– Guds ríki má ávirka øll øki í samfelagnum

Síðst í juni luttók Ovi Brim, prestur, saman við fólkum úr øllum heiminum á stórari ráðstevnu í Manila á Filipsoyggjum. Altjóða missiónsrørslan ”Lausanne” skipaði fyri, og høvuðsevnið var, hvussu vit best kunnu fullføra visjónina hjá Lausanne um, at Guds ríki ávirkar hvørt øki í samfelagnum.

Øll mugu taka lut

– Lausanne er ein rørsla, hvørs høvuðsendamál er at fáa alla kirkjuna at fara út við øllum gleðiboðskapinum til allan heimin. Hetta beit eg merki í og fegnist eg um. Áðrenn eg fór avstað, gjørdist tað mær eisini meira greitt, at um alt evangeliið skal boðast til øll heimsins fólkasløg, so má øll kirkjan vera við. Tað klára eitt nú evangelisk-luthersk ikki einsamøll, og heldur ikki baptistar ella aðrar samkomur, sigur Ovi.

Ovi leggur afturat, at Guds kirkja um heimin sær ógvuliga ymiskt út kring knøttin. Alt frá húsmeinigheitini í Kina, til bíbliubólkarnar, sum verða hildnir í kaffisteðgunum í Silicon Valley, til Nes prestagjald. Skal allur heimurin hoyra allan gleðiboðskapin, mugu øll vera við at bera og boða boðskapin.

LES EISINI  Dupultur OM aðalfundur

– Og eitt afturat: Tað merkir eisini, at tað ikki einans eru prestar og trúboðarar og onnur, sum eru lønt fulla tíð, sum skulu vera við.

Eisini Kristus-játtandi mamman, lærarin, námsfrøðingurin, asfaltarbeiðarin, skrivstovufulltrúin, tann arbeiðsleysi og so framvegis, ja, øll mugu vit vera við.

Tað var eitt av endamálunum við ráðstevnuni at varpa ljós á júst hetta, greiðir Ovi frá og endurgevur setningin: ”Fyri at fremja missiónsboðini, má hvør arbeiðari vera prestur og hvørt arbeiðspláss vera eitt prestastarv”.

Guds ríki má ávirka øll øki í samfelagnum

Lausanne er ein rørsla og tilfeingisbanki

Lausanne-rørslan byrjaði í 1974, tá fyrsta altjóða ráðstevnan var í býnum Lausanne í Sveits.

– Rørslan vil sameina leiðarar í øllum aldri, tí eingin dugir alt, og eldri og royndir leiðarar kunnu vegleiða okkum yngru. Lausanne er ikki knýtt at nakrari ávísari samkomu, men er meira ein evangeliskur tilfeingisbanki, bæði í tilfari, men sanniliga eisini í menniskjaligum kontaktum, sigur Ovi.

Lausanne virkar eftir fýra súlum:

  1. Gleðiboðskapurin til hvørt einstakt menniskja.
  2. Ein evangelisk kirkja til øll fólkasløg.
  3. Ein Kristus-líkur leiðari til hvørja kirkju.
  4. Guds ríki skal ávirka øll øki í samfelagnum.
LES EISINI  Ólavur Jacobsen trúboðari í Íslandi frá ársskiftinum

– Gleðiboðskapurin vísur fram á, tá Jesus kemur aftur, men Guds ríki er eisini longu nú komið við Jesusi og er staðfest við krossi, deyða og uppreisn hansara. So longu nú eru vit kristnu gjørd út til tænastu fyri hann á øllum økjum í samfelagnum, leggur Ovi dent á og leggur afturat:

– Lykilin til Guds ríkis boðan eru ikki fleiri prestar og trúboðarar – tó at eg taki undir við fleiri trúboðarum – men at Guds fólk um allan heim gerst Guds kirkja, sum elskar menniskju og sigur teimum frá um Jesus Kristus.

Føroyingar og Lausanne

Føroyar eru ikki beinleiðis við í Lausanne-netverkinum, men onkrir føroyingar hava luttikið á ráðstevnum áður. Ole-Magnus Olafsrud, sum vitjaði í Føroyum í fyrraárið, er virkin í Lausanne, og tá kom gongd (aftur) á ætlanirnar um at vera meira beinleiðis við í Lausanne. Tað er í hesum sambandi, at Ovi Brim varð boðin at vera við á ráðstevnuni í Manila í summar.

LES EISINI  Jólasøla hjá barnaringinum á Strondum

– Eg haldi, at tað er natúrligt, at vit føroyingar knýta bond til Lausanne og fáa ágóðan av bæði eggjan til missión, íblástri og tilfari. Ein ráðstevna er næsta ár í Póllandi, har fýra føroyingar eru bodnir at vera við. Vónandi kunnu vit spakuliga byrja eitt Lausanne-netverk í komandi tíðum, sigur Ovi.

Á facebookvanganum hjá Nes prestagjaldi greiddi Ovi fyrr í summar frá onkrum av teimum, sum hann hitti á ráðstevnuni.

Her er stuttur samandráttur frá ráðstevnuni á enskum:

 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina