Hjúnabands-vikuskifti

23.-24.apríl verður hjúnabands-vikuskifti í Leguhúsinium í Nesvík.

Evnið er: “Vilt tú elska…”

Set tveir dagar av til hjúnabandið. Endamálið við tiltakinum er at geva hjúnum, nýgiftum eins og hjúnum við drúgvum royndum, møguleika at hjúkla um hjúnabandið, at seta tíð av til at hugsavna seg um hvønn annan og alt tað góða, tey hava, men kanska ikki nýta fult út.

Vit gloyma tað so lættliga í dagsins stákan og meldri. Men hjúnabandið skal røktast og haldast viðlíka eins og alt annað gott í lívi okkara. Tað er ikki bert bilurin, sum hevur tørv á olju og eini yvirháling fyri at snurra betur, tað hevur tú eisini. So sløkkið fartelefonina. Gloymið deadlines og húsligar skyldur. Gevið børnunum, hundinum og sjónvarpinum ein farvælkoss og ger eina sera týðandi íløgu í hjúnalag tykkara.

Á skránni verða:

  • áhugatímar við Ann Hermandsdóttir
  • lekkur matur, góðar umstøður, nýggj kømur í nýmótans kørmum
  • tíð til samveru, skemt og hugna
  • heilt serlig hjúnabandsgudstænasta við Jákupi E. Petersen

Hesir fýra hugvekjandi tættir og tíð til samrøðu. Bert tit bæði. Endiliga er høvi til staðar, at tú kann gerast klókari upp á teg sjálvan, tín hjúnafelaga og hjúnaband tykkara. At gerast varur við okkurt nýtt ella at raka við okkurt, sum var gloymt, okkurt ið fekk teg til at kjósa tær júst hana, tú valdi.

Tiltakið byrjar leygarmorgun 23. apríl uml. kl. 9.30 og endar sunnudag aftaná døgurða. Síðsta freist at tekna seg er: 18. apríl

Kostnaður: 1300 kr. hvørji hjún.

Tekning fer fram á mission.fo/tilmelding ella við at trýsta á leinkju í neðra

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina