GLS byrjar í dag

Føroya størsta leiðsluráðstevna er nú um vikuskiftið fyri áttandu ferð. Ráðstevnan, sum byrjaði í Chicago í 1995, verður nú hildin í umleið 500 býum í meira enn 95 londum. Ígjøgnum árini hava fleiri milliónir fólk luttikið á GLS.

Eins og undanfarin ár verða fyrilestrarnir í Norðurlandahúsinum vístir á stórskíggja, og fyri fjórðu ferð verður eitt føroyskt íkast til fyrilestrarnar.

 

Átta fyrilestrar á stórskíggja

Fyrilestrarnir, sum verða vístir á stórskíggja, eru allir bandaðir, og teir hava verið vístir á GLS, sum var í Chicago í august mánaði. Fólk úr GLS-nevndini í Føroyum vóru á hesi ráðstevnuni, og burturúr fyrilestrunum har hava tey valt átta, sum tey meta góðar og hóskandi til leiðarar í Føroyum.

Teir átta fyrilestrarnir vera við fólki, sum hava royndir á ymiskum økjum, sum til dømis prestar, virkisleiðarar og granskarar. Millum teirra, sum hava fyrilestrarnar, eru Bill Hybels, stovnari av GLS, og Horst Schulze, stjóri í hotellketuni Capello Hotel Group, sum vísir, hvussu ein kann geva ta bestu kundatænastuna. Brené Brown, professari, fer millum annað at greiða frá, hvussu mistøk kunnu gerast størsti møguleiki til at vísa dirvi.

 

Jan Ziskasen

Tað er vorðin ein fastur táttur á GLS at hava føroyska luttøku. Í ár er fjórða ár á rað, at tað verður, og tað verður nýliga setti stjórin á Føroya Tele, Jan Ziskasen, sum fer at greiða frá sínum royndum. Jan hevur drúgvar royndir sum leiðari í altjóða fyritøku, og út frá tí fer hann at greiða frá, hvussu tað er at leiða starvsfólk og røkka ítøkiligum málum.

 

GLS fyri ung

Eins og í fjør verður skipað fyri GLS fyri ung, og tað verður í kvøld klokkan 21.00. Ætlanin við hesum tiltaki er at eggja ungum til at gera mun, taka ábyrgd og ávirka samfelagið.

Málbólkurin fyri tiltakið er ung fólk. Á skránni verður ein fyrilestur við Bryan Lorrits, dansiframførsla og góður tónleikur. Ung-GLS er ókeypis, men neyðugt er við tekning, tí har er avmarkað pláss.