Frælsur í fangahúsi

”Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir” (Jóh 8,36).

”Sjálvt um eg eri í fangahúsi, so kenni eg meg meiri frælsan nú. Eg eri ikki bangin fyri nøkrum, tí eg veit, at Jesus er komin at kalla tey sjúku og falnu. Her í fangahúsinum havi eg frá Jesusi fingið ein frið, sum eg ikki hevði, áðrenn eg varð settur fastur.”

Orðini eigur ein iranskur fangi, sum situr í Vestre Fængsel í Keypmannahavn. Hann er ákærdur fyri at hava selt stórar mongdir av kokain.

Fangin var upprunaliga muslimur og kallaðist Mohammed. Hann hevur broytt navn til Petrus, eftir at hann gjørdist kristin. Í fangahúsinum lænti hann eina Bíbliu og byrjaði at lesa. Hann gjørdist ein persónligur kristin við at lesa í henni. Hann hevur lisið Bíbliuna 40 – 45 ferðir frá byrjan til enda.

Petrus tosar fegin við fangarnar um Jesus, frelsara sín, og um Bíbliuna. Hann biður fangarnar ímynda sær, at teir leita eftir einum skatti – friði og frælsi. Teir hava hvørki lykilin ella loyniorðið til skattin og halda tí, at tað er ógjørligt at finna hann. Men tað er tað ikki. Petrus veit, at Bíblian er lykilin, og Jesus er loyniorðið til tann sanna friðin og frælsið. Henda skattin kunnu øll finna, segði hann at enda við ”Nyt fra det danske Bibelselskab”.

LES EISINI  Er missiónin ein spennitroyggja?

Jesus segði: ”Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir.” Jødarnir svaraðu, at teir vóru eftirkomarar Ábrahams og høvdu aldri verið trælir hjá nøkrum. Tá segði Jesus: ”Hvør tann, sum ger syndina, er trælur hjá syndini.” Her tosar Jesus til samvitskurnar. Har, sum syndin ræður, verður hon harri yvir viljanum og førir síni offur út í synd – omaná synd. Hetta var áðurnevndi fangin eitt gott dømi um.

Jødarnir trúðu, at av tí at teir vóru Ábrahams børn, so hoyrdu teir sjálvsagt við til ta útvaldu familjuna, sum hevði sáttmálarnar og harvið átti signingina. Henda sannroynd gav teimum tó onga atgongd til ta náði og signing, sum Guds sonnu børn eiga, tí tey eru ein andalig familja við trúnni á Kristus.

Við at vera Ábrahams børn vóru teir ”bara” trælir í húsinum og ikki synir. Trælirnir kendu seg ótryggar, vóru ikki verandi í húsinum og vóru arvaleysir, mynd av heimsins børnum. Synirnir vóru frælsir, áttu fast pláss í húsinum og arvaðu. Teir eru ein mynd av Guds sonnu børnum, sum við at hava tikið ímóti Jesusi hava fingið náði, frælsi, barnakor og arvarætt í Guds æviga ríki.

LES EISINI  Nýggjársdag fer Jesus undir okkara byrðu

Bert eina hjá Gudi satt frælsi er
fyri syndarum ørmum at finna;
bert Guds sonur syndarar fríar ger,
so frælsi satt teir kunnu vinna.
(MS 316)

 

Úr andaktsbókini “Dýrur longsil”, Heimamissiónsforlagið 2006

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina