Poddkast: Samrøða við Ásbjørn Jacobsen
Leguhúsið í Nesvík hevur nú komandi ár 30 ár á baki, og nógv virksemi hevur verið har líka síðan, húsið varð tikið í nýtslu á fyrsta sinni í 1993, um vit síggja burtur frá farsóttarárunum 2020-2021. Fyrstu legurnar vórðu kortini hildnar árið fyri, at húsið stóð liðugt, og tað vil siga, at fyrstu summarlegurnar í Nesvík í roynd og veru vóru hildnar fyri júst 30 árum síðan, ella á sumri í 1992.
Tí hava vit leitað okkum aftur í arkivini í Nesvík fyri um møguligt at finna áhugaverdar greinar, myndir og upptøkur frá hesum tíðarskeiði og frá árunum ímillum tá og nú. Í hesum sambandi hava vit fingið í lag at gera eina ljóðupptøku við Ásbjørn Jacobsen úr Leirvík, ið varð ein av oddamonnunum fyri, at Leguhúsið gjørdist veruleiki, so flestu summarlegurnar, sum áður høvdu verið hildnar desentralt í ymsum bygdum kring landið, nú allar uttan tvær vórðu savnaðar í Nesvík í staðin. Ásbjørn greiðir frá ymsum, ið eyðkendi fyrstu tíðina við hesum stásiliga bygningi, sum ikki so sjáldan varð hildið vera eitt av nýggju gistingarhúsunum í landinum. Ásbjørn sigur frá ymsum tilburðum, hann minnist aftur á, og sum hevur myndað hann sum persón og givið honum og øðrum hópin av ríkum løtum á hesum serstaka matrikli við Streymin.