Gluggin við Ingolfi Johannesen (1/4)

Í dag seta vit á eitt nýtt umfar í poddkast-røðini, Gluggin. Hesuferð hevur Símun Persson Jacobsen fingið vitjan av Ingolfi Johannesen úr Sandavági. Í hesum fyrsta partinum opnar Ingolf Johannesen upp fyri teim royndum, hann hevur gjørt sær í sínum trúarlívi saman við persónum og hendingum, ið vóru við at mynda barn-og ungdóm hansara.

Gluggin er nýggja poddkast røðin hjá Trúboðanum, har formaðurin í Kirkjuligu Heimamissiónini, Símun Persson Jacobsen tekur ímóti gestum í studiinum í Nesvík.

LES EISINI  Drotningin sum kendi kong sín
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina