Himin sjálvur í mínum favni 

Jólaevangeliið havi eg hoyrt ferð eftir ferð hvørt ár tey seinastu næstan 50 árini. Frásøgnin er vælkend, og dugi eg hana næstan uttanat. Men seinastu árini hevur dýpdin í hendingini veruliga rørt við meg. 

Í okkara sangbólki Tabitha á Argjum syngja vit jólasangin ”Himin sjálvur í mínum favni” eftir Erik Hillestad og Carolu Häggkvist. Hetta er ein stillur og inniligur sangur, sum Carola syngur. 

Seinastu tíðina er hendan náttin, tá Jesus varð føddur, runnin fleiri ferðir fram fyri meg. Eg havi mangan sitið og hugsað um og undrast á, hvussu tað mundi vera hesa heilt serligu nátt. Fyri øll rundan um Betlehem var tað allarhelst ikki ein øðrvísi nátt enn so mangar aðrar. Men fyri nøkur menniskju í bygdarlagnum har mundu nógvar ymiskar kenslur bylgjast innan í teimum. 

Hesin sangur Carolu lýsir so væl nakað av júst hesum, eg havi grundað á. 

Maria var ein ung genta, ið Gud hevði valt út at bera sín dýrabara son. Maria, ið ikki var av ríkari ætt ella serlig uppá nakran máta. Bæði hon og Jósef vóru vanlig ung fólk við einum góðum hjarta. Tað at gerast mamma, er ómetaliga stórt í sjálvum sær. Men tá tú so fært í boði at bera son heimsins skapara, sum skal bjarga heiminum, man tað kennast bæði ræðandi og kann nokk ikki lýsast við orðum. 

LES EISINI  Factum est!

Tá øll onnur vóru farin til songar og friður valdaði í bygdini, átti Maria barnið, hon hevði borið. Frásøgnin sigur ikki frá, hvør var við henni og hjálpti henni. Men Jósef, maður hennara, var hjá henni, í øllum førum tá barnið var komið. Kríatúr stóðu nærhendis. Men tey leggjast eisini til ró um náttina. So hesa stillu nátt hoyrdist kanska einki annað enn lítli nýføddi sonurin. Kanska legði Maria hann til bróstið, meðan hon eygleiddi tann fantastiska skapningin. Maria og Jósef við tí nýfødda barninum. Og hetta var ikki ein og hvør: men Guds egni sonur! 

Hvat man vera farið ígjøgnum høvdið á teimum báðum? Ærufrykt? Stoltleiki? Eymleiki? Nokk alt tað tilsamans og meira afturat. 

Í sanginum hjá Carolu grundar Maria yvir hesa serliga bjartu stjørnuna, sum skyggir sum ein diamantur yvir Betlehem. Tað ber boð um, at nakað heilt serligt goymir seg her. Men tey flestu sova. Tað eru bert nakrir lítilsmettir hirðar, ið leggja merki til stjørnuna. Einsamallir úti í bølaniðu eru teir vitni til hesa serstaku stjørnuna. Og knappliga er tað ein frammanfyri teimum, ið fortelur teimum, hvat teir skulu leita eftir. Teir eru fyrstu vitnini. Eyðmjúkir fara teir, sum tað er blivið sagt. Longri úti koma nakrir væl lærdir menn, ið hava ferðast langa leið, tí teir hava lisið og granskað um ein komandi kong. Stjørnan er teirra vegvísari. 

LES EISINI  Meðan vit bíða 4. partur

Hesir báðir bólkarnir eru fyrstu gestirnir at møta barninum – Guds egna soni. Nógvir tankar munnu fara gjøgnum høvur Mariu, har hon situr við Jesus-barninum í favninum. Hennara fyrsta instinkt er at verja hann móti øllum illum. Hon er ikki vís í, at hon hevur skilt alt tað, sum eingilin segði við hana. Men við eymleika eygleiðir hon sonin og biður fyri honum; at hann, líkamikið hvat hendir, er reystur og hugdjarvur, at menniskju mugu taka væl ímóti honum. Hon biður um, at lív hansara má vera til signing fyri mannaættina. Hvussu kann ein so ung kvinna rúma hesum, at hon hevur føtt heimsins frelsara? Hon má undrast, um hennara lítla barn veruliga kann vera tann, sum Heimurin hevur bíðað eftir. Hesin, sum hon situr við í favninum, er tað Guds egni diamantur? Tað er vorðið sum uppgáva at fáa. Um onkur fortaldi henni tá, hvat sonur hennara seinni kom at gera, vænti eg ikki, at hon hevði klárað at rúma øllum tí. 

Maria fekk eina ómetaliga stóra uppgávu frá Gudi. Men Maria setti sítt álit á Gud og lyfti Hansara. Hóast hon var ung og kom úr smáum korum, so visti Gud, hvat hon megnaði. Hann gav henni og Jósefi styrki til at bera ta stóru ábyrgd tað var at sita við himmalsins diamanti í fanginum. 

LES EISINI  Jólaprædika við Símun Persson Jacobsen

Gud setti ta bjørtu stjørnuna at leiða hirðarnar og vísmenninar inn til sín son, sum er vegurin inn til Hansara. Stjørnan speglaðist aftur í eygunum á nýfødda barninum, hon speglaðist aftur til Hann, sum setti stjørnuna í náttarmyrkrið. Jólastjørnan lýsir enn í dag og vísir leiðina til heimsins frelsara. 

Gleðilig jól! 


Hvør gav ljós til stjørnu, 
sum sæst í tínum eyga, 
lat í náttarmyrkri 
hirðar síggja himins ljós, 
setti eina krúnu 
av strái um títt enni, 
leiddi tríggjar kongar 
inn til tín, í hetta fjós? 

Ert tú eins og onnur smá? 
Ert tú tann, tey stunda á? 
Tú mítt lítla barn, ein eingil gav tær navn. 
Man eg verja hesa nátt 
alt tað, sum er dýrt og gott? 
Er tað himin sjálvur, sum eg ruri mær í favn? 

Hvør ger teg so bangnan, 
at hjarta títt tað grætur, 
hond tín tekur fast 
í hár á mammu, lítli tú? 
Sært tú, skuggar dansa? 
Eingilin er farin, 
hann segði so nógv vakurt, 
sum eg ikki skilji nú. 

Gævi, tínir dagar, 
teir geva øðrum gleði, 
gævi, at øll møta 
tær við kærleiks mildu reyst. 
Aldri skal eg gloyma 
tey orð, eg fekk at hoyra. 
Hvat so okkum hendir, 
verða tey til mót og treyst. 

Hvør gav ljós til stjørnu, 
sum sæst í tínum eyga? 
Himins diamantur 
yvir býnum Betlehem. 
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina