Guds orð, ikki Luther, hevði avgerandi leiklutin í trúbótini

Hin 31. oktober 1517 hongdi Martin Luther tær 95 tesurnar upp á kirkjuhurðina í Wittenberg. Hetta varð startskotið til trúbótina.

Men hóast tað var Luther, ið hongdi tesurnar upp, so er tað kortini ikki hann, ið hevur tann avgerandi leiklutin í trúbótini. Harafturímóti er tað Guds orð, ið hevur tann avgerandi leiklutin! Og tí arbeiddi trúbótarfólkið eisini út frá slagorðinum: ad fontes (aftur til keldurnar). Kirkjan skuldi fáast aftur á beint við at venda aftur til keldurnar.

“Hetta sást eisini aftur í tí fyrstu tesuni hjá Luther: “Tá ið okkara Harri og Meistari Jesus Kristus segði: “Gerið bót” og so framvegis, vildi hann, at alt lívið hjá tí trúgvandi skuldi vera ein bót.” Her sipar Luther til tað, sum Jesus sigur í Matteus 4,17.”

Í tí gomlu latínsku umsetingini av hesum versinum (tað er ‘Vulgata’) stóð: “Gerið bót…” Og rómversk-katólska kirkjan grundaði millum annað sína læru um sakramentini á júst hetta. Tá ið fólk játtaðu sínar syndir í skriftastólinum, fingu tey syndanna fyrigeving. Men skriftafaðirin dømdi tey síðani til nakrar “revsingar”, og allar tær bótsrevsingarnar, sum ein ikki megnaði at gera fulnað fyri her á fold, hevði ein so við sær inn í deyðan og reinsingareldin. Hetta var ein ræðuligur pínustaður, sum øll skuldu til, men eingin í kirkjuni visti at siga, hvussu leingi ein skuldi vera har. Kirkjan helt kortini uppá, at hon hevði møguleikan til at stytta steðgin í reinsingareldinum við at skaffa menniskjum avlát. Ein kundi til dømis keypa sær eitt avlátsbræv. Hetta var eisini orsøkin til orðatakið: “Tá ið avlátsdálar í kistli klinga, straks sálir úr skerseldi springa”.

LES EISINI  Augsburgska trúarjáttanin VII: Guds náðimiðlar

Í 1516, árið fyri at Luther hongdi tesurnar upp, gav Desiderius Erasmus út “Novum Instrumentum omne”. Henda umseting av Nýggja testamenti rúmaði bæði upprunaliga grikska tekstinum og eini nýggjari latínskari umseting. Í gomlu latínsku umsetingini av Matteusi 4,17 hevði hann lisið: “Pænitentiam agite” (“Gerið bót”), men í grikska tekstinum las hann: μετανοεῖτε (“Vendið um”). Erasmus fór aftur til keldurnar og lat griksku orðingina ráða. Tá ið Luther síðani las Nýggja testamenti á grikskum, kom júst hetta orðið at hava ein stóran týdning. Og hetta er eisini orsøkin til, at Luther orðar seg, sum hann ger, í tí fyrstu tesuni.

Grikska orðið μετανοέω sipar nevniliga til eina víðfevnda umvending frá øllum tí, ið hindrar einum í at geva seg yvir til Guds, og samstundis sipar tað eisini til, at ein vendir sær til Guds í kærleika og lýdni. Tað snýr seg altso ikki um bótsrevsing, reinsingareld og avlát. Harafturímóti snýr tað seg um alt lívið hjá tí trúgvandi![1]

“Sum nevnt er tað ikki Luther, men Guds orð, ið hevur tann avgerandi leiklutin í trúbótini! Tað, sum Luther varnaðist, var, at tann sanna læran í Guds orði hevði verið fjald fyri fólki í fleiri øldir. Og tað er júst hetta, ið trúbótin snúði seg um, nevniliga at fara aftur til keldurnar og kenna máttin, vakurleikan og sannleikan í Guds orði.”

 


[1] Í Jesu boðan er umvending bæði Guds krav og Guds gáva. Gud krevur umvending, og Gud gevur umvending. Tað er jú einans hann, ið kann virka umvending í lívinum hjá einum menniskja: “Eingin kann koma til mín, uttan faðirin, sum sendi meg, dregur hann” (Jóh 6,44).

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina