Gud hevur alt vald í síni hond
Leygardagarnar í summar gjøgnumgongur Trúboðin sokallaðu ápostólsku trúarjáttanina, sum við fáum, men vælvaldum orðum samanfatar, hvat Bíblian sigur um Gud. Steðgað verður stutt við hvønn einstakan lið í játtanini. Greinarøðin varð prentað í blaðnum í 2012.
Um Gud Faðir játta vit: ”… hin alvalda, skapara himins og jarðar”.
Hin alvaldi
Gud megnar alt, einki er ógjørligt hjá honum (1 Mós 18,14; Jer 32,17; Matt 19,26). Tað síggja vit av tí, sum hann ger av og gjøgnumførir: Áðrenn nakað var til, gjørdi hann av at skapa. Hann hevur sett náttúrulógir at stýra skaparaverkinum, men hann kann eisini bróta tær. Tað er, tá hann ger eitt undur fyri at fremja sína sak. Tá menniskjað syndaði og fall, hevði hann langt síðani frelsuætlanina klára (Ef 1,4). Sum liður í hesi ætlan velur hann út fólk og persónar, kallar og ger tey út. Á evsta degi fer hann at gjøgnumføra tann endaliga dómin og endurskapa sítt skaparaverk.
Kortini kann Gud ikki alt. Hann kann ikki svíkja sítt lyfti, tí hann kann ikki avnokta seg sjálvan (2 Tim 2,13). Gud kann heldur ikki gera nakað, sum í síðsta enda ikki er kærleiki.
Einasta mark, sum Guds alvald hevur, er altso markið, hann sjálvur setur!
Tí er ikki nógvur vísdómur í spurningunum, um Gud kann gera tað gjørda ógjørt aftur, ella um hann kann skapa ein so stóran stein, at hann ikki kann flyta hann. At Gud er alvaldur, merkir, at einki kann forða honum, tá hann hevur tikið avgerð og fremur hana. Tá mugu alt og øll ganga hansara ørindi og boyggja seg fyri honum. “Allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Gud” (Róm 8,28); tað er Guds alvald!
Um Gud velur ikki at grípa inn mótvegis óndskapi, kann tað blóma eina tíð. Gud hevur kortini eitt fast tak á tí ónda, so tað ikki sleppur at gera meira enn eitt vist. Tann óndi er longu dømdur, á Golgata. Og ein dag skal Gud útinna dómin og gera endaliga av við tann ónda.
Skapari himins og jarðar
Guds alvald er meira enn ein vakur tanki, tí hann hevur eisini skapað himmal og jørð. Áðrenn nakað var til, gjørdi hann av at skapa alt. Hann skapaði við sínum orði; hann segði, hvussu tað skuldi verða, og so varð tað so (1 Mós 1,3; Sl 33,9).
Gud er pápi hjá Jesusi og tí, sum trýr á Jesus, men í einum øðrum týdningi er hann eisini faðir hjá øllum skaparaverkinum. Gud skapaði ein alheim, sum er fantastiska væl skipaður.
Fyri tann, sum vil síggja, er eingin ivi, at Gudi dámar skil og meining.
Nakað annað er so, at syndafallið hevur havt ógvusligar avleiðingar fyri alt skaparaverkið. Sjúka, vanlukkur, fíggindskapur og deyði var alt ókent áðrenn, men kom nú inn og rakti alt skaparaverkið. Men enn er skaparaverkið fantastiskt at skoða og grunda yvir. Gud hevur ikki slept øllum uppá fjall, hóast vit ikki høvdu sagt hann ringan fyri tað.
Tá vit skoða Guds verk, síggja vit eisini ein feril av Guds veldi. Hygg upp í stjørnuhimmalins ørandi dýpi eina klára vetrarnátt. Les um ílegur okkara. Ella tak eitt nýføtt barn í hendurnar og undrast, at eitt menniskja er vorðið til (smbr Sl 139,13-16).
Um alt hetta vita vit nógv, men vit fata tað kortini ikki veruliga. Vit kunnu í ávísan mun avlesa Guds verk, men vit kunnu ikki skapa lív. Hóast alla vitan er lívið undurfult!
Einki hevur skapað seg sjálvt, Gud er upphav til alt, sum er til. At vit fáa lívið frá foreldrum okkara, undirstrikar hetta. Vit kunnu velja sjálv á fleiri og fleiri økjum, men at verða til velja vit ikki sjálv. Og grundin er, at Gud vil lívið; lívið er vilji hansara, sum skapar og uppiheldur øllum við sínum máttmikla orði.
Gud hevur skapað himmalin og jørðina (1 Mós 1,1; Jes 42,5). Himmalin er tann ósjónligi heimurin, sum umgyrðir Gud í hansara dýrd. Hann er ósjónligur fyri okkara eygum, men kortini líka veruligur sum okkara. Jørðin er her ikki bert okkara gongustjørna, men alt tað, sum er atkomiligt fyri menniskjans eyga og hugsan. Heimurin er Guds verk og hoyrir honum til.
Men trúgvin á skaparan er bara teori, um eg ikki fyrst og fremst trúgvi, at hann hevur skapað meg.
Luther byrjar útlegging sína soleiðis: ”Eg trúgvi, at Gud hevur skapt meg” (”Dagførd Katekismus”, bls. 17). Hetta er ikki at mala um seg sjálvan, men tvørturímóti alneyðug persónlig viðurskifti við Gud. Sum skapningur standi eg undir skapara mínum, í áliti, í ábyrgd, í tilbiðjan. At játta Gud sum skapara inniber, at eg gevi honum tað pláss í mínum lívi, sum eina tilkemur honum.
Í næstu grein verður farið undir 2. trúargrein um Guds son.