Hvar er missiónshjartað í Føroyum?
Elisabeth Poulsen er virkin í altjóða missión, og hon hevur verið trúboðari í útlondum í fleiri umførum. Í samrøðu greiðir hon frá einum parti av sínum lívi í missión og spyr, hvar missiónshjartað í Føroyum er.
– Tað, sum eg hugsi, tá ið eg búgvi í útlondum, og vit verða send út í onnur lond at tæna, er, at hví verða vit altíð send út við útlendingum. Hví eru tað ikki Føroyar, sum uppá onkran máta eigur okkum, og hví verða vit ikki send heiman úr Føroyum, tá ið tað er haðan, vit koma? Í hesum tíðarskeiðnum, eg havi fyrireikað meg til langtíðartænastu, vil eg finna út av, hvar missiónshjartað í Føroyum liggur.
Hon sigur, at tá ið vit ikki senda fólk út frá okkum sjálvum, so geva vit fólki minni kjans til at geva.
– Eg hugsi, at fyri nógvum árum síðan vóru nógv meira fólk sjónliga úti í missión. Eg gráti um tað, at tann kirkjuligi parturin er so lítið virkin í missión. Man hoyrir so lítið um útimissión í Heimamissiónini. Tað er ein syrgilig gongd. Eg haldi, at tað líkist ongum, at Heimamissiónin sum rørsla ikki hevur meira fokus á útimissión.
Les alla samrøðuna við Elisabeth í Trúboðanum, sum kemur út í dag, har hon eisini greiðir frá hendingum í sínum lívi í missión.