Guds sonur doyði – fyri meg

Leygardagarnar í summar gjøgnumgongur Trúboðin sokallaðu ápostólsku trúarjáttanina, sum við fáum, men vælvaldum orðum samanfatar, hvat Bíblian sigur um Gud. Steðgað verður stutt við hvønn einstakan lið í játtanini. Greinarøðin varð prentað í blaðnum í 2012.

“… pínslaður undir Pontiusi Pilatusi, krossfestur, deyður og jarðaður, niðurfarin til Heljar…”

Søguligir veruleikar

Trúarjáttanin er ikki bert andlig tulking, sum góðtrúgvin fólk ella dugnaligir gudfrøðingar hava hugsað seg fram til. Nei, játtanin byggir á søguligar hendingar, sum veruliga eru farnar fram.

Søguliga virðið er ein óloysandi partur av trúnni.

Samanber eitt nú við jólaevangeliið (Luk 2), sum nevnir fleiri søguligar persónar, hendingar og staðarnøvn.

Trúarjáttanin válkar sær ikki í blóði og kenslum, men staðfestir, at hann varð píndur, krossfestur, deyður og jarðaður. Jesus doyði altso veruliga og tóktist ikki bert so (Jóh 19,33-35).

Tveir persónar hava fingið navn sítt við í ápostólsku trúarjáttanina. Maria, mamma Jesus, og Pontius Pilatus, landshøvdingi í Judea árini 26-36 e.Kr. Men stórur munur er á, hví hesi bæði verða nevnd. Maria er við, tí hon bar og føddi Guds egna son. Tá Gabriel gav henni boðini um serligu tænastu hennara, gav hon seg undir viljan hjá tí almáttuga. Pilatus er við, tí hann feldi deyðadóm yvir Jesus og lat menn sínar útinna dómin. Hann var ikki tann einasti seki í hesum himmalrópandi justitsmorði, men bert hann verður nevndur.

LES EISINI  Ígjøgnum Jesus kenna vit Gud

Hví doyði Jesus?

Fleiri partar vóru við til at gera av við Jesus. Judas, lærusveinur hansara, sveik hann. Andligu leiðarar fólksins feldu deyðadóm yvir hann og góvu hann upp til Pilatus. Og Pilatus staðfesti sum hægsti rómverski myndugleiki dómin og lat hann verða útintan – av ótta fyri jødunum.

Men Guds orð ger greitt, at fleiri eiga lut í Jesu deyða. Longu í Gamla testamenti varð profeterað um Harrans líðandi tænara, sum “varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót. Allir vit viltust sum seyðir, hildu hvør sína leið, men Harrin læt koma niður á hann ta skuld, sum lá á okkum øllum” (Jes 53,5-6).

Sostatt skulu tveir partar afturat verða nevndir. Tann fyrri er vit!

Messias mátti ígjøgnum ta ósigandi líðingina og deyðan fyri okkara skuld.

Hann doyði sum revsing fyri allar heimsins syndir. Ein ósekur leið fyri eina heila seka mannaætt.

LES EISINI  Jesus er Gud

Guds leiklutur

Hin parturin er Gud Faðir sjálvur. Tað vóru vit, ið viltust sum seyðir, so skuldin er okkara. Men tað var Gud, sum legði okkara skuld á herðarnar á syni sínum.

Hetta er ómøguligt at fata. Eftir síni egnu ráðagerð, sum tann tríeindi Gud frá ævinleikanum gjørdi, lat Gud Faðir revsingina fyri alla heimsins synd raka Gud Son (t.d. Gal 3,13). Vit síggja brot av hesum veldiga mysterium í Getsemane, har Jesus biðir um, at skálin við allari Guds vreiði yvir alla heimsins synd má verða tikin frá honum, um tað er gjørligt (Luk 22,42).

Men tað var ikki gjørligt – so satt vit skuldu verða bjargað. Ikki fyrrenn Jesus doyði á krossinum, var frelsuverkið fullgjørt (Jóh 19,30). So nógv skuldi til, um menniskjað aftur skuldi hava fría atgongd til Guds og samfelag við hann (Matt 27,51). Bert soleiðis kundi Sátans vald á Guds hægsta skapningi verða knúst (Kol 2,14-15).

Kristin trúgv byggir á søguligar veruleikar. Men kristin trúgv er ikki minni, at eg trúgvi á persónin Jesus Kristus sum mín frelsara.

At hann gjørdi tað alt fyri meg, at hann bar mínar syndir og at eg tí í honum eigi fullkomna fyrigeving, náði og frið við Gud.

LES EISINI  Eg trúgvi á Guds Kirkju!

Niðurfarin til Heljar

Tá Jesus doyði, fór sálin til Heljar (deyðsríkið, ikki at blanda við helviti, sum er revsistaðurin eftir dómadag). Pætur gevur okkum ábendingar um, hvat hetta merkir: “Kristus fór í andanum og prædikaði fyri andunum, sum vóru í varðveitslu” (1 Pæt 3,18-20). Tulkingarnar av hesum torskilda ørindi eru nógvar. Men onkursvegna kunnger Kristus sín sigur á syndini og djevlinum fyri teimum deyðu.

Luther ávarar ímóti at spekulera um hetta evnið, tí vit fáa ov lítið at vita um tað. Men hann undirstrikar, at Sátan nú er niðurbardur og bundin og at Jesus tí hevur lyklarnar til deyðsríkið (Opb 1,18).

 

Næsta grein snýr seg um Jesu uppreisn, himmalsferð og afturkomu og er síðsti partur um aðru trúargrein.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina