Hjartaliga takk

Tað er við stórari gleði og takksemi, at vit kunnu fortelja, at jólagávuinnsavnanin í fjør gav 79.400 kr. Og tá ið vit í vikuskiftinum sendu Stórmøtini á netinum komu tilsamans 59.332,60 kr. inn tey trý kvøldini.

Hjartaliga takk fyri hvørja einastu gávu!

Á seinasta høvuðsstýrisfundi í fjør samtykti høvuðsstýrið fíggjarætlanin fyri 2022 við einum halli á 358.789 kr., og hvør einasta gáva hevur tí stóran týdning fyri okkara møguleika at arbeiða fyri at náða okkara landsmenn við gleðiboðskapinum um Jesus. Tað er sera gleðiligt, at so nógv vilja stuðla okkara arbeiði fíggjarliga.

Í mun til samtyktu fíggjarætlanina, so er tað serliga okkara kjarnuvirksemi, trúboðararnir, sum manglar fígging. Í løtuni mangla áleið 25.000 kr. um mánaðin, áðrenn trúboðararnir eru lyftir fíggjarliga.

Um tú ikki vart við til innsavningarnar á Stórmøtunum, men ynskir at geva eina gávu, so er tað framvegis møguligt. Tú kanst flyta eina gávu á 6460-170.671.5. Til ber eisini at geva gávu til eitt ávíst endamál, m.a. til arbeiðið hjá trúboðarunum. Við at trýsta á leinkjuna niðanfyri opnar tú eina síðu, har tú kanst lesa meira um hetta.

Hjartaliga takk fyri allan fíggjarligan stuðul.

Andrias Magnussen, aðalskrivari