Geitir skapa gleði í Kamerun

Kvinnur í Kamerun hava lært at samstarva um at ala geitir, so at kvinnurnar kunnu uppihalda sínum familjum.

Væleydnaða geitaverkætlanin hjá Mission Afrika í Mali breiðir seg nú til Kamerun. Hanna Meilandt, sum er partnarasamskipari, hevur júst vitjað Djidoma og bygdir nærhendis, har 140 kvinnur hava fingið geitir, sum skulu geva sítt íkast til inntøkuna hjá familjunum. Við sær hevði hon Elizabeth Kodio, verkætlanarleiðara í Mali, har 1.000 fáa ágóðan av verkætlanini.

– Tá vit komu til heimið hjá høvdinganum, tóku tey ímóti okkum við ýlum og sangi, og kvinnurnar kringsettu okkum við dansi. Tað er eitt stórt upplivilsi at verða møtt við so sjónligum takksemi, greiðir Hanna Meilandt frá.

Kvinnurnar hava fingið geitirnar til láns og skulu rinda lánið aftur, so hvørt geitirnar geva mjólk og lomb. Peningurin kann síðani verða settur í geitir til fleiri kvinnur, og soleiðis kann verkætlanin spjaða seg sum ringar í vatninum.

Øll bygdin virðir høvdingan, og hann verður nevndur hansara hátign. Hann hevur stórt vald og ger millum annað av, hvar fólk kunnu byggja. Tað er avgerandi, at hann vælsignar verkætlanina, serliga tá kvinnurnar skulu rinda lánið aftur. Tá hann hevur skilt og góðkent verkætlanina, kann hann hjálpa til, um tað stendur á at rinda aftur. Í Djidoma merkja vit týðiliga hansara stuðul til verkætlanina, og hann vónar, at hon við tíðini kann koma øllum kvinnunum í bygdini til góðar, greiðir Hanna Meilandt frá.

– Kvinnurnar greiða frá, hvussu tær hava lært at røkta geitirnar, so tær fáa sunn lomb. Tær hava lært at savna fóður til geitirnar, nú turra tíðin kemur. Og tær hava lært at arbeiða saman í toymum, at standa saman og ikki at vera sjálvsøknar. Tær eru sera glaðar fyri møguleikarnar, sum geitirnar geva. Bæði teimum sjálvum, men eisini tá tær við at rinda lánið aftur kunnu hjálpa fleiri kvinnum, sigur Hanna Meilandt.

 

Kelda: Mission Afrika

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina