Hans Inge Fagervik á pall í Nesvík

Hans Inge Fagervik – ein tann kendasti kristni norski sangarin og sangskrivarin verður at hoyra á KRISTFEST í Nesvík 1. apríl.

Nógvir føroyingar kenna Hans Inge Fagervik og hansara tónleik. Um vit ikki kenna “Farvel Marita” so kenna vit óiva føroysku útgávuna hjá Kim Hansen “Farvæl Maria”. 

Hans Inge Fagervik er ein listamaður við stórum hjarta og er sera virkin innan fyribyrgjandi arbeiðið millum ung og rúsevni. Hann vitjar javnan skúlar og ungdómshús í Norðanlondum, har hann syngur, hevur fyrilsetrar og prátar við tey ungu um rúsevni og rúsevnismisnýtslu.

Fagervik nær út til fjøldina við sínum sterku og erligu tekstum um at vera menniskja. Tekstirnir hjá honum eru um støður, kenslur og avbjóðingar, sum vit sum áhoyrarar kenna okkum aftur í og møta gjøgnum lívið. 

Við sínum tónleiki ynskir Fagervik at boða vón, og nýggjasti sangurin hjá honum “Stormfuggelsang” (2022) er um júst hetta. Um menniskju, sum møta mótgangi og ákoyringum, at tað eisini er vón fyri teimum.

LES EISINI  New Praise á Kristfest 2024

Hans Inge Fagervik hevur skrivað, útgivið og framført tónleik í meir enn 50 ár, árliga hevur hann áleið 150 konsertir. Hann hevur útgivið yvir 20 album umframt stakløg og verið við á hópin av øðrum útgávum. 

Fagervik hevur fingið viðurkenningar fyri sínar sangir úr øllum heiminum, eitt nú hevur pávin sent honum takkarbræv fyri sangin “Mother Teresa” 

Vit fegnast um at vit 1. apríl sleppa at hoyra Hans Inge Fagervik á palli á KRISTFEST í Nesvík.

Alt um KRISTFEST kann lesast á Facebook og Instagram

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina