrivaði, “tá ið Guð er tilreiðar at gera nakað millum sítt fólk, so setur hann tey altíð til at biðja.” Seinastu 20 árini hava fólk biðið alt samdøgrið í meira enn 22.000 bønarrúmum í 78 ymiskum londum, har tey flestu eru í Evropa. Í einum bønarrúmi í Augsburg í Týsklandi hava fólk biðið uttan íhald í 11 ár ella 110.000 tímar.

4 Størri einleiki millum kristin

Kríggið í Ukraina hevur ført til samstarv millum missiónsfelagsskapur, sum ikki er sæð áður. Netverk sum European Evangelical Alliance og Lausanne rørslan hava styrkt um sambandið og samstarvið. Í karismatiskum umhvørvum sæst eitt søguligt samstarv millum 29 ymiskar trúarbólkar og missiónsfelagsskapir í Norra, sum hava samlað 9000 ungdómar til The Send Norway, sum er størsta tvørkirkjuliga samlingin í meira enn 20 ár.

5 Næsta ættarliðið  

Í mai í ár savnaðust 13.000 ung í Týsklandi til Christival, ein ráðstevna fyriskipað av einum tvørkirkjuligum netverki, sum hevur røtur aftur til Jesus Movement (Jesus rørsluna). 3000 lesandi úr 68 ymiskum londum samlaðust til Revive Europe fyri at biðja um eina veking ímillum teirra javnaldrar. Guð vekur upp eitt nýtt ættarlið av evropearum, sum leingjast eftir at møta Jesusi. Tey gerast meira og meira opin fyri andaligum samtalum og bønum, har tey serliga leita eftir einum felagsskapi, tey kunnu vera partur í.

LES EISINI  Ungar gentur í vesturheiminum stríðast sálarliga

Kelda: https://cne.news/article/3033-five-signs-of-christian-revival-in-europe

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina