Fylkingarmaðurin, Ásbjørn Jacobsen, fyltur 70

Stóri strategurin og oddurin í sjálvbodna arbeiðinum innan Fólkakirkjuna í áratíggju, Ásbjørn Jacobsen, vorðin 70. 

Ásbjørn varð føddur í Leirvík 15. november í 1952, einkarbarn Katu, fødd Hansen, og Petur Adrian Jacobsen bæði úr Leirvík. Ásbjørn giftist Óluvu Houmann úr Oyndarfirði í Leirvíkar kirkju 1975, og hava tey búð í Leirvík øll árini. 

Bara 14 ára gamal fór Ásbjørn í læru sum elektrikari hjá Frants Petersen í Runavík, og fekk hann sveinabræv 18 ára gamal. Hann arbeiddi uml. 3 ár sum sveinur, og fór so til Telefonverkið (Føroya Tele) sum montørur í uml. 3 ár. 21 ára gamal, í 1973, stovnaði hann el-handil í heimbygdini, EL-BÚÐIN. Í 1978, fluttu tey í nýggj hús, har tey lótu upp matvøruhandilin ÁSVA í kjallaranum. Í 1991 góvust tey at handla og seldu handilin. 


Alt lívið hevur tó tað kirkjuliga felagsarbeiði fylt Ásbirni alt lív hansara, og tað er haðani, at vit kenna hann. 

Tá ið nýggj kirkju- og missiónsøga verður skrivað, kemur Ásbjørn Jacobsen at standa sum maðurin, sum meira enn nakar skipaði tað sjálvbodna arbeiðið í landi okkara. 

9 ára gamal gjørdist Ásbjørn limur í KFUM-skótunum, Leirvíks Páll. Hann var ógvuliga virkin í staðbundna arbeiðnum í heimbygdini og seinni í landsarbeiðinum hjá KFUM-skótunum, og varð hann valdur fyrsti skótaráðgevin har umleið trý ár fyrst í 1980-unum. 

Frá skótunum fór Ásbjørn inn í landsarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Í 1985 varð hann settur í starv sum sunnudagsskúlaráðgevi. Í tí sambandi varð hann sendur á bíbliuskúlan á Børkop 1985-1986. Í 1988 gjørdist hann hálva tíð ráðgevi hjá sunnudagsskúlanum og hálva tíð skrivari hjá Heimamissiónini. Í 1990, sama árið, sum Heimamissiónin gjørdist sjálvstøðug frá Indre Missión í Danmark, varð Ásbjørn Jacobsen kosin fyrsti aðalskrivarin í heimamissiónsrørsluni. Har var hann til 1995. Formenn í høvuðsstýrinum hesi fyrstu árini, rørslan skuldi finna sítt egna stev, vóru prestarnir báðir Jákup Kass og Høgni Poulsen og Hera Tróndheim, lærari. Sum aðalskrivari knýtti Ásbjørn landsarbeiðið hjá rørsluni saman, skipaði tess arbeiðsgreinir við landsnevndum og oddafólkum, samstundis sum hann var blaðstjóri á Trúboðanum. Saman við Jákupi Kass, sum eisini var formaður í bygginevndini, var Ásbjørn høvuðsoddur í byggingini av Leguhúsinum í Nesvík. Seinni varð hann eitt skifti undirvísingarráðgevi í Heimamissiónini. 

Saman við heimamissiónsarbeiðinum hugsaði Ásbjørn eisini um útimissiónsarbeiðið, og stovnaði hann saman við øðrum Føroysku Ísraelsmissiónina 1992. 

LES EISINI  Aksel Jacobsen í Havn 100 ár

Frá Heimamissiónini vóru boð eftir Ásbirni í diakonalu systirrørsluni hjá Heimamissiónini, Blái Krossur Føroya. Hann gjørdist fyrsti aðalskrivari tess í 1995, har hann umskipaði arbeiðið úr nøkrum staðbundnum arbeiðum til eitt landsumfatandi arbeiði. Hann gavst sum aðalskrivari har í 2003 og helt á eitt skifti har sum kunningarráðgevi. 

Eftir hetta tókst Ásbjørn við ymiskt sjálvstøðugt arbeiði sum sølumaður, koyrdi vørukoyring o.a., til heitt varð á hann, at umsita og leiða parttíð tað vaksandi arbeiðið hjá Føroyska Bíbliufelagnum. Hann gjørdist fyrsti aðalskrivarin har í 2013, og sat hann til 2016, tá ið hann gjørdist parttíðar kunningarfólk hjá felagnum. 

Hóast pensjónsaldurin varð náddur, vóru aftur boð eftir honum. Lærusveinaskúlin PODAS Ekklesias, sum varð stovnaðu í 2008, kallaði Ásbjørn at skipa og styrkja eisini tað arbeiðið. Síðan 1. januar 2020 hevur Ásbjørn verið partíðarsettur aðalskrivari hjá PODAS. 

Umframt hetta, hevur Ásbjørn Jacobsen verið deknur í Leirvíkar kirkju í eini 10 ár og síðan 1977 fastur sangari við jarðarferðir. Eisini hevur hann verið limur í stýrinum fyri Leirvíkar missiónshús í umleið 20 ár, harav 6 ár sum formaður. Um sama mundið, sum Leguhúsið varð bygt, var Ásbjørn eisini undangongumaður at byggja bygdarfólki sínum nýggja missiónshúsið. Saman við øðrum, skipaði hann fyri Leirvíkskórinum í seinnu helvt av 70-unum og nøkur ár fram. ‘


At tæna og at leiða hevur Ásbjørn ikki frá fremmandum. Pápi hansara, Petur Adrian, var formaður í stýrinum í Leirvíkar missiónshús í mong ár, og abbi hansara í móðurætt, Hans Andrias Hansen úr Mikkjalshúsi í Leirvík, var somuleiðis formaður í áratíggju. Hann var giftur Malenu, fødd Eliassen, úr Hússtovu í Mikladali. Hans Andrias var snikkari, og Petur Adrian útróðrarmaður. 

Í missiónshúsinum eins og í barnaheimið og heima hjá Hans Andriasi og Malenu kom Ásbjørn ungur eisini at kenna til trúboðararnar og onnur vitjandi hjá Heimamissiónini eins og tað virkna leikfólkið í rørsluni, sum tók lut við sangi og spæli, talu og vitnisburði. 

Foreldrini, Petur Adrian og Kata, høvdu unga piltin við sær í kirkju og á møti og í øllum, sum hoyrdi til vegin. Gjøgnum samstarvið við Ásbjørn í fleiri ár, fylgdi eg teimum í aldurdómi teirra og kom eg at kenna tey nakað. 

Í foreldrum sínum sá Ásbjørn Jesus Krist í lívinum hjá mildu og elskuligu foreldrum sínum, sum í eyðmýkt og trúfesti tæntu Guds kirkju og missión í síni tíð. 

LES EISINI  Trina Viderø 100 ár  

Kata andaðist í juli 2019, 95 ára gomul, og Petur Adrian eitt knapt ár seinni í august 2020, 98 ára gamal. Tey untust at vera gift í 68 ára, 2 ár frá jarninum. Tey vóru tá elstu fólk og elsta par í Leirvík. 

Ásbjørn hevur sagt mær, hvussu foreldrini, tá ið lívskvøld teirra var farið at halla, hildu andakt saman við einum Guds orði og bøn – og so hesum sanginum í Missiónssangbókini, har tey takkaðu Gudi fyri frelsuna í Jesusi Kristi. 

Vit prísa tær Gud,
syngja fagnaðarsong 
til vár frelsara stóra, 
vár harra og kong. 

Og við niðurlagnum: 

Halleluja, tín er æran, 
halleluja, amen, 
kom og vitja okkum, 
frelsari, einaferð enn. 


Henda dagin, takki eg Gudi fyri Ásbjørn og Óluvu, sum eg havi havt ta gleði at fylgt í viðgongd og í mótgongd heilt frá tí, at Ásbjørn setti meg í starv í Heimamissiónini sum ungdómsráðgeva í januar 1994. Tað er eingin loyna, at Ásbjørn hevur verið ein seniorráðgevi mín alt mítt vaksna lív. Altíð til reiðar, altíð stuðlandi, altíð skjótur, altíð ærligur, altíð vælgjørdur, og altíð vitandi um tíðina, vit liva í, og altíð viljandi Guds orð. 

KFUM-skótarnir, Heimamissiónin, Blái Krossur, Føroyska Bíbliufelagið og PODAS standa í djúpari takkarskuld til henda mann, sum hevur tænt væl og trúfast í fótasporunum hjá fedrum sínum í Fólkakirkjuni og Heimamissiónini, men sum eisini hevur havt útsýni og virðing fyri øðrum kirkjum og samkomum her á landi. 

Takk fyri árini, eg havi fingið loyvi at arbeitt saman við tær, Ásbjørn, og hjartaliga takk, milda og vísa Óluva, sum altíð hevur tikið tær so væl av mær og givið mær so nógvar hugnaligar løtur á Áargarði 15, og fyri minnini øll, eg kann líta aftur á henda 15. novemberdagin í 2022. Eg veit, hvussu høgt Ásbjørn elskar og virðir teg, og eg veit, hvør dyggur stuðul tú hevur verið manni tínum. 

Hóast aldursmunin, so hava tit, og Kata og Petur Adrian, sálu, lært meg, at í Guds ríki er aldursmurin ikki veikleiki men styrki og signing. 

Mítt ynski fyri sjálvbodnu felagsskapirnir her í landi er, at teimum verður unt leiðarar við teimum visjónum og teimum virðum, tí trúfesti og tí ídni sum Ásbjørn Jacobsen hevur umsiti og leitt eftir heilt frá ungdómsárum til henda dag. 

LES EISINI  Trina Viderø 100 ár  

Eg vil enda við nøkrum orðum, sum Ásbjørn hevur sent mær í sambandi við 70 ára føðingardag sín. Hetta eru orð um, hvat hann gleðist um, hvat hann ynskir: 

“Eg gleðist, tá ið tað gongur væl í samfelagnum og í kirkju og missión, og tá ið fólk leggjast afturat, og tá ið yngri og nýggjar kreftir taka við. … Hægsta ynski mítt fyri Heimamissiónina, kirkjuna og Føroya land er, at vit halda fast við tað, sum er rætt og gott, og tann kristna arvin, vit hava fingið frá fedrum okkara: At Heimamissiónin framhaldandi verður ein bíbliutrúgv vekingarørsla í kirkju okkara. At kirkjan heldur fast við Bíbliunnar læru um synd og náði. At Føroyar sum land og fólk framhaldandi verður ein kristin tjóð og eitt kristið fólk. Eitt fólk sum nígur niður í bøn til sín Gud.” 

Og eftir at Ásbjørn hvønn dag í nøkur ár hevur lagt út bíbliuorð á Facebooksíðuni hjá Føroyska Bíbliufelagið, fólki okkara til uppbygging, avdúkar hann sítt yndisvers: “Tí at eg eri fullvísur í tí, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella kreftur, hvørki hædd ella dýpd ella nakar annar skapningur skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, harra okkara.” (Róm 8,38-39). 


Oman á alt tað, sum nevnt er, skal eg leggja afturat, at Ásbjørn Jacobsen hevur verið við í uppbyggingini av Háskúlanum í Nesvík frá tí, at fyrstu tankarnir vórðu sáddir fyri 20 árum síðan og tiknir fram aftur seinnu árini. 

Ásbjørn minnist aftur á bíbliuskúlan á Børkop sum bestu tíðina í lívi sínum, ein týðandi uppliving og andalig barlast. Somu ynskir hevur hann til nýggja háskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Og somu ynski hevur hann eisini til PODAS Ekklesias og ta undirvísing og boðan, sum kirkjur og samkomur bjóða okkara unga fólki. 

Føgur var fjøldin, ið forðum fann
frelsu í fedranna kirkju, 
nú kemur framtíðin okkum ann, 
kristnaður ungdómur einans kann 
vera vár vón og várt virki. 

Bergur Debes Joensen 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina