Sørvingar vitjaðu fongsul í Rumenia
Í døgunum frá 4. til 11. november vóru fimm fólk úr missiónshúsinum Libanon í Sørvági í Rumenia, har tey vitjaðu fleiri fongsul og boðaðu gleðiboðskapin fyri fangunum, sum har sita. Hetta vóru sera sterkar upplivingar, siga tey.
Tey fimm vóru Barbara Hannudóttir Jensen, Sólbjørn Jensen, Sonni Jacobsen, Eirikur Joensen og Tórhallur Halgaklett. Afturat teimum vóru tveir danir. Tað er ein felagsskapur í Rumenia, sum eitur Rescue.ro, ið skipar fyri. Ein dani, sum eitur Jens Peter Petersen og er pastorur í eini kirkju í Herning, hevur í fleiri ár havt samband við henda felagsskapin í Rumenia. Endamálið hjá felagsskapinum er at vitja fangar, oftast fangar, sum eru dømdir at sita í mong ár, ja, kanska fyri lívið, og sum ikki fáa nakrar vitjanir.
– So hetta er fyrst og fremst ein fongsulsmissión. Jens Peter var tíðliga í vár og talaði í missiónshúsinum Libanon í Sørvági, og har segði hann, at hann ætlaði at gera eina ferð til Rumenia í heyst, og hann segði, at tað var pláss fyri 5-7 fólkum, um onkur hevði áhuga at koma við. Vit meldaðu okkum so til beinanvegin, sigur Barbara.
Jens Peter hevur verið fleiri slíkar ferðir fyrr í Rumenia, hetta var tann 15. ferðin, at hann vitjaði harniðri.
Umframt fongsulsmissión byrjaði Rescue-felagsskapurin fyri tveimum árum síðani uppá hjálpararbeiði millum sigoynarar, serliga børn. Hetta er við eini sokallaðari ‘after-school’ verkætlan.
Leiðarin gjørdist sjúkur
Tá ferðalagið kom til Rumenia, vórðu tey móttikin av leiðaranum har niðri, hann eitur Cosmin. Hetta var í býnum Cluj-Napoca.
– Um kvøldið fóru vit á møti í kirkjuni hjá honum. Tað vóru vit, sum skuldu hava møtið, fingu vit at vita, tá vit komu, so vit høvdu bara ein tíma at fyrireika okkum. Vit tosaðu enskt, og so varð tulkað. Men Cosmin gjørdist illa fyri hetta kvøldið, hevði ilt upp gjøgnum beinið og hevði pínu. Morgunin eftir, tá ið vit komu upp, fingu vit at vita, at Cosmin varð innlagdur á sjúkrahús um náttina. Tað vísti seg, at hann hevði havt tveir blóðproppar í beinunum, sum síðan vóru farnir í lunguni.
– Hetta kom illa við hjá okkum, tí hann skuldi vera við okkum allar dagarnar og vera tulkur hjá okkum. Vit óttaðust fyri, at nú fór alt at verða avlýst. Vit bóðu sjálvandi fyri hesum, og tað vísti seg, at vit fingu ein annan mann at hjálpa okkum.
Hetta var ein 26 ára gamal maður, sum akkurát var komin uppí henda felagsskapin fyri nøkrum fáum døgum síðani. Hann dugdi væl enskt, og hann var við okkum alla vikuna. Hetta var fyrstu ferð, at hann var úti á fongsulsvitjan, men tað gekk væl, sigur Barbara og leggur afturat, at hetta var uttan iva eitt álop frá tí ónda, men á honum hevur Jesus sigrað.
– At vit fingu henda unga mannin við okkum, bleiv ein so stór signing, bæði fyri hann sjálvan og fyri okkum og eisini fyri felagsskapin og teirra arbeiði framyvir.
1.000 fangar í einum fongsli
Teir fyrstu fýra dagarnar vitjaðu tey fongsul og seinasta dagin after-school-verkætlanina fyri sigoynarabørn, og vitjað varð eisini í heimunum hjá sigoynarabørnunum. Tey vitjaðu fongsul í fýra ymsum býum: Arad, Aiud, Gerhla og Cluj-Napoca. Í tí størsta fongslinum, tey vitjaðu, vóru um 1.000 fangar. Tey sungu føroyskar og enskar sangir, høvdu vitnisburðar og góvu fangunum traktatir.
– Tað var nógv trygdareftirlit, og ofta máttu vit bíða leingi. Hurðar blivu latnar upp og læstar aftur, áðrenn næsta hurð varð latin upp. Tað vóru sterkar upplivingar, vit høvdu har. Tann eina vitjanin var skipað soleiðis, at vit í toyminum vóru býtt í tveir bólkar. Vit skuldu upp á 3. hædd at møta fýra fangum, ið sótu har í tí, tey kalla “maximum facilities”. Hesir vóru, sum mangir aðrir, innilæstir 23 tímar um samdøgrið. Vit vitnaðu og boðaðu orðið og bóðu saman. Hetta var ein kensluborin og sterk løta, sigur Barbara.
– Ja, upplivingin var so sterk, at tárini hjá mær runnu, bara at síggja hesar fangarnar koma har við Bíbliuni í hondini. Vit heilsaðu uppá teir og tóku í hondina á teimum, og fleiri fortaldu okkum sína søgu, sigur Sólbjørn.
– Tann eini kendi ikki mammu sína. Lív hansara var byrjað niðri í einum skrelliposa, segði hann. Hann var blakaður burtur, og varð so funnin og vaks upp á einum barnaheimi. Hann visti ikki, hvat var skeivt og hvat var rætt, og hvussu hann skuldi uppføra seg í lívinum, tí eingin hevði lært hann tað.
Barnaheimini har eru ikki á sama støði sum hjá okkum. Hann var blivin umvendur í fongslinum gjøgnum ein annan fanga, sum eisini var saman við okkum har, sigur Barbara.
Fleiri komu til trúgv í fongslinum
– Ein annar vitnaði, at hann var blivin frelstur í fongslinum. Hann var settur í fongsul, tí hann hevði dripið ein son. Konan skuldi fara frá honum, og hann ætlaði at drepa øll børnini, konuna og seg sjálvan. Tað gekk tó ikki sum ætlað, men elsti sonurin doyði.
– Ein kvinna, sum var útbúgvin sálarfrøðingur, var sjúkliga svartsjúk (jalousi), hon hevði dripið mannin, við at stinga hann meira enn 30 ferðir.
– Ein maður í fyrru helvt av 20’unum var uppvaksin í trúgvandi heimi, men hevði ongantíð tikið ímót frelsuni og Jesusi. Hann hevði góð evni at spæla tónleik. Í 2016 flutti hann saman við familjuni til Týslands, og brúkti síni evni har í tí verðsliga lívinum. Hann flutti aftur til Rumenia, har hann var komin í ósemju við nøkur fólk og hevði dripið eina kvinnu í sjálvverju. Hann varð fyrst fríkendur, men málið varð tikið uppaftur, og hann fekk seks ára fongsul. Hann var blivin umvendur, nú hann var komin í fongsul, og sá tað nú sum eina ætlan frá Gudi, at hann skal boða orðið ímillum fangarnar. Hann spældi tveir sangir á violin fyri okkum, sigur Barbara.
Hon leggur afturat, at umstøðurnar í fongslunum vóru rættiliga vánaligar, eisini viðvíkjandi reinføri. Serligir vandamiklir fangur sluppu als ikki út, bara út á gongina eina løtu um dagin. Aðrir sluppu út í garðin. Tað vóru fleiri fangar, sum vóru blivnir umvendir í fongslinum gjøgnum Rescue-felagsskapin.
Ótrúliga stórt fátækadømi
Ein dag vóru tey og sóu after-school-verkætlanina fyri sigoynarabørnum í kirkjuni. Børnini koma har hvønn dag, mánadag til fríggjadag, frá middegi til klokkan 17.00.
– Vit vóru saman við børnunum, spældu við tey og sungu eisini sunnudagsskúlasangir saman. Har verða tey eisini vaskað, busta tenn og so framvegis. Vit vitjaðu eisini nøkur heim hjá børnunum og góvu teimum klæðir, blæður, eplir, mjøl og aðrar gerandisvørur.
At síggja, hvussu tey búgva, var ræðuliga hart. Fátækadømið er ótrúliga stórt. Eg vil næstan samanlíkna húsini við seyðarúm í Føroyum. Skitið, einki vatn, ofta eingin streymur heldur, pappveggir við einum taki útyvir. Eitt rúm, har kettur, hundar og hønur gingu og mólu hvørt um annað í sama rúmi, har sum fólkini svóvu, sigur Sólbjørn.
– Nógv gingu skóleys, hóast tað hesa árstíðina kann vera rættiliga kalt. Sigoynarar eru eitt serligt fólkaslag, tey hava búð soleiðis gjøgnum fleiri ættarlið og eru von við tað. Vit duga yvirhøvur ikki at hugsa okkum, hvussu vánaligt tað er. Nú vil so Rescue hjálpa teimum við hesari after-shool-verkætlanini. Rescue er eisini byrjað uppá at byggja nýggj hús til tey ringast staddu, leggur Sólbjørn afturat.
“Eg sat í fangahúsi og tit vitjaðu meg”
Barbara og Sólbjørn siga, at tey hava fingið nógv burturúr hesi ferðini, og hava fingið sterkar upplivingar.
– Aftaná fongsulsvitjaninar brúktu vit nógva tíð til at tosa saman um tað, sum við høvdu sæð og upplivað, tí tað var so kensluborið. Vit síggja, hvussu gott vit hava tað í Føroyum, og hvussu signað vit eru.
Tað hjálpir at hjálpa, og tað gevur øgiliga góða meining. Øll kunnu vit hjálpa og gera ein mun, og vit kenna, at vit hava gjørt mun í tí lítla, vit hava gjørt, sigur Sólbjørn.
Barbara sigur, at tað er so gevandi at fara út og rætta ein hond til teirra, sum liva í vónloysi. At fara út og boða orðið um ta livandi vón, vit eiga í Jesusi, og vísa teimum á Jesus og á hansara kærleika móti okkum.
– Eg hugsi aftur og aftur um orðini hjá Jesusi: “Eg var svangur, og tit góvu mær at eta… nakin, og tit klæddu meg… í fangahúsi, og tit vitjaðu meg”.
Sunnudagin 25. november klokkan 17.00 verður greitt frá túrinum í missiónshúsinum Libanon í Sørvági, og myndir verða vístar. Øll eru vælkomin.