Gudstænasta fyri kirkjufremmand
G2, ella gudstænasta 2, byrjaði fyrst í hesum árinum í Vesturkirkjuni, og tað er fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði. Derhard Jógvansson, sum er prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, stendur fyri hesum gudstænastunum, og hóast G2 er nýtt, so er hugskotið ikki nýtt.
– Hetta byrjaði fyrsta sunnudag í januar. So nú verður tað fyri fimtu ferð. Søguliga sæð er hugskotið avgamalt. Eg skrivaði nakrar greinir í Trúboðanum fyri eini 12 árum síðan. Eg fekk hetta hugskotið at skapa eina gudstænastu, sum rakar ein annan málbólk enn tann vanliga hámessan sunnumorgun rakar. Tað er ikki ein øðrvísi gudstænasta bara fyri at vera øðrvísi.
Ikki ein sergudstænasta
Derhard sigur, at upprunaligi spurningurin var, hvussu tú kanst skapa eina gudstænastu til teirra, sum núverandi gudstænasta ikki rakar?
– Hvussu kann man røkka til ”kirkjufremmand kirkjufólk”. Tað eru summi, sum eru so sera glað fyri hámessuna sunnumorgun og koma regluliga, og samstundis eru tað fleiri, sum søkja eftir, hvussu tey kunnu finna eina gudstænastu, sum tey verða líka glað fyri sum eldri ættarlið hava verið fyri hámessuna. So tað var drívmegin hjá mær við at skriva nakrar greinir.
Les alla samrøðuna við Derhard Jógvansson um G2 í Trúboðanum, sum kom í øll hús síðsta mikudag.