Gud er harri!

Augsburgska trúarjáttanin XVII: Hetta er síðsta grein í røðini, har Jón Poulsen, prestur í Danmark, gjøgnumgongur greinarnar í Augsburgsku trúarjáttanini, sum er eitt av teimum fimm játtanarritunum hjá evangelisk-luthersku fólkakirkjuni. Greinarøðin varð prentað í Trúboðanum í 2007. Trúboðin takkar hjartaliga Jón fyri, at hann við lætta skrivilagi sínum hevur gjørt hesa næstan 500 ára gomlu játtan viðkomandi fyri okkum nú á døgum!

“Men tey halda, at lyklavaldið ella vald biskupunna sambært evangeliinum er valdið ella heimildin frá Gudi at boða evangeliið, at fyrigeva syndir ella halda teimum aftur og at fara um sakramentini…
Tí eiga kirkjuliga og ríkisliga valdið ikki at verða samanblandað. Kirkjuliga valdið hevur sína heimild at læra evangeliið og fara um sakramentini. Tað má ikki bróta inn á fremmant yvirvaldsøki, ikki broyta heimsins stjórnir, ikki taka av yvirvaldsins lógir, ikki seta úr gildi lógarlýdni, ikki forða at rættarkanna almennar fyriskipanir og sáttmálar, ikki við lógum fyriskipað yvirvøldunum, hvussu stýrisskipanin eigur at vera…” (úr 28. grein).

Tvífalda valdið

Tvey vald brúkar Gud at stýra mannaheiminum: 1) kirkjuliga valdið, og 2) verðsliga valdið!

Tað, sum liggur í tí kirkjuliga valdinum er møguleikin at binda ella loysa syndir. Tað er at veita Guds fyrigeving ella ei!

Kirkjuliga valdið er eitt andaligt vald, sum knýtir seg at prædiku og sakramentum!

Kirkjan hevur vald til at boða einum syndara, at hann hevur fingið Guds ríku signing yvir seg; og um ein syndari ikki vil játta sína synd, hevur kirkjan vald og skyldu til at nokta honum Guds fyrigeving! Og síðani eigur eitt punktum at verða sett! Andaliga valdið snýr seg um hitt andaliga, um synd og um frelsu! Hetta er tað, sum vit vóru inni á í greinini um ’lyklavald og syndajáttan’: ”Tað, sum tit binda á jørð, skal vera bundið í himli; og tað sum tit loysa á jørð, skal vera loyst í himli” (Matt 18,18).

Verðsliga valdið harafturímóti hevur rætt til at døma og revsa!

Verðsliga valdið hevur ikki vald til at føra inn í himmalin, men skal syrgja fyri, at fólk kunnu liva í friði og náðum í einum rættvísum samfelagi!

Verðsliga valdið er tað, sum verður umsitið av ymisku valdsharrunum. Á Paulusar døgum var tað til dømis Keisarin í Rom, á Luthers døgum fúrstin i Sachsen, og á okkara døgum er valdsharrin drotningin, grundlógin og fólkaræðið! Tað merkir fyri okkum í dag, at vit sum kristin hava eina demokratiska skyldu fyri Gudi og fyri samfelagnum! ”Hvør maður veri fyriskipaðum yvirvøldum lýðin; tí at ikki er nøkur yvirvøld til uttan frá Gudi; men tær, sum til eru, eru skipaðar av Gudi, so at tann, sum veitir yvirvøldini mótstøðu, hann veitir Guds fyriskipan mótstøðu; men teir, sum veita mótstøðu, skulu fáa dóm sín” (Róm 13,1-2).

Biskupsvaldið

Ofta hava vit hug at seta biskupar høgt, men ein biskupur hevur ikki nakað vald í sær sjálvum. Hansara heiti og umsjónarembæti er altíð knýtt at Guds orði. Gongur biskupurin ímóti Guds orði, hevur hann svikið sína skyldu, og vit skulu ikki fylgja hansara boðum! (sí t.d. 1 Tim 3,1-7). Tað sama er galdandi fyri prestin. Svíkur hann Guds orð, skulu vit ikki fylgja honum í hesum; tí presturin er einki í sær sjálvum, men er knýttur at Guds orði! “Elskaðu tit, trúgvið ikki einum og hvørjum anda, men roynið andarnar, um teir eru av Gudi; tí at mangir svikaprofetar eru farnir út í heimin.“ (1 Jóh 4,1). Og tað sama ger seg galdandi allan vegin inn í kristiligu skipanina!

Eingin kann í egnum myndugleika koma við einari nýggjari og menniskjaligari læru og síðani krevja, at hetta er líka so góður kristindómur sum alt annað!

Nei, Gud er í øllum førum harri, og hann hevur opinberað sín vilja fyri okkum í sínum orði.

Guds orðs vald

Altíð er tað Guds orð, sum er okkara hægsti biskupur og prestur. Fyrst og fremst er tað hetta orðið, sum er galdandi fyri okkum sum normur, bæði viðvíkjandi læru og levnaði!

Hvat merkir hetta so heilt ítøkiliga fyri okkum? Jú, at vit mugu boyggja okkum fyri Guds orði í øllum!

At Guds orð er ovasti vegleiðari okkara!

Hetta merkir, at vit eiga at liva í samsvari við landsins lógir (har lógin ikki er ímóti Guds orði); og hetta merkir, at vit játta okkara syndir og taka ímóti Guds fyrigeving og náði í dópinum, altarborðinum og prædikuni!

Hetta er grundin til, at vit í luthersku traditiónini halda fæst við katekismuslærdómin. Tað, sum katekisman ger, er, at hon peikar á Guds vilja fyri okkum. Hon minnir okkum á tey tíggju boðini, hvussu tey eiga at verða hildin av einum kristnum. Og síðani peikar hon á trúnna – hvat og hvønn trúgvin er knýtt at!

Altso, Bíblian er hægsti myndugleiki okkara! Og hon lærir okkum at undirleggja okkum valdsharrum og stýrisskipanum, í okkara føri drotningini og fólkaræðinum! Og hon minnir okkum á, at Jesus kom til jarðar fyri at frelsa okkum, við at loysa okkum frá okkara syndum.

(Mynd: Peter H. á Pixabay)

Endaligar viðmerkingar…

Málið við hesum greinunum út frá Augsburgsku játtanini hevur verið at peika á, hvussu týdningarmikið tað er at vera lærutilvitaður! Trúgvin er og kann ongantíð vera óbundin av einari ávísari læru. Læran er brynjan, læran er verjan móti fráfalli og ranglæru!

Tí skulu vit ikki bara ókritiskt taka alt til okkum, sum kitlar í oyrunum, tað veri seg nýggjar lovsangir, gestalæra, bøkur og so framvegis. Alt má verða mett út frá kristnu læruni; og her er Augsburgska játtanin ein hjálp fyri okkum, tí hon uppá ein serligan hátt peikar á kjarnan í Guds orði. Sjálvandi er hon heldur ikki nakar myndugleiki í sær sjálvum; tí skal eisini hon metast út frá Guds orði. Og júst tí er tað, at eg havi roynt at knýtt mínar greinar fyrst og fremst at Bíbliuni og ikki at orðunum í játtanini. Men niðurstøðan er, meti eg, at Augsburgska játtanin er ein bíbilsk játtan. Hon er sogin úr Bíbliuni og vísir okkum á – við fáum orðum – hvat bíbilska læran veruliga er!

Lutherska læran er ikki fyrst og fremst luthersk ella kirkjulig; nei, hon er fyrst og fremst bíbilsk! Tí vilja vit halda fast við hana og í gleði taka prædikuna og sakramentini til okkara í trúgv.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina