Hjúnabandslógin í nevnd

Broytingin í hjúnabandslógini er nú farin til nevndarviðgerð í løgtinginum. Innihaldið í málinum er í trimum ymiskum løgtingsmálum, og er tí til viðgerðar í trimum ymiskum nevndum, sum hvør í sínum lagi varða av økinum, sum málini fevna um.

Málið um broyting av hjúnabandslógini varð lagt fyri løgtingið í november, og endamálið við uppskotinum er heilt stutt, at hjúnalagið verður broytt frá siðbundna hjúnalagnum fyri mann og konu til eitt hjúnalag fyri antin mann og konu ella tvey av sama kyni. Málið hevur verið til fyrstu viðgerð í løgtinginum, og er síðan beint í ávikavist mentanarnevndina, rættarnevndina og trivnaðarnevndina.

Tey trý lógaruppskotini verða í nevndunum lýst uppá tann mátan, at fólk og felagsskapir koma á fund við nevndirnar. Til dømis verða felagsskapirnir “Ja til hjúnabandið” og “LGBT” umframt fleiri onnur boðin á fund við trivnaðarnevndina, tá ið hon viðger hjúnabandslógina.

 

Ikki í kirkjuna enn

Tey trý løgtingsmálini eru um ávikavist broyting í hjúnabandslógini og rættarvirknaðarlógini, rættargangslógini og lóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni.

Broytingin í hjúnabandslógini snýr seg um, at seta í gildi partar av lógini, sum er galdandi fyri Danmark, og tað merkir, at hjúnalagið verður broytt til nú eisini at umfata pør, har bæði eru av sama kyni. Í lógaruppskotinum stendur útgreinað, at hjúnalagið fyri samkynd er borgarligt. Broytingin í rættargangslógini snýr seg um upploysn av hjúnalagi.

Í hjúnabandslógini stendur, at gangast kann í hjúnalag við kirkjuliga ella borgarliga vígslu, og at borgarliga vígd kunnu verða kirkjuliga signað í fólkakirkjuni. Broytingin í lóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni fær eftir uppskotinum eitt uppískoyti, sum sigur, at “kirkjulig tænasta, ið snýr seg um vígslu ella signing kirkjunnar av hjúnabandi, fevnir um par av ymiskum kyni”. Sostatt er ætlanin í fyrsta umfari ikki kirkjulig vígsla ella signing av samkyndum.