Fyrrverandi rúsevnisseljarar hjálpa misnýtarum
Shay Walters stóð til 22 ára fongsul fyri sølu av rúsevni. Men so bað hon til Guds...
– Í langa tíð gekk eg í eini endaleysari og óndari ringrás við misnýtslu av rúsevnum og rúsdrekka. Mítt lív var fullkomiliga ørt og miseydnað. Eg var har, ið tú óteljandi ferðir yvirdoserar og bert leingist eftir at doyggja, sigur amerikumaðurin, Rich Walters.
Men bæði Rich og konan Shay kunnu siga frá og vitna, at Gud enn setur menniskju í frælsi frá misnýtslu. Hjúnini starvast nú í felagskapinum, Peer Solutions í Parkersburg í West Virginia. Har stuðla tey 1. mió. fylgjarum á Facebook, har mong teirra hava misnýtslutrupulleikar, greiddu Shay og Rich frá til Prayerlink hjá CBN News.
Shay: Óteljandi yvirdosur og sjálvmorðsroyndir
Longu tá Shay var 25 ára gomul, kundi hon líta aftur á óteljandi yvirdoseringar og sjálvmorðsroyndir. “Eg var langt niðri og kendi ikki, at eg hevði nakra orsøk til at liva longur á hesi jørð. Hevði als onga vón.” segði hon til CBN News. Í 2015 varð hon handtikin og ákærd fyri 9 brot á rúsevnislógina og kundi síggja fram til ein fongsulsdóm upp á 22 ár.
Hetta fekk hana til í vónloysi at venda sær til Guds um hjálp.
– “Tá, júst í tí løtuni, tá eg var fullkomiliga ektað og eyðmjúk, rópti eg til Guds og bað hann um at leggja uppí í mínum lívi,” greiddi hon frá. “Gud var tann einasti, ið var saman við mær í klivanum, og tað knýtti meg til hann upp á ein heilt serligan hátt.”
Revaliderings-depil
Bæði Shay og Rich hava upplivað, at Gud vendi teirra lagnu, og tey brenna nú fyri at hjálpa øðrum. – Gud helt á við at halda okkum á lívi leingi nokk til at undrið kundi henda í lívi okkara, heldur Rich fram.
Í førinum hjá Rich og Shay er tað ein partur av undrinum, at tey sum fyrrverandi “samfelagsfíggindar” nú eru vorðnir samfelagsstuðlar, ið hjálpa øðrum. “Eg var í veruleikanum samfelagsfíggindi nummar 1 her í økinum, men nú sendir rættarskipanin fólk til okkara. Tey líta á, at vit kunnu hjálpa viðskiftafólki teirra, tá teir hava trupulleikar,” leggur Rich afturat.
Ein nýggjur møguleiki
Serstaturin West Virginia hevur annað plássið í USA – aftaná Vermont – av deyðum vegna yvirdosum. Í 2021 vaks mongdin av deyðum av yvirdosum við nærum 30% í øllum USA, meðan hetta sama talið í West Virginia vaks til 62%. Kortini trúgva Walters hjúnini, at Gud gevur menniskjum nýggjan møguleika.
”Ta grøðing, vit hava upplivað, er ikki okkara verk. Tað hendir, tí Gud fer inn í hvørja støðu saman við okkum,” greiðir Shay frá.
Nýggir hermenn úr dýpinum
Rich og Shay hava her fyri stuttum upplivað, at ein fyrrverandi satanistur er umvendur og hevur givið lív sítt til Harran aftaná at hava livað eitt lív í eini oyðandi ringrás við rúsevni, rúsdrekka og sjálvmorðsætlanum.
”Gud hevur fleiri ferðir kallað nýggjar “hermenn” upp frá dýpinum. Hann tók tveir av ússaligastu, harðligastu og ringastu misnýtarunum og gjørdi teir til lærusveinar,” skrivaði Rich á Facebook. “Gud ger út og nýtir sostatt tey ringastu í samfelagnum til at vinna sálir. Gud hevur bókstavliga framt eitt undur í lívi okkara. Vit eru reikandi og tosandi undur!”
Udfordringen av Bodil Lanting