Hvar varð Jesus føddur?

Tey allarflestu rista á høvdinum, tá tey hoyra ein so tápuligan spurning. Tí sjálvandi varð Jesus føddur í Betlehem sunnanfyri Jerusalem. Tað stendur týðiliga og klárt í jólaevangeliinum. Kortini hoyrist av og á, at tað er ikki serliga sannlíkt, at Jesus varð føddur í býi Dávids. Føðistað Jesusar er heldur at finna í Galilea, halda nøkur.

Hvat nú, um evangeliini mistaka seg? Sambært fornfrøðini var einki Betlehem í Judea á Jesu tíð. Hvat grundarlag hava vit fyri at halda, at tað var í hesum Betlehem, at Jesus kom í heimin?

Jerome Murphy-O’Connor, professari í Nýggja testamenti við École Biblique í Jerusalem, skrivaði í 1990 eina grein, har hann umrøður, hvat vit hava av upplýsingum í teimum gomlu keldunum um føðistað Jesusar.

Føddur í einum helli

Ta elstu upplýsingina (aftaná evangeliini eftir Matteus og Lukas) finna vit hjá tí kristna trúarverjanum (apologetinum) Justini Martyr (uml. 160 e.Kr.). Justin veit, at Jesus varð føddur í einum helli nær við Betlehem í Judea.

Í samrøðu við jødan Tryfon sigur hann: ”Tá ið Jósef ikki fann nakað stað í bygdini, har hann kundi búgva, settist hann niður við eitt helli, sum var nær við bygdina. Og meðan tey vóru har, átti Maria Kristus og legði hann í eina krubbu, har vísmenninir, sum komu úr Arábia, funnu hann”. (Samrøða við jødan Tryfo, 78,3).

Justin Martyr var føddur í Sikem (nú: Nablus) og kendi tí tey landafrøðiligu viðurskiftini í Palestina væl.

Sambært honum varð Jesus føddur í einum helli heilt nær við Betlehem.

Tað er heilt víst ikki nakað, sum Justin hevur funnið uppá, sigur Murphy-O’Connor. Justin tekur í sínum riti greiða frástøðu frá mitra-dyrkanini, sum var vorðin sera væl umtókt í rómverska ríkinum. Her tilbóðu fólk gudin Mitra, sum skuldi vera føddur í einum helli.

Tað, at Justin í síni kunning sigur, at Jesus varð føddur í einum helli, hóast vandan fyri, at mótpartar hansara vilja mistaka Jesus við Mitra, vísir, hvussu vísur hann er í, at Jesus varð føddur í einum helli við Betlehem.

LES EISINI  Valdsharrarnir í jólaevangeliinum – hvat er fakta?

Aðrir vitnisburðir

Tað sama sigur ókendi høvundurin til Jákups undanevangelii (eftir 150 e.Kr.):

”Og tey vóru komin hálva leið, tá Maria segði við Jósef: ”Jósef, hjálp mær niður av asnanum, tí barnið, eg beri undir belti, vil sleppa út.” Og hann hjálpti henni niður á staðnum, og hann segði við hana: ”Hvagar skal eg leiða teg og verja títt blúni, tí staðið er oyðið?” Og hann fann eitt helli har og leiddi hana inn hagar”. (Jákups undanevangelii 17-18; Jørgen Ledet Christiansen og Helge Kjær Nielsen, ‘Nytestamentlige Apokryfer’, 2002, síða 142).

Høvundurin kennir kortini ikki tey landafrøðiligu viðurskiftini í Palestina serliga væl. Hann sigur til dømis, at hellið lá miðskeiðis millum Jerusalem og Betlehem.

Kirkjufaðirin Origines (181-254 e.Kr.) sigur í sínum riti Contra Celsum (1.51):

”Um nakar ynskir fleiri prógv umframt profetiið hjá Mika og søguna í evangeliunum hjá Jesu lærusveinum til tess at verða sannførdur um, at Jesus varð føddur í Betlehem, so kann hann leggja til merkis, at í samsvari við frásøgnina í evangeliinum um føðing hansara, verður hellið víst í Betlehem og krubban í hellinum, har Jesus varð sveiptur í klæði. Tað, sum verður víst har, er kent í økinum, enntá av fólki, sum eru fremmand fyri trúnni, av tí at tað var í hesum helli, at tann Jesus, sum verður tilbiðin og æraður av kristnum, varð føddur”.

Origines hevur óivað sæð hellið millum ár 231 og 246, sigur Murphy-O’Connor. Staðið, har Jesus varð føddur, er væl kent í økinum, og sjálvt tey ikki-kristnu í økinum kunnu vísa teimum vitjandi á staðið.

Umbygt til eina heidna lund

Kirkjufaðirin Hieronymus (347-420) livdi í Betlehem frá 385 og til hann doyði. Í einum av brøvum sínum (Epistul 58.3) sigur hann um tey heilagu støðini í Jerusalem og Betlehem:

LES EISINI  Valdsharrarnir í jólaevangeliinum – hvat er fakta?

”Sjálvt mítt egna Betlehem, sum nú er tað mest tignarliga stað í øllum heiminum, sum sálmaskaldið syngur um: ”Sannleikin er sprottin úr jørðini”, stendur í skugganum av eini Tammuz-lund, tað er Adonis, og júst í tí helli, haðani barnið Kristus læt hoyra síni fyrstu skríggj, varð klagað til Adonis”.

Hieronymus sigur, at rómverski keisarin Hadrian umbygdi tey jødakristnu heilagu støðini til heiðin støð. Føðistað Jesusar varð gjørt til eina heilaga lund hjá einum bábylonskum-grikskum gudi.

Á tann hátt hjálpti Hadrian keisari móti sínum vilja til at varðveita minnið í Betlehem um, at Jesus varð føddur har.

Tað er óhugsandi, at íbúgvarnir í Betlehem bara funnu uppá eitt ella annað helli sum føðistað Jesusar. Tá ið tey halda so fast við, at Jesus kom í heimin júst í tí hellinum, sum gjøgnum mong ár lá mitt í eini heidnari lund, mugu tey hava havt sera góðar grundir til tess.

Hetta hellið undir Føðingarkirkjuni í Betlehem verður ávíst sum føðingarstað Jesusar. Allar fornkirkjuligar keldur eru samdar um, at Jesus kom í heimin í einum helli við Betlehem.

Nýggja testamenti

Murphy-O’Connor vendir sær síðani til keldurnar í Nýggja testamenti viðvíkjandi føðing Jesusar, Matteus 2 og Lukas 2. Matteus og Lukas eru samdir um, at Jesus varð føddur í Betlehem í Judea; men teir siga einki um nakað helli, bert at hann kom í heimin í einum fjósi.

Tey bæði evangeliini eru rættiliga ymisk og hava hvør sína frágreiðing um hendingarnar á jólum. Tær báðar frásagnirnar eru eftir øllum at døma skrivaðar óheftar av hvør aðrari. Tess meira umráðandi er tað, sambært Murphy-O’Connor, at leggja til merkis, hvat teir so eru samdir um. Teir eru millum annað samdir um, at Jesus varð føddur í Dávids býi.

Ein kongligur messias

Nýggja testamenti leggur aftur og aftur dent á, at Jesus var av kongligari, Dávids, ætt. Men Jesu lív og levnaður var avgjørt ikki, sum væntað varð av einum messiasi. Hann fór ikki móti teimum rómversku valdsharrunum. Hann arbeiddi ikki fyri politiska frælsi Ísraels. Hann helt saman við tollarum og syndarum og hevði vanlig fólk við í sínum fylgi.

LES EISINI  Valdsharrarnir í jólaevangeliinum – hvat er fakta?

Tá tey fyrstu kristnu hildu fast við, at Jesus er Messias av Dávids ætt, hevði tað ikki nakað við hansara lívsførslu at gera. Murphy-O’Connor sigur, at hendan viðurkenning millum annað var tí, at Jesus í veruleikanum var føddur í Dávids býi.

Hvat sigur fornfrøðin?

Murphy-O’Connor viðger ikki teir fornfrøðiligu spurningarnar í grein síni. Og tað er góð orsøk til tess.

Tað eru nevniliga sera fáar og tilvildarligar fornfrøðiligar kanningar gjørdar í Betlehem. Í núverandi býnum liggja Føðingarkirkjan og Føðingarhellið. Tí kunnu umfatandi fornfrøðiligar kanningar ikki gerast.

Tað sindrið av útgrevstrum, sum er gjørt, vísur, at býurin varð bygdur í gamlatestamentligari tíð í økinum beint eystanfyri og sunnanfyri Føðingarkirkjuna. Mong pottabrot eru funnin. Staðið, har Føðingarkirkjan stendur, hevur kanska ligið beint uttanfyri býin. Enn er einki funnið í Betlehem, sum er frá nýggjatestamentligari tíð.

Tað sigur, at okkara fornfrøðiliga vitan er bert í brotum.

Tá tað verða møguleikar fyri veruligum útgrevstrum, fara leivdir frá Jesu tíð uttan iva at koma undan kavi, júst sum tað hendi fyri tveimum árum síðani í Nasaret (greinin er skrivað í 2010, red.), har tað fyri fyrstu ferð vórðu funnar leivdir av vanligum húsum frá 1. øld eftir Krist. Av tilvild varð fyri tveimum árum síðani funnin ein grøv frá rómverskari tíð við krubbustaðið í Betlehem. Tað verða óivað funnar leivdir av eini bygd frá Jesu tíð, um møguleikar vera til útgrevstur.

Fyri tveimum árum síðani (greinin er skrivað í 2010, red.) vórðu leivdir av húsum frá Jesu tíð funnar vestanfyri Boðanarkirkjuna í Nasaret. Í húsunum vóru tvey rúm og eitt lítið tún frammanfyri. Tað er tann fyrsti beinleiðis fornfrøðiligi vitnisburðurin um, at fólk búði í Nasaret í 1. øld e.Kr. Verða møguleikar givnir fyri útgrevstri eystan- og sunnanfyri Føðingarkirkjuna í Betlehem, verða leivdir av húsum frá Jesu tíð óivað funnar har. (Mynd: Biblical Archaeology Review 2010)

Í Betlehem

Hóast tey ikki hava funnið nógv fornfrøðiligt, er góð grund til at halda, at Jesus varð føddur í einum fjósi inni í einum helli við Betlehem. Allar fornkirkjuligar keldur peika tann vegin, og tað finst eingin siðvenja fyri nøkrum øðrum stað.

 

Skrivað hevur Carsten Vang, lektari á Meinigheitsfakultetinum í Aarhus, í blaðnum TEL nr. 4/2010.

Torfinn Jacobsen týddi greinina, sum varð prentað í Trúboðanum nr. 24/2011.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina