Háskúlin í Nesvík fer námsferð til Ethiopia

Næmingar á bíbliuháskúlanum í heyst fara eftir ætlan ein spennandi túr til Ethiopia. Túrurin verður gjørdur í samstarvi við felagsskapin Tæn Afrika.

Tað verður leiðarin fyri Tæn Afrika, Elisabeth Poulsen, sum verður ferðaleiðari á túrinum. Og hon greiðir frá, at næmingarnir koma at vitja tær verkætlanir, sum Tæn Afrika arbeiðir við í landinum.

– Eisini fara vit at vitja eina nýggja park við ymiskum áhugaverdum, ið vísir søguna hjá Ethiopia og eina mentannar matstovu, sigur Elisabeth Poulsen, sum kennir væl til norðurafrikanska landið.

Meðan næmingarnir eru í Ethiopia verður búð á einum hotelli í høvuðsstaðnum, Addis Ababa, greiðir Elisabeth Poulsen frá:

– Vit búgva á einum hotellið, ið hevur gym og spa á Mekanissa, ið er ein sera stillur og deiligur partur av býnum .

– Og so skulu vit vera saman við ungum fólki úr Mekane Yesus kirkjuni, ið er størsta lutherska kirkja í heiminum  við meira enn 10 mió. limum. Ethiopia kann læra okkum at seta Gud á fyrsta plássi í lívinum og at vera takksom. Harafturat kunnu føroyingar læra ethiopiar mangt og hvat, tá tað kemur til mentan og livihátt í Europa, sigur Elisabeth Poulsen at enda.

Heystskeiðið á bíbliuháskúlanum byrjar tann 12. august og varar í 4 mánaðir, har ferðin til Ethiopia er ein lítil partur. Restina kanst tu lesa um á heimasíðuni hjá háskúlanum www.hin.fo.

LES EISINI  Háskúlin í Nesvík

Kostnaðurin fyri skúlan er 26.500 kr., og tá er ferðin til Ethiopia íroknað.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina