G2 verður sunnudagin

Sunnudagin 5 juli klokkan 16.00 verður G2 í Vesturkirkjuni. Henda gudstænastan er fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði, og altargangur er altíð til gudstænastuna.

– Henda gudstænastan er øðrvísi enn gudstænastan sunnumorgnar. Felagssangurin er nýggjari kristin sangur, har ein tónleikabólkur spælir undir. Foreldur eru vælkomin at taka børnini við. Pláss verður gjørt í kirkjuni, har ið børnini kunnu vera. Serligur dentur verður lagdur á felagsskapin við millum annað kirkjukaffi, har fólk kunnu koma hvørjum øðrum við, sigur Derhard Jógvansson, prestur.

Yvirskriftin fyri prædikuna hesaferð er: Lambið er Jesus. Øll eru vælkomin til gudstænastu í Vesturkirkjuni.