Fyrrverandi ateistur doyptur sum 85 ára gamal

AUSTRALIA: Fyrrverandi generalguvernørurin Bill Hayden var svorin ateistur, inntil hann í 2014 fekk eina heilabløðing. Hann varð doyptur í eini katólskari kirkju tann 9. september í ár.
Bill Hayden var leiðari av Arbeiðaraflokkinum og kendur fyri sína ateismu. Sum generalguvernørur skuldi hann hava ovastu leiðsluna fyri skótunum í Australia. Men í 1989 boðaði hann frá, at skótalyftið, sum sigur, at “eg skal gera mítt besta fyri at gera mína skyldu mótvegis Gudi”, stríddi ímóti hansara sannføring.
Fyrrverandi politikarin upplivdi tó eina kúvending í samband við eina heilablðing í 2014. Á sjúkrahúsinum varð hann sannførdur um, at Gud fanst, millum annað gjøgnum ein vitnisburð frá eini 93 ára gamlari nunnu, skrivar Udfordringen.
Nunnan, Sister of Mercy Angela Mary Doyle, hevði vitjað han á sjúkrahúsinum, og Bill Hayden sigur, at hann altíð “kendi seg umfevndan og elskaðan gjøgnum hennara kristna atburð”.
Bill Hayden varð doyptur í St. Mary’s Church nærindis Brisbane. Í hesum sambandi segði hann: “Tað vardi ov leingi. Frá nú av vil eg vera heilhugaður.”