Hirði ella samkomuvaldsharri?

Tað finnast nakrar menniskjur við eini alt ov stórari og ofta markleysari trongd eftir viðurkenning, valdi og eftiransing av øðrum. Vit hava tey eisini í kirkjuni. Tey eru skaðilig og trupul at varnast, men sporini avdúka tey.

Irene Rønn Lind, sálarfrøðingur, skrivar:

Kanska hevur tú hitt eina tílíka menniskju? Tær hava eina røð av eyðkennum.

Tær hava ofta eitt týðiligt yvirbragd av sjálvgleði og tørv á at vera miðdepil. Tær skulu helst vera tann besti boðarin ella tann sálarrøktarin, flest leita upp. Tær kunnu koma við eitt sindur fjaldum ábendingum um loyndarmál, ið “tær sjálvandi ikki kunnu greiða meiri frá”. Tað er eisini eyðkent, at somu reglur ikki eru galdandi fyri tær, sum fyri limirnar annars í samkomuni. Samkoman skal eitt nú økja sína gevaratænastu, ella nýta meira av frítíð síni til uppgávur í samkomuni. Men tað er ikki galdandi tær.

Sáa ósemjur og snara sannleikanum

Eitt annað eyðkenni er at snara sannleikanum ella beinleiðis lúgva, um tað tænir teirra valdi og ávirkan. Tað kann vera torført at varnast. Til dømis bera tær fram síni egnu sjónarmið við orðunum “Tað eru mong, sum halda…”, uttan at tað í veruleikanum er so. Í prædikum kunnu skriftstøð metast, alt eftir um tað tænir teirra søk.

Serstakliga eyðkent er eisini, at har sum tær eru, kemur skilnaður millum menniskjur.

Tær kunnu sáa smá neilig fræ um onnur, sum síðani veksa til eitt neiligt bílæt av ávísum persóni.

Tað kann eitt nú vera ein avbjóðari sum boðari ella til formansstarvið. Tær viðmerkja til dømis, at boðanin hjá hinum ikki er núlig, ella um avbjóðaran til formansstarvið, at tað jú gongur ein tíð, áðrenn hann fær gjørt nakað. Tað kann tykjast at vera meinaleysar viðmerkingar, men verða tær sáddar í eini samkomu, kunnu tær skapa iva og ótryggleika og kunnu ávirka vitnisburðin og felagsbønina.

Eitt annað eyðkenni er, at tær binda menniskjur til sín í trúnaði, tá tær í trúnaði hava sagt okkurt um onnur. Til dømis “A, nú hava vit kent hvør annan so leingi, so eg veit, at eg kann líta á teg. Hevur tú givið tær far um B? Eg eri stúrin um hann…” Og samsvarandi “B, vit hava verið vinir í mong ár og í trúnaði við hvør annan. Hevur tú givið tær far um A? Eg haldi, at hann er…” Hesir persónar kunnu firra menniskjur frá hvør aðrari, uttan at tær ansa tí.

Atburðurin er stýrdur av tí, sum tænir teirra søk í hesi løtu, samantongt við vantandi empati og samvitsku. Tí kunnu tær hava eina sera stuttkenda atferð. Eina løtu halda tær eitt. So nakað heilt annað. Eina løtu kann ein persónur vera inni í hitanum. Og úti aftur í næstu løtu.

Serstakt viðkvæmi í samkomum

Hesir persónar finnast allastaðni, og valdsamboðini, teir nýta, valdast tað, teimum tænir best í givnari støðu. Í karismatiska umhvørvinum kunnu orð sum, “eg havi fingið eina opinbering um, at tú skalt…” ella metingar um at vera settur av andum, vera nýtilig valdsamboð. Í luthersku rørslunum eru tað meira orð um ta reinu læruna, um at hin er um at falla uttan fyri bíbliu og játtan og so framvegis, sum hjálpa teimum at fáa ella varðveita valdið á øðrum.

Kristna umhvørvið er serstakliga viðkvæmt fyri hesum persónum, tí vit sum kristin kunnu vera bangin fyri at falla frá Gudi og glatast.

Tað hevur sterka ávirkan, tá onkur kann siga nakað við okkum vísandi til, at Gud sjálvur hevur sagt tað við viðkomandi, ella koma við eini meting um, at vit eru á skeivari leið. Til dømis “Eg merki, at tú hevur tað ikki so gott við M. Tú mást gera upp og fyrigeva M, annars setir tú teg uttanfyri Guds fyrigeving (samanber Faðirvár).” Tað kann til dømis verða sagt við tvey í samkomuni, sum hann hevur sáað ósemju millum.

Fyribyrging

Tú kanst ongantíð fullkomuliga tryggja teg móti hesum menniskjum. Tær fjala seg ofta aftanfyri ein skort av trúvirði og umsorgan, og tað er altíð ein stuðulsbólkur ella fjepparar, sum ikki kunnu síggja, at trupulleikar eru.

Ofta er eisini ein sterk kensla av teimum røttu og teimum skeivu. Tá so onkur av “teimum skeivu” átalar nakað, gerst tað ein váttan um, at eins egna samkoma er tann rætta.

Men tað er nakað, tú kanst gera, til tess at ein slík menniskja fær truplari við at fáa fótafesti í samkomuni: Millum annað

  • Halda sína egnu leið reina. Ein samkoma, sum til dømis góðtekur baktalu, undrast kanska ikki, tá ein persónur sáar baktalufræ í samkomuni.
  • Vita, at trupulleikin finst í kirkjuliga umhvørvinum. Rætt er, at nøkur eru leiðarar. Tað er rætt, at nøkur fáa eina serstaka vissu um kall til nakað ávíst. Men tað er eisini rætt, at nøkur siga hetta, tí tað tænir teirra trongd eftir valdi og eftirlit við menniskjum.
  • Lít at øllum persóninum og ikki einans, at tað koma nøkur at síggja til røtt orð av munni. Við tilnevning og setan hygg eftir teimum sporum, viðkomandi setir. Ein menniskja kann lúgva við orðum, men aldri við atburði sínum eftir ávíst tíðarbil.
  • Gudfrøðilig undirvísing, so tað gerst truplari at verða dáraður av snildum við skriftstøðum.

 

Gunnar Reynslág týddi úr DBI-posten #5, 2019

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina