“Fríluftsmissiónin” í Danmark 25 ár

Í vikuni vóru 25 ár liðin, síðani danska “Friluftsmissionen”, sum fleiri føroyingar kenna væl, varð stovnað. Hon er partur av altjóða “Open Air Campaigners International”, sum er kent fyri at boða gleðiboðskapin úti á almennum støðum, so sum gongugøtum, torgum, parkum og so framvegis.

Endamálið við “Fríluftsmissiónini” er at gera Kristus kendan fyri øllum menniskjum allar staðir. Fleiri føroyingar kenna væl rørsluna. Ein av oddamonnunum, trúboðarin Torben Østermark, hevur mangan talað í føroyska arbeiðnum í Eliaskirkjuni í Keypmannahavn, og hevur eisini vitjað í Føroyum fleiri ferðir. Eitt skifti sat Atli Rasmussen, sum eisini var virkin í Eliaskirkjuni, í stýrinum, og núverandi formađur er Jóannis Fonsdal, sum er prestur í Emdrup Kirke.

Hesi 25 árini hevur “Fríluftsmissiónin” verið við til at bera kristna gleðiboðskapin fram á mongum støðum. Umframt á gongugøtum og torgum, ikki minst tá fólk fara í býin um kvøldarnar, so eisini til afturvendandi stór tiltøk, so sum Gospel á Bakkanum í Klampenborg norðanfyri Keypmannahavn, Jesperhus Gospel á Mors og Gammelbro Camping í Haderslev. Eisini hava tey javnan skipað fyri skeiðum, har ein lærir at bera boðskapin fram á ein einfaldan hátt, sum fólk skilja.

Danska “Friluftsmissionen” er partur av altjóða “Open Air Campaigners International”

Danska rørslan hevur eisini verið við til at stovna líknandi arbeiði í millum annað Noregi og Letlandi, og starvsfólk teirra hava eisini borið gleðiboðskapin fram í eitt nú Svøríki, Finnlandi, Estlandi, Litava, Rumenia og so Føroyum.

LES EISINI  Í dag er ein góður dagur at tæna Harranum

Í løtuni eru trý fólk í starvi sum evangelistar, umframt óløntar evangelistar, og arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.

25 ára dagurin verður hátíðarhildin við einum skeiðsdegi og einum veitslukvøldi í Vejle 21. september.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina