Hópdráp í Nigeria: 620 kristin eru vorðin dripin síðani ársskiftið

Islamiskir fulanihirðar lupu tann 11. mai á fleiri kristnar familjur í Kaduna State og drupu 17 menn, kvinnur og børn. Mett verður, at 620 kristin eru dripin, meðan heim og kirkjur í hundratalið eru oyðilagdar bara í 2020.

Morning Star News greiðir soleiðs frá tilburðinum: “Vápnaðir fulanihirðar lupu á bygdina Gonan Rogo í Kajuru County, nærindis býnum Kaduna um hálvgum tólv tíðina á kvøldi. Teir lokalu muslimsku fulaniarnir  vóru rýmdur úr býnum kvøldið fyri. Álopsmenninir brutu inn í heimið hjá 40 ára gamla Jonathan Yakubus og drupu hann. Teir drupu eisini 32 ára gomlu konu hansara, Sheba Yakubu børn teirra, sum vóru 13, 6 og 4 ára gomul. Teir týndu alla familjuna.”

Talsmaðurin hjá bygdafólkunum, Luka Binniyat, sigur eisini frá hvussu blóðspor leiddu fólk til onnur hús, har íbúgvar í aldrinum frá 6 til 60 ár vóru dripnir við knívum ella skotnir.
“Tey dripnu høvdu livað í friði og náðum  saman við sínum fulani-grannum í 40 ár, og tað vóru eingi trygdarfólk í býnum. Nú hava bygdafólkini grivið ofrini í eini hópgrøv”, sigur Binniyat.

Islamistarnir hava í mai burturflutt 8 kristin í aldrinum 35-70 ár frá Kajuru County, umframt prestin Reuben Danbala frá Ungwan Mission, upplýsir felagsskapurin Global Glorius Missions.
Í fyrsta umfari slapp presturin undan, tá islamistarnir drupu tríggjar lokalar kristnar.
Fleiri kristin eru burturflutt, og islamistarnir krevja stórar peningaupphæddir fyri tey. Sambært eygleiðarum eru 11.500 kristin vorðin dripin í Nigeria síðani 2015.

Kelda: Udfordringen
Torfinn Jacobsen týddi