Hagstovan: Fosturtøkur minkaðar niður í ein fjórðing eftir tríati árum

Seinastu 30 árini er talið av fosturtøkum minkað munandi í Føroyum. Hagstova Føroya sigur frá á heimasíðu síni, at í 2017 vórðu 19 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er metlágt og ein fjórðingur av tí, sum var fyri meira enn tríati árum síðani. Minkingin er markant, bæði í tølum og tá roknað verður í mun til talið av børnum, ið verða fødd.

Myndin omanfyri vísir gongdina í fosturtøkum frá fyrst í 1980-árunum og fram til 2017. Í 80’unum lá miðaltalið um 80 fosturtøkur árliga, men um 1990 fór talið at lækka, og seinastu árini hevur miðaltalið ligið undir 30 fosturtøkur árliga. Tað skal takast við, at talið av kvinnum í burðarførum aldri eisini er broytt nógv, eins og talið av føddum børnum. Kortini er gongdin tann sama, tá roknað verður í mun til talið av føddum børnum í sama tíðarskeiði. Tað er eisini áhugavert, at fallið í fosturtøkum sæst aftur í øllum aldursbólkum.

LES EISINI  Hvat halda floksformenninir um “fría fosturtøku”?

Heilt øðrvísi tøl enn í øðrum londum

Tað er ikki ókent, at fosturtøkutíttleikin er nógv lægstur í Føroyum, samanborið við hini Norðurlondini. Í Føroyum eru 29 fosturtøkur fyri hvørji 1.000 livandi fødd. Í eitt nú Danmark er talið 264 fyri hvørji 1.000 livandi fødd. Taka vit hini Norðurlond, tó ikki Grønland, er fosturtøkutíttleikin millum sjey og tíggju ferðir størri enn í Føroyum. Í hesum sambandi viðmerkti ein kvinna á facebook í morgun, at heldur enn altíð at tosa um lond, sum vit samanbera okkum við, áttu hesi lond onkuntíð at samanborið seg við okkum.

Tað er heldur ikki ókent, at føroyskar kvinnur eisini eru raskastar at føða børn. Hvør kvinna í burðarførum aldri í Føroyum fær 2,5 børn í miðal, í mun til 1,75 børn í Danmark og 1,6 børn í Norra.

At enda nevnir Hagstovan, at sambørt tølum frá WHO, heimsheilsustovninum hjá ST, liggja Føroyar eisini nógv lægst á yvirlitinum yvir framdar fosturtøkur fyri hvørji 1.000 livandi fødd, í mun til 40 europeisk lond og USA.

LES EISINI  Fosturtøka: Tey vóru samd í einum máli 

Tølini siga ikki alt

Hagtølini siga tó einki um nýtsluna av angribollum. Angribollin kom í handkeypi í Danmark í 2001 og nøkur ár seinni í Føroyum. Í 2013 vóru millum 700-800 angribollar seldir á apotekinum í Havn. Um lívið byrjar við gitnaði, kann man siga, at sannlíkt eru fleiri óskrásettar “fosturtøkur” fjaldar í hesum tali.

Hagtølini og frágreiðingin hjá Hagstovu Føroya siga sjálvandi heldur einki um, um talið á fosturtøkum í Føroyum er í lagi, ov høgt ella ov lágt. Júst spurningurin um at dagføra fosturtøkulógina í Føroyum verður nógv umrøddur fyri tíðina, og vit kunnu vænta at síggja væl meira til tað næstu tíðina.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina