Forfylgingin tekur til í Nicaragua  

Hesi seinastu fýra árini hevur katólska kirkjan í Nicaragua verið útsett fyri yvir 190 tilburðum av herverki ella  álopum og eisini hevur forseti landsins, Daniel Ortega útsett katólskar prestar fyri veruligum atsóknum.

Hetta skrivar felagsskapurin, Aid to the Church in Need (CAN) á síni heimasíðu. Sambært ACN er Nicaragua sostatt tað landið í Latínamerika, har støðan um forfylging er ringast.

Og tað eru ikki bert kristin, ið verða forfylgt. Øll, sum Ortega kennir seg hóttan av, ger hann seg inn á ella tveitir tey rætt og slætt út úr landinum. Fyrst í hesum mánaðinum(juli) bannaði stýrið í hesum landi 101 felagsskapir við lóg. Millum hesi er ein nunnufelagsskapur, sum varð stovnaður av Móðir Teresu. Í juni vórðu tríggjar katólskar sjónvarpsrásir latnar aftur, og biskupur Rolando Alvarez Lagos hevur verið fyri eini persónligari jagstran av løgregluni, ið eitt nú ein heilan og samfullan dag eltu hann, bæði í kirkjuni og undir einari privatari familjuvitjan.

LES EISINI  Norðurkorea sýnir heiminum nýmótans krígsvápn; 75.000 kristin handan rimarnar

Vit kunnu ikki steðga við at tala 

Í eini prædiku sunnudag 3. juli segði Rolando Alvarez Lagos, biskupur, at kirkjan ikki kann gevast at tosa um tað, vit hava sæð og hoyrt. Hann helt fram: – Vit skulu verða trúboðarar vónarinnar í okkara Nicaragua. Við Jesusi hava vit sæð, hoyrt og kent, at alt kann vera øðrvísi. Longu tá gjørdi hann tær nýggju tíðirnar galdandi, og hann minti okkum um ein serligan eginleika sum menniskjur, ið vit rættiliga ofta gloyma: Vit eru skapað til ta fyllu, ið bert verður nádd í kærleika.

Rolando Alvarez Lagos, biskupur

Aftaná staðfesti Rolando Alvarez Lagos, biskupur, at onki samfelag kann liva uttan fyrigeving millum øll og uttan evnini at síggja hvønnannan í eyguni fyri at “skapa nýggjar tíðir, ið vakja eina trúgv, ið er før fyri at fremja skapandi virksemi og áræði fyri at skapa felagsskapir av monnum og kvinnum, ið fremja brøðralag og sosialt vinalag, virðing, næstrakærleika, blíðskap og læra at taka ábyrgd fyri egnum veikleikum eins og veikleikum hjá øðrum”. 

LES EISINI  Katolikkar í Kina enn meira forfylgdir eftir avtalu við Vatikanið

Tær útriknu nunnurnar tæntu nøkrum av landsins fátækastu og veikastu íbúgvum og róku eitt heim fyri eldri, eina vøggustovu fyri børn hjá neyðstøddum mammum og ein kreppudepil fyri børn, sum foreldrini vóru rýmd frá og somuleiðis eisini offur fyri misnýtslu. Hetta arbeiðið steðgar nú og leggur tískil eftir seg hópin av menniskjum í álvarsligari neyð. Nunnurnar eru komnar til Costa Rica, har tær enn biðja fyri, at tær kunna fáa loyvi at venda aftur til teirra tænastu og gerning í Nicaragua.  

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina