Greið mær frá um himmalin

Tí at eg eri í iva millum tey bæði, við tað at eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristi, tí at tað hevði verið ólíka nógv betri. Fil. 1,23.

Norðmaðurin Arne Helseth-Dyrseth var ein av útgevarunum av norska blaðnum “Evangelisten” til sín deyða í 1988. Arne var ein kendur og væl dámdur prædikumaður. Á sínum ferðum kring landið gisti hann aloftast í heimum hjá missiónsfólkunum. Í einum av húskinum har hann búði, var ein ungur drongur. Hann var eitt sindur tilafturskomin, kortini fylgdi hann væl við í samrøðum hjá teimum vaksnu.

Ein dagin kemur drongurin til Arna-Dyrseth og spyr hann: “Greið mær frá um himmalin, Dyrseth!” Arne gjørdist illa við av hesum. Sanniliga talaði hann ofta um himmalin; men hetta var sum ein eyka áminning frá Harranum. Eftir hetta talaði hann enn meira um himmalin.

Í tekstinum sigur Paulus, at tað at fara foldum frá og vera hjá Kristi er tað besta, ið kann henda okkum. Ja, tað er so nógv, nógv betri. Tey eru ikki mong, ið hava upplivað tað sama sum Paulus.

Vert er at minnast tær royndir, ið Paulus hevði upplivað, tá ið hann varð ryktur burtur líka til triðja himmalin. (Les 2. Kor. 12,1-4). Í Opinberingini 4,1 og fylgjandi greiðir Jóhannus ápostul frá tí hann sá í sjónini. Tað ger Paulus ikki. Men tað sum hann hoyrdi, vóru ósigandi orð, sum tað ikki er loyvt eini menniskju at tala. Upplivingin hevur, uttan iva, havt stóra ávirkan á Paulus til sín deyða.

LES EISINI  Heima í himlinum

Í einum av talum sínum greiðir Jesus frá, at hann skal fara frá teimum: Enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum, so fari eg til hansara, sum sendi meg. Jóh. 7,33. Uppaftur segði hann við teir: Eg fari burtur, og tit skulu leita eftir mær… Jóh. 8,21a. Í skilnaðartalu síni  (Jóh. 13,31 – 13. kap.) talar hann mest um tað, sum lærusveinarnir tørva og skulu uppliva, eftir at hann er farin frá teimum.

Men í Jóh. 14,2-3 sigur hann: Í faðirs míns húsi eru mangir bústaðir. Var tað ikki so, hevði eg sagt tykkum tað; tí at eg fari burtur at tilbúgva stað fyri tykkum. Tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera.

Her talar Jesus um heimlandið – faðirs míns hús. Hann sigur einki um, hvussu har sær út, ella hvussu tað verður, eftir at hann hevur tilbúgvið staðin fyri teimum trúgvandi. Í faðirhúsinum eru mangir bústaðir – har er gott pláss. Men so kemur hann til kjarnuna í boðskapinum: Har sum eg eri, skulu tit eisini vera.

Tá skulu vit møta okkara kæru aftur – teimum sum eru farin undan okkum í trúnni á Jesus Kristus. Her kundi verið nógv at lagt afturat. Men tað besta og størsta verður, at vit skulu vera har, sum Jesus er. Øll tey sum hava sagt ja til Jesus og elska hann.

LES EISINI  Himmalin í Havn um vikuskiftið

“Eg má elska Jesusnavnið; Frelsu, frið í tí eg fann, andans eld fekk í hans favni. Eingin frelsir uttan hann.”

Vit menniskju eru ófullkomin, og tí er kærleiki okkara eisini ófullkomin. Kortini kunnu vit siga við Jóhannusi: Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst. 1. Jóhs. 4,19. Men tá ið vit í uppreisnini verða broytt og ílatin fullkomileikan, tá verður eisini kærleiki okkara til Kristus Jesus fullkomin. Tá skulu vit syngja “ein nýggjan sang”: Verdugt er lambið hitt dripna at fáa máttin og ríkdóm og vísdóm og kraft og heiður og dýrd og signing! (Sí Opinb. 5, 9-12.)

Í Jóhannesar opinbering 21. kap. lesa vit um, hvussu tað er í tí nýggja Jerusalem. Staðarmúrarnir eru prýddir við gulli og alskyns gimsteinum. Gøturnar eru av reinum gulli, og gimsteinar eru allastaðni. Staðinum tørvar ikki sól ella mána til at lýsa hjá sær; tí at dýrd Guds skínur á hann, og lambið er lampa hansara.

Har stendur eisini, at Harrin skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til; tí at hitt fyrra er farið. Vers 4. Hetta bíðar Guds børnum heima í tí nýggja Jerusalem.

LES EISINI  Heima í himlinum

Eitt og hvørt menniskja er úrslit av Guds skapanarvilja. Tað fevnir um fostrið í móðurlívið og øll menniskju í øllum aldri. Gud vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan. 1. Tim. 2,4.

Summi doyggja á ungum aldri, og onnur fáa loyvi at liva eitt langt lív. Tað, sum hevur týdning er, at vit eiga Jesus í hjørtum okkara. Tá bíðar okkum ævig sæla heima í Guds æviga ríki saman við honum, ið gav lív sítt fyri okkum øll.

Ásbjørn Jacobsen, umsetti

1. Heima í himli fer eingin at gráta,
Harrin skal turka av eygum hvørt tár.
Heima í himli fer eingin at syrgja,
deyðin er horvin, og lekt eru sár.

Har verður frøi, ja, har verður frøi,
Tí at tey frelstu øll náddu í havn!
Har verður frøi, ja, har verður frøi!
Skarin skal lovprísa frelsarans navn!

2. Heima í himli hvør pína er farin,
eingin skal líða og stynja sum her.
Heima í himli hvør klaga er tagnað,
fullkomin gleði í hjørtunum er.

3. Heima í himli skal lovsangur ljóma,
duna, sum aldan mót klettinum slær.
Heima ger Gud allar lutirnar nýggjar,
klædningin hvíta hin bjargaði fær.

4. Verdugt er lambið, ja, verdugt er lambið,
leyskeypti okkum, tá lívið hann gav.
Heiður og æru vit Jesusi ofra,
heima vit eru, nú stríðið er av.

Yrkjari: Leonard G. Gudmundsen
Umsett: Jákup R. Hansen

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina