Frágreiðing frá kristnum í Ukraina

Alt meðan bardagarnir herja í eystara og í sentrala partinum av Ukraina royna nógvar av landsins kirkjum at hjálpa fólki, ið eru komin illa fyri av krígnum. Ein av teim mongu avbjóðandi uppgávunum er at taka sær av  mongu flóttunum, sum í hesum tímum koma til vestligu økini av landinum, har støðan enn er meira friðarlig. 

Flóttafólkini hava ikki nógvar persónligar ognarlutir við sær og mangla so at siga alt. Í øllum samkomum og kirkjum í vestara parti av Ukraina stríðast tey tí í hesi løtu við at fáa til vega klæði, mat og tak yvir høvdið til allar hesar flóttar.  

Úr einum av hesum býum siga starvsfólk í kirkjuni, at tey júst hava tikið ímóti fyrsta tokinum við flóttafólki úr hinum endanum av landinum. -tey komu uttan bilar, og vegirnir um landamørkini eru á tremur av fólki, so júst nú hava tey ongastaðni at fara, verður sagt frá eini samkomu, ið nú hevur leiklutin sum eitt av høvuðsskrivstovunum í býnum til at handfara flóttafólk. Samstundis biðja tey um forbøn fyri starvsfólkini, ið ikki hava fingið nakra hvílu í rættiliga langa tíð. Tey greiða frá, at tey hava givið upp móti 1000 flóttum innivist í eini ítróttarhøll í økinum. Nógv fólk arbeiða allar tímarnar á døgninum fyri at útvega mat og madrassur til teir mongu flóttarnar.  

FAKTA
Hóast støðan í vestara parti av Ukraina júst nú má sigast vera nøkurlunda trygg, so er tað kortini ómøguligt at siga nakað um, hvussu tað sær út har um bert fáar dagar. Trúboðin hevur tí av trygdarávum valt ikki at nevna støð og nøvn á brøðrum og systrum í Ukraina. Nøvn  og støð eru kend á redaktiónini.

Á Facebook ber ein af samkomuleiðarunum fram sína hjartans tøkk, hóast truplu støðuna: – Takk Jesus, at vit kenna tína nærveru so týðiliga, skrivar hann og heldur fram við at sitera úr Markus 25:35-36: Tí at eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær; eg var nakin, og tit klæddu meg; eg var sjúkur, og tit vitjaðu meg; 

Eitt annað stað í Ukraina, hava frú M og tey fólk, hon er saman við eisni fingið úr at gera. Hon var júst vend aftur til landið dagin fyri, at álopini byrjaðu. -Kanska ímyndar tú tær, at vit sita í skotum og eru fjálturstungin júst nú, sigur frú M og heldur fram: Men so er ikki. Vit savnast sum trúgvandi fyri at biðja og tilbiðja. Vit eta saman. Vit syrgja fyri teimum, ið verja land okkara og býta mat og Bíbliur út, føði til likams og sál. 

-Millum okkum eru ukrainarar úr Donezk, ið mistu heim sítt í krígnum í 2014. Eisini ein kvinna úr russiskt hersetta Moldava. Ein kvinna við dóttur, ið ber likamligt brek. Ein 94 ára gamal ukraini, ið hevur verið ígjøgnum Annan Veraldarbardaga, Sovjetsamveldið og tvær ukrainskar kollveltingar, og sum nú ikki far seg til at trúgva, at hann nú skal vera vitni til enn eitt kríggj. 

Frú M greiðir frá, at hon og maður hennara aldri hava verið meira errin og glað fyri, at Gud kallaði tey til tænastu í Ukraina: – Vit royna ikki at vera hetjur. Vit latast ikki, sum um vit eru djørv. Vi lata rætt og slætt lív okkara upp í hendur Guds. Tað er tað lættasta í heiminum at gera. Og hann ræður i hjørtum okkara og gevur okkum ein frið, ið ber av øllum viti.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina