Hvat, ella, hvør er Guds kirkja á jørð?

Torleif Johannesen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Spurningurin hevur altíð verið viðkomandi og fer óivað altíð at verða tað.

Er kirkjan ússaligu jarn- og bambuskirkjurnar í Afrika og í Asia, ella stóru og stásiligu -Pæturskirkjan í Rom, La Sagrada Familia í Bercelona ella ST. Pouls Catedral í London; ella teir  mongu prýðiligu kirkju- og samkomubygningarnir her hjá okkum?

Tað er bæði gott og neyðugt við góðum kirkju- og samkomubygningum. Vit takka eisini Gudi og menniskjum fyri teir. Tøkk, øll tit, sum á ymiskan hátt eru virkin fyri, at hesir bygningar eru innbjóðandi og nýtiligir til høvuðsendamálið – at boða Kristus krossfestan og upprisnan.

Kortini má meginparturin av peninginum, tíð og orku hjá “kirkjustarvsfólkunum,” ikki fara til betongið, timbrið og pappírsarbeiðið, hóast tað eisini er týdningarmikið og skal gerast. Vit mugu ikki gloyma, at hetta eru deyðir lutir.

Gamli Grundtvig sang í 1837: “Kirkjan, hon er eitt gamalt hús, stendur um tornini falla.” Ja,  “kirkjan” er ikki bygningarnir, men ein og hvør, sum er endurføddur við vatni og Guds anda og sum livir í trúnni á Jesus Kristus. Tí er kirkjan tey Kristustrúgvandi.
Missiónsboðini/dópsboðini, vóru tí greið frá tí krossfesta og upprisna Jesusi:
“Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.»
Grundtvig sigur tí víðari: -Í húsi Guds og kirkju nú, vit eru livandi steinar, sum undir krossmerki skírn og trú í Harrans miskunn sameinar.-

LES EISINI  Sundakirkja fyri tannáringar

Høvuðsorkan, tíð og peningur, má tí sanniliga eisini nýtast til missiónsarbeiðið, har tann einstaki er týdningarmikil og í fokus. Kirkjan, eru menniskju og ikki bygningar. “Kirkjan,” eru tey Kristustrúgvandi, sum savnast í Jesu navni í eini føroyskari kirkju ella samkomubygningi, í Pæturskirkjuni, undir einum træi í Afrika ella í messuni á einum skipi.
Jesus segði jú: -Tí at, hvar sum tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum teirra.-  Har er Guds kirkja.
Pætur orðar tað soleiðis: -Og latið tykkum sjálvar verða uppbygdar sum livandi steinar til eitt andligt hús, til ein heilagan prestaskap, til at frambera andlig offur væl toknað av Guði fyri Jesus Krist.-

Kirkjubygningurin hevur eitt ávíst grundstykki og matrikkulnummar. Guds kirkja á fold, eru livandi menniskju, sum liva í livandi sambandi við tann livandi Jesus; og tí eru livandi vitni um tann livandi Gud. Vit dyrka ikki halgimenni, men svenski biskupurin, Natan Søderblom, segði so beinrakið: “Halgimenni er ein og hvør, sum við lívi sínum prógvar, at Gud er til!”
Sørin Steinhólm, plagdi at siga: “Ver tann, tú í Kristi ert – hvar tú ert!”

LES EISINI  Sunnudagin gongur talvan fyri arbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini

Tú skalt ikki bara ganga í kirkju, ella ganga kirkju- og samkomuhúsgøtuna, men vera kirkja har, tú ert. Tað vil siga, at tú livir í Kristi og alt, tú gert, ert og sigur, er halgað og signað av honum. Tá ert tú “kirkja” heima við hús, í skúlanum, á arbeiðsplássinum, í grannalagnum, í bygd og bý, á sjónum, í luftini – ja, allastaðni, og tað 24/7 – altíð.
Tað er Guds vilji. Til tað lovar Jesus tær sína kraft, vísdóm og signing hvønn dag.

Torleif Johannesen

Mær tykir, at myndin er talandi, tí kirkjan er gjøgnumskygd, meðan børnini ikki eru. Børn, ja, menniskju skulu vera meiri sjónlig og í fokus enn bygningarnir. Bygningarnir eru deyðir og farandi, meðan menniskju eru livandi og “varandi”
Gud hjálpi tær og mær at vera kirkja og hava Jesus og menniskju í fokus. Tá byggja vit rætt og gott. Tá skulu vit heysta, um vit ikki gevast.

LES EISINI  Fara grannar tínir í kirkju og hví rýma nakrir?
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina