Framførsla: Jesus, tú Guds lamb.

Vit hava fingið hetta filmsbrotið úr Suðuroynni. Upptøkan er úr Hovs Kirkju og úr urtagarðinum hjá Fríðbjørg og Niels Hammer.

Borgfríð Fonsdal Johannesen og Hanna Fonsdal Højgaard spæla og syngja ’Jesus, tú Guds lamb’ ella ’Tú ert mín styrki og mín borg’, sum sangurin eisini verður nevndur.

Myndir og leikstjórn: Daniel Fonsdal Mikkelsen og Dagny Fonsdal Højgaard.

Vit á Trúboðanum ynskja fegin at fáa fleiri filmsbrot sendandi frá okkara lesarum, og tí fara vit at avdúka ta einfaldu uppskriftina uppá, hvussu man filmar og klippir eitt slíkt filmsbrot. So vóna vit, at fleiri vilja royna seg í at eftirlíkna hesum filmsbroti frá hesum ungu. Tað skal nevniliga ikki meir til enn tvær telefonir, eitt stað at taka uppá, og sjálvandi ein sang, ið man vil deila!

  1. Fyrst funnu tey eitt gott stað at taka uppá. Her valdu tey eina kirkju, ið hevði lítlan rúmklang.
  2. Síðani varð sangurin tikin upp á telefonini, sum tey so sendu til hina telefonina.
  3. So fóru tey útum
  4. Uttanfyri tóku tey upp umaftur, har onnur telefonin tók film og hin spældi ta fyrru upptøkuna umaftur. Tað kann vera smart at hava ein lítlan bluetooth-hátalarar til tað. Á henda hátt fingu Hanna og Borgfríð sungið og spælt í akkurát sama tempo sum á tí fyrstu upptøkuni, meðan tær nú filmaðu fyri aðruferð – og munnrørslan og gittarspælið rigga saman óansæð um myndirnar eru inni í kirkjuni ella í urtagarðinum.
  5. Eftir hetta hava tey, gjøgnum wetransfer.com, sent okkum báðar upptøkurnar til mailadressuna: Trubodin@mission.fo
  6. Á Trúboðanum hava vit lagt báðar upptøkurnar saman og stilla ljóðið eitt sindur. Um man sjálvur hevur eitt software til videoredigering, kann man eisini gera tað sjálvur.
LES EISINI  Hevur tú hús títt á klettin bygt
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina