Guðs hond arbeiðir við fólkinum í Afganistan

Ígjøgnum tár lesa vit øll boðini sum vit fáa frá hyggjarum okkara í Afganistan tá vit síggja, hvussu undurfult Guð arbeiðir. Hetta sigur Panayiotis Keenan, sum er stjóri á Sat-7 Pars. Ótrúligt at hesi, sum hava upplivað so nógv ringt síðan Taliban fekk valdið, uppliva eina umbroyting í Guði.

”Vit fingu eitt teldubræv frá einum ungum manni sum segði, at hann hevði hugt eftir okkara sendingum í nakrar mánar. Seliga væl dámar honum frálæruna úr bíbliuni og sigur, at hann vil vera sum vit, fylgja Jesusi” sigur presturin Shoaib Ebadi sum eisini er sjónvarpsvertur á Sat-7 Pars.

”Shoaib, sum tosar Dari-dialektina á rásini Secret of life, sigur, at Guð arbeiðir við máttmiklari megi ígjøgnum tey kristnu í heiminum. At luta tann kristna gleðiboðskapin við familju og vinir var vandamikið áðrenn Taliban tók leiðsluna, og ikki mætari nú eftir yvirtøkuna, so nú mugu tey kristnu í Afganistan vera enn meira varin og loyndarfull, sigur Shoaib. Men hóast hesar umstøður ringdi ein ungur maður nýliga til mín og segði frá at hann, áðrenn Taliban tók ræðið, royndi at fortelja familju og vinum um Jesus og royndi at lesa úr bíbliuni fyri teimum. Men tey vildu ikki lurta. Nú, aftaná at Taliban aftur hevur fingið ræði í landinum, ringja hesi somu til hansara og biðja hann fortelja teimum meira um Jesus,” sigur Shoab. ”Tað eru myrkir dagar í Afganistan men Guð arbeiðir. Guðs fólk, tey trúgvandi, spreiða ljósið út til onnur.”

Ein eyka ábyrgd

At lesa øll boðini frá okkara hyggjarum í Afganistan, er bæði hjartanemandi og nívandi. Tárini renna tá vit hugsa um, at tey sum seta seg í samband við okkum, seta sítt egna lív í váða” sigur stjórin Panayiotis Keenan. ”Fólk seta seg í samband við okkum fyri at hava onkran at tosa við ella fyri at fáa eitt andaligt prát og andaligt tilfar, sum er ógvuliga torført at fáa fatur á í Afganistan. Í fleiri førum eru vit tann einasti miðulin sum kann seta okkara hyggjarar í samband við Guðs orð. Hetta er arbeiðið sum Sat7 ger: at náa út til fólki fyri at brynja tey við trúgv og bøn. Vit standa saman við teimum.

Okkara sjónvarpskrá sum kallast, Audience Relations team, er eitt samansett toymi, sum samvitskufult, døgnið runt, gevur vegleiðing, lærusveinaskap, bøn og vón. Hetta er ein stór ábyrgd hjá okkum.

At finna friðin í Jesusi

Áhaldandi koma nógv boð frá bæði trúgvandi og ikki-trúgvandi, har tey greiða frá ótta, vónloysi og stúran fyri lívinum hjá familjuni. Afarin, ein kvinna frá Afganistan greiðir soleiðis frá: ”Støðan í Afganistan kann ikki lýsast við orðum og kúganin hevur fjalt alt landi í tann mun, at fólki hvørki hevur rætt til sína egnu hugsan, mál ella klæðir. Fyri tveimum døgum síðani, bleiv ein hermaður, sum eg kendi og beiggi hansara dripnir í teirra egna heimi av Taliban. Eg eri tann einasta trúgvandi í mínari familju og kom til trúgv fyri 8 mánum síðani. Biðið um, at Harrin vil verja meg frá tí ónda, tí um Taliban finnur útav at eg trúgvi á Jesus Kristus, eru bæði eg og børn míni í vandi fyri at vera dripin sum revsing fyri mína, í teirra eygum, blasfemi.”

Fylgjandi hevur toymið verið í samband við Afarin, har tey hava lurta eftir hennara trupuleikum og roynt at troysta hana ígjøgnum bøn og Guðs orði. Hennara seinasta boð til toymið vitnar um, at Guð brúkar rásina og arbeiðir í lívinum hjá fólki. Hon skrivar:

”Eg takki Guði mangar ferðir fyri, at frá tí løtu eg setti meg i samband við tykkum, er mín trúgv  styrkna fyri hvønn dag. Mítt tolsemi og úthaldni er vaksi og tá ið eg ákalli Jesu navni, finni eg frið. Eg havi lagt merki til, at eg nú spakuliga mennist at standa ímóti vónloysi og neiligum hugsanum við at standa føst í Jesu navni. Takk fyri at tit áhaldandi hava staðið við mína lið.”

Latið okkum framhaldandi biðja fyri kristnum og øðrum sárbarum bólkum í Afganistan, sum hava so innarliga tørv á bønum okkara

Kelda: Sat-7 Pars (leystliga umsett)