Føroyingur í Litava við sjey flóttum

Í havnabýnum Plunge í Litava býr og arbeiðir argjamaðurin, Jóannes M. Hansen, sum hevur keypt egið flakavirki og hevur 250 fólk í arbeiði. Ímillum hesar eru sjey ukrainskir flóttar.

Í flest øllum menniskjum á okkara leiðum er tað ein partur av okkara uppvøkstri og kristnu læru at hjálpa, har ið neyðin svíður sum svøllurin. Einkjan, sum gav alt, hon átti, er í Bíbliuni ein varði á hesi leið, sigur Jóannes.

Kríggj førir altíð til menniskjaligar vanlukkur, har ósek fólk verða fyri órætti, og í ringasta føri lata lív í einum meiningsleysum bardaga, har tað sjáldan er nakar vinnari, men altíð taparar, sjálvt um ein vinnari sigur seg hava vunnið.

Litavska søgan

Felags fyri hesi trý baltisku londini, Ukraina og Póland er at tey í fleiri tíðarskeið hava verið hersett av Kreml.

Søgan gongur aftur til miðøld og enntá longur aftur fyri at fáa fatur í tí rætta endanum viðvíkjandi týdninginum av einum frælsi, sum øll hesi grannalondini til núverandi Russland í øldir hava barst fyri.

Eitt nú Póland og Litava vóru ikki til frá 1789 til endan av 1. Veraldarbardaga, tá ið tey gjørdist tvey ymisk lond aftur við egnari stjórnarskipan og egnum flaggi.

Flaggið hjá Litava er frá 1918 við einum gulum ovara borda, einum grønum borda í miðjuni og einum reyðum borda niðast. Flaggið er ein sterkur symbollikkur um frælsið, ið varð afturvunnið frá russum. Tann guli liturin merkir sólin, sum skínur á skógina, ið er 65% av landinum, og so á alt blóðið, sum varð ofrað fyri afturvunnum frælsi.

“Frælsið er teirra lív. Uttan frælsið er tað deyðin.”
Jóannes M. Hansen

Jóannes heldur fram og sigur, at frælsið hjá teim baltisku londunum og Pólandi saman við øðrum eystureuropeiskum londum gjørdust stokkut.

Molotov-Ribbentrop avtalan í 1939 var ein býtishandil, har tey baltisku londini vórðu latin í býti aftur til Russlands, so tey baltisku londini vóru saman við Pólandi aftur hersett. Póland av týskinum og seinni av russum, meðan Litava varð fyrst hersett av russum í 1940, síðani av týskinum í 1941, og so aftur av russum í 1944.

Frá 1941 til 1944 vóru so at siga allir jødar í Litava tiknir av døgum, antin í sjálvum Litava ella í týningarlegum. Teir vóru 300.000 í tali.

Litava var tað fyrsta lýðveldið í gamla Sovjet, sum fekk frælsið aftur. Hetta var í 1990.

Litava gjørdist limur í NATO- og EU í 2004, og er tí vart av “musketer-eiðinum” hjá NATO.

Í frælsisbardaganum hjá teim baltisku londunum gjørdu einir 2 milliónir íbúgvar í Litava, Letlandi og Estlandi eina frælsisketu í 1988, sum rakk frá Vilnius til Riga og síðan til Tallinn. Ketan var 600 km til longdar, og øll sungu frælsissangir.

Hendan hendingin er síðan nevnd “Syngjandi kollveltingin”, sum styrkti eina felagskenslu fyri frælsi.

Meðan Katarina tann Stóra ráddi fyri borgum og alla 19. Øld var neyðin stór í Litava, og fólk flýddu yvir um hav til USA. Tí er Chicago í dag næststørsti býur av litavum. Einar 600.000 í tali, meðan Vilnius er 700.000.
Millum aðrar eru Bob Dylan og Leonard Cohen litvakkar. Ein litvakkur er litavi av jødiskum uppruna, sum flýddi.

Egið flakavirki

“Sjálvur havi eg havt tey baltisku londini sum marknað síðani 1994 og havi síðani arbeitt í hesum trimum londum. Í 2006 keypti eg eitt flakavirki í einum býi í Litava, sum hevur eins stødd í fólkatali sum Havnin, tvs umleið 22.000 fólk, býurin eitur Plunge, og liggur einans 80 km frá markinum til Kaliningrad, sum er tann gamla eysturpreussiska enklavan, sum tá æt Koeningsberg.” heldur Jóannes fram.

Virkið hevur 250 fólk í arbeiði, og er tað virkið í býnum, sum hevur næstflest fólk í vinnu.

Við virkið í Plung
Argjamaðurin, Jóannes M. Hansen

Á mínum virki eru tey sera nógv merkt av søguni við russiskari herseting. Tey allarflestu hava havt teirra forfedrar í arbeiðslegum í Sibiria, har hitin um summarið kom upp móti teim 45 stigunum, og um veturin 45 kuldastig.

Tá nú Ukraina verður hersett av Kreml, so standa øll saman sum ein maður at hjálpa.

Upptøkurnar av einum russiskum hervogni, sum skiftir kós á alfaravegi og koyrir yvir ein bil við ósekum ukrainum, mintu tey á eina líknandi hending í Vilnius í jan. 1991, tá ið russurin aftur royndi at hertaka landið. Tá koyrdi ein russiskur hervognur inn í eina fólkamongd, har fleiri litavar lógu undir og 13 lógu eftirá í hesum samanbresti. Men russurin tapti, og litavar vardu sítt frælsið, men altíð við blóði.

Eg nevni hetta, tí allir grannarnir hjá Russlandi hava sama hugburð, tá ið tað kemur at verja frælsið.

Ongin vil hava tann russiska jarnhalan aftur at ráa fyri borgum. Og frá øllum heraðshornum í Litava verður ein mintur um, hvussu neyðarsligt frælsið kann vera, um ein ikki stendur saman sum ein maður og hjálpir har, ið hjálpast kann.

Ukrainskir flóttar

Við hesi sannroynd og søguni sum førning, fóru bussar og bilar til tað pólska markið at heinta flóttar til Litava.

Einir 54.000 flóttar eru komnir til Litava. 20.000 av hesum eru børn og ungdómar…. Allir menn millum 18 og 60 skulu vera tøkir til herin.

Í Plunge hava vit 400 flóttar, og á mínum virki havi eg 7 flóttar til arbeiðis. Av hesum eru tvær mammur við tannáringum. Ein mamma hevur tveir synir uppá 13 og 16 og ein mamma hevur eina gentu uppá 13 ár.

Eg fái ikki tikið fleiri, tí eg havi onga staðir at hýsa teimum. Tað eru sera fáar íbúðir og hús til taks í Plunge. Í fyrstu atløgu kom mamman við hesum báðum dreingjunum og tvær kvinnur fyrst í 30’unum.

Mamman við eplunum og 150 kr og synirnir

Mamman hevði nøkur epli við og 150 kr. Vit góvu teimum fisk heim við fyrsta kvøldið, men mamman var ov stolt til at taka ímóti, og vísti okkum eplini og peningin. Tað var hjartanemandi, men vit fingu hana so yvirtalaða at taka fiskin, tí dreingirnir skuldu hava okkurt at eta.

Hesar báðar damurnar, sum komu sama dag, flýggjaðu yvir háls og herðar, tá ið russurin nærkaðist. Ongin vil verða offur hjá tí russiska hermanninum, sum er púra hjarta- og eirindaleysur í sínum gerningum.Hesi fyrstu vóru úr Kiev, meðan hini vit hava eru úr tí eystara partinum. Tey arbeiða øll hjá okkum, fáa fulla løn, og búgva í íbúð, sum virkið eigur.

Tað gongur væl. Ja so væl, at amman at dreingjunum segði, at hon vil hava mannin og elsta sonin til Litava at arbeiða, tá ið kríggið er av. Dreingirnir ganga í skúla, og øll fáa málundirvísing í litaviskum máli fyri at samansjóða tey við tey lokalu. Eisini hava dreingirnar fingið vinmenn, ganga til ítrótt og onnur tiltøk, ið standa teimum i boði.

Alt samfelagið í Plunge er við til at hjálpa hesum 400 flóttunum við arbeiði, innivist, mati, klæðum og frítíðartilboðum.

Kommunan letur lummapening til børn og tannáringar, soleiðis at tey ikki eru fyri vanbýti millum tey litavisku børnini. Trupulleikin hjá kommununi hevur verið at fáa barnagarðspláss til øll børnini í tí aldrinum. Uttan barnagarðspláss sleppa mammurnar ikki til arbeiðis, og har hevur staðið á.

Stuðul til ukrainsk flóttafólk er ikki bert alt hetta, eg havi nevnt. Í  øllum býum í Litava verður flaggað við teim litavisku og ukrainsku fløggunum saman, soleiðis at ein á henda hátt virðir teirra rætt til frælsið ájavnt við litaviska frælsið. Soleiðis geri eg eisini mun á mínum virki, har Merkið hongur i húnar hátt saman við tí litaviska flagginum, tí ukrainska og EU-flaggið. Á hendan hátt merkja tey okkara stuðul við kensluni av at vera vælkomin sum flótti. Annars eru teir gulu og bláu litirnir alla staðir at síggja frá borðprýði á matstovum og blómur í urtagørðum vm.

Í løtuni koma ikki nógvir flóttar, men heldur gongur streymurin hin vegin nú. Fólk fara heim aftur.

Ukrainar eru eitt stolt fólk, og vilja avgjørt ikki verða ein byrða fyri nakran. Tey eru serstakliga røsk at arbeiða og koma væl út av tí við okkara lokalu. Fleiri av mínum vinfólkum hava vinfólk í Ukraina. Millum annað hava dansibólkar við børnum innan fólkadans úr Ukraina og Georgia vitjað í Plunge. Foreldur koma við. Og so hava børnini í Plunge verið í Ukraina og sansað. Nøkur av hesum vinfólkunum búgva í Odessa, og eru nú undir álopi.

Tað verður samskift hvønn dag, og eisini eru pakkar farnir niður til hesi vinfólkini.

Um støðan versnar har niðri, so eru tey klár at flýggja til Moldava, og fara vit so á ein ella annan hátt at herberga hesari familjuni í Plunge.

Sum sagt, so havi eg hesar flóttar undir mínum veingjum, men hetta er bert ein dropi í havinum, tá ið vit hugsa um tær 4-5 milliónirnar, sum nú eru flóttar í grannalondunum hjá Ukraina.

Men eins og einkjan í Bíbliuni, so røkkur ein bert at hjálpa við tí, ið ein hevur. Men tá ið fleiri gera tað sama, ja, so kann ein hjálpa øllum teim 4-5 milliónunum, sum nú eru rikin burtur úr teirra heimlandi.

“So hetta er mín áheitan til alt kirkjuliðið á Argjum og Føroya fólk at hjálpa við tí, ein hevur. Hjálpin er sera kærkomin hjá øllum hesum neyðars flóttum, sum enn liva í vónini at koma heim aftur til eitt afturvunnið frælsi,” sigur Jóannes at enda.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina