Tá ið smádrongurin Andras vakti Kjølbro á nátt

Mánakvøldi 30 nov. bleiv jólatræið í Ánunum í Klaksvíkar Kommunu tendra. Andras Samson Biskopstø bar fram røðu og Klaksvíkar Hornorkestri spældi jólaløg. Andras nevndi ímillum annað, um gleðina á jólum, har vit geva hvørjum øðrum gávur fyri at gleða okkara næsta. Men uttan jólaevangeliið, sum er upphavi til gleðina, so kunna vit ikki av sonnum gleðast. Men nú er Jesus føddur og hetta er av sonnum stór gleðiboð og sum eru fyri øll. Andras nevndi eisini ymiskt hugnaligt í Ánunum og eina fitta søgu, tá hann var hjá ommu og abba sínum á Trønni. Vit endurgeva her nakað av røðuni.

Gott kvøld øll somul og vælkomin til hetta haldi, hvar vit fara at tendra jólatræið. 

Tað eru fýra ár síðani at Dávur Winther var eftir mær og eg fekk í boði at halda eina talu til hetta haldi við at tendra jólatræði. Men alla tíðina havi eg funni onkran annan at hildu taluna. Fyrsti var Ove Frederiksen, so Heini Mohr, síðan Rúna Sivertsen og nú bleiv tað so mín túrur. 

John Reid Bjartalíð hugleiðir í síni bók “Á gomlum gøtum og yngri”, soleiðis um jólatræið: 

Síggj, og gev tykkum far um, her standi eg í grønu kápu míni, og eg havi fingið vøkur lýsandi ljós á krop mín,  greinar mínar eru vornar ljósskrýddar; tað er menniskjan, ið ynskir og sum hevur gjørt tað so, at á myrkastu tíð ársins kom eg at standa her – í lýsandi skrúð, flutt úr øðrum grannalandi. Uppgáva mín er at vera eitt minni um stórhendingina á sinni, tá stjørnan lýsti so bjørt á himli, stjørnan tann, sum vísti hirðunum – seyðamonnunum vegin til Betlehems at finna Jesusbarnið. 

Tá vit hugsa um, hvat vit hava upplivað í lívi okkara í teimum árunum, ið farin eru, og síðan spyrja okkum sjálvi: Hvat er tað ríkasta og besta, sum vit hava upplivað, ikki bert eina ferð, men ár eftir ár sum barn, sum unglingi ella ung, ja, alt lívið ígjøgnum, munnu so ikki jólini koma at standa fremst hjá teimum flestu í hesum landi? Advents- og jólatíðin er ein føgur tíð. Tað er ein vónarinar tíð, og vónin skapar altíð ríkar møguleikar í menniskjasinninum. Sinnið gerst livandi. Tað grør okkurt í tí, sum rímar saman við gleðini. Men tann, ið leingist eftir gleði, fær eisini sinni at gleða onnur. Soleiðis er tað upp undir jól. 

LES EISINI  Ein nýggjur vegur heim í Guds ríki

Vit eru ikki komin inn í desember enn og jólatrøini, her norðuri í Áninum, hava longu staði eina tíð pyntaði og ljósskrýdd, – jú hetta skapar spenning og gleði. 

Spyrja vit, hvat tað er, sum ger, at vit fáa so nógv vakurt at síggja hesa tíðina, so verður svarið, sum vit vita, at tað eru jólini. 

Fólk siga ofta, at jólini eru berur blankur handil; nakað er um tað. Men lat okkum heldur siga, at tað er ein gleði, sum til allar tíðir, síðani Jesus var føddur, hevur rátt millum menniskju í tí kristna heiminum, og henda gleðin mátti fram. 

Tá ein er glaður, so plagar tað at kunna síggjast. Og tá ið ein er glaður, verða ofta onnur drigin við inn í hesa gleði. 

Vit eru sum kristin fólk glað um, at Jesus Kristus kom í heimin. Henda gleði kemur til sjóndar í tí, at vit vilja gleða onnur við t.d. gávum, heilsanum o.ø. Tað verður eisini bjóða til veitslur. 

Tað er kærkomið fyri fólk at fáa eina tíð á árinum, sum soleiðis fær okkum at hugsa meiri um onnur. Tí mong hava nóg mikið í sær sjálvum, mong eru fylt av ótta, tí alt er so ótrygt, siga tey. 

Men jólaevangeliið, sum er upphavið til gleðina, sum vit tosaðu um í áðni, sigur frá, at menniskju eiga ikki at óttast, tí vit hava fingið tey stóru gleðiboðini: Okkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! 

LES EISINI  Rúm fyri Jesusi

Hetta var tann stóra gávan, Gud gav menniskjanum. 

Vit treingja øll til at eiga ein frelsara, og vit hava øll gott av at hava ein annan harra enn okkum sjálvi. Tað er ikki bara hjá børnum at hetta er galdandi; tey vaksnu kunnu fegin verða við saman við børnunum. 

Og so ein lítil jólasøga. 

Javnan so eri eg og klippi mær og ofta er onkur annar eisini inni í klippistovuni. Hjá konufólki er tað ofta okkurt sum stendur uppi á høvdinum, ivaleyst tí hári skal torna. Men práti gongur og tað er um mjólk og at ganga eftir mjólk. – Tað er ofta eitt sera hugnaligt prát, um gamlar dagar hvussu tað var tá. Í sama práti, so kemur ein hending fram fyri meg sum eg skal sigi frá. Tá eg eri liðugur, siga báðar konurnar at hasa søguna mást siga víðari. – Nú er tað bara mamma mín sum kennir hendingina. 

Søgan er hendan: 

Hetta er stutt eftir at pápi mín var deyður. Vit høvdu búð á Biskupsstøð og vóru flutt niðan í Trønna at búgva. Minnist at mín best vinmaður Jóannes Kjølbro, Jóannes hjá Ewald kom eisini nógv niðan í Trønna at spæla, somuleiðis sum eg eisini var nógv á Biskupsstøð og spældi. Eg havi verið um 7 ár og mamma mín og beiggjarnir vóru í Havn. Mamma mín passaði av og á húsið hjá Hans Paula ommubeiggja mínum, tá tey gomlu vóru í sjúkraørindum í Danmark ella tey vóru og ferðaðist. 

– Hetta var upp til jólar, tað var sera myrkt uppi í Trønni. Húsið stóð so einsamalt á veg út í Grøv. Tá eg var smádrongur vóru tey fyrstu húsini vit komu til omaneftir, húsini hjá Agga. 

LES EISINI  Jólagleði

Ivaleyst eri eg farin tíðliga í song. Minnist at eg svav ímillum hjá ommu og abba, men nú vakni eg mitt á nátt og tá ið hvørki omma ella abbi vóru í songini so fór eg upp. – Alt húsið var myrkt. Eg tendri so hvørt eg komi fram, men har var eingin at finna. Á loftinum var eingin, á miðhæddini var eingin og í kjallaranum var heldur eingin. Sum verða man, so blívur drongurin bangin. Einast ráðini vóru at ringja til Jóannes og eg undrist á at man longu tá hevur ringt. – Eg ringi og tað gongur ein rúm tíð til Gerda, kona Ewald, tekur telefonina. Eg greiði so frá hvussu støðan er og hon skilir hvussu tað stendur til. Jú hon skuldi koma. – Tvs. at eg fái vagt alt húsið hjá Ewald. – Sjálvur siti eg í undirklæðum á telefonkrakkinum í gongini og bíðji. Tað gekk ein løta so var Gerda og dóttirin Fríðgerð har og glaður var eg. – Eina lítla løtu aftaná so kemur omma mín upp gjøgnum kjallaratrappurnar og uppkomin standa øll spyrjandi. Jú kúgvin hevði kálva uppi í fjósinum og tey høvdu verið noydd at hjálp til. – Omma hevði sæð ein bil koma í túni og at onkur var komin upp gjøgnum trappurnar uttanfyri og farin inn.  – – Ja, soleiðis kundi ein lítil drongur fáa alt í røring mitt um náttina. 

Uppi hjá abba mínum vóru tvær kýr í fjósinum og har gingu nógv fólk eftir mjólk. 

Í dag er alt hatta vekk! Nú ferð øll mjólkin til MBM Meginfelag Búnar Manna! 

At enda skulu vit takka Klaksvíkar kommununi fyri at vit her norðuri í Áninum eisini kunnu fáa eitt jólatræð og takka hornakestrinum fyri at teir so trúfastir møta upp fyri at gera løtuna hugnaliga og takka øllum somlum at tit møttu upp til tiltaki. 

Ivaleyst er tað ein kaffimugur og onkur karamella at fáa aftaná. 

Eftir er bert at siga Gleðilig jól øll somul!  

Stóra takk fyri! 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina