Geva teimum eldru jóladekoratiónir

Aftur í ár gera tey ungu í Tabor á Tofum jóladekoratiónir til tey eldru. Tað hava tey gjørt í fleiri enn 30 ár.

– Tey eldru eru fyri tað mesta sera glað, og gleða seg til at fá vitjan. Vanliga fara vit inn at vitja tey, og tá er sindur ymiskt hvussu nógv leingi vit eru í hvørjum stað, alt eftir hvussu nógv tey hava uppá hjarta. Vit plaga at syngja nakrar sangir fyri teimum og lesa jólaevangelii. Men í ár fara vit so ikki inn, men geva teimum bara heilsanina í hurðini, greiðir Judith Johannesen frá.

Fyri tey ungu í Tabor er tað eisini ein gleði í at kunna geva til tey eldru.

– Endamáliđ er at gleđa tey eldru í okkara bygd. Og fyri okkum ungu, at trađka sindur út úr comfort zonuni, og ein møguleiki til eitt sindur av missión í okkara bygd, sigur Judith at enda.

LES EISINI  Møti og ungdómsmøti í kvøld

Dekoratiónskvøldið er leygarkvøldið kl.19 í Tabor á Toftum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina