Hvat eru vit fús at doyggja fyri?
Í Ukraina berjast og doyggja menn og kvinnur í øllum aldri fyri eina størri søk í hesum døgum. Fyri okkum er tankin um pínslaváttardeyða heilt fremmandur. Kortini fær kríggið í Ukraina okkum at seta okkum øll spurningin: Hvat eru vit í grundini fús at doyggja fyri?
Har er eisini eitt nært samband millum lív og deyð. Hevur tú ikki nakað ella nakran, ið vert er at doyggja fyri, hevur tú so yvirhøvur naka at liva fyri?: “Um tú veruliga skalt kunna liva, ja, so skalt tú eisini kunna vera til reiðar at doyggja,” sigur Lars Møller, ið hevur tænt í danska Jægerkorpset í samfull 25 ár.
Ein pínslaváttur merkir í grundini eitt vitni, og pínslavátturin vitnar um ein kærleika, ið er sterkari enn óttin fyri líðing og deyða. Tað er ein vakur vitnisburður at seta seg yvir egnan sjálvbjargnishug, sigur presturin Jesper Bacher.
Hevur tú ikki nakað ella nakran, ið vert er at doyggja fyri, hevur tú so yvirhøvur nakað at liva fyri?
“Um tú veruliga skalt kunna liva, ja, so skalt tú eisini kunna vera til reiðar at doyggja,”
Lars Møller, Danske Jægerkorps
Danski heimspekingurin og høvundurin Peter Tudvad fekk herfyri sveittan fram, tá 27-ára gamli sonur hansara boðaði frá, at hann og ein vinmaður hansara høvdu tikið ta avgerð at fara til Ukraina at berjast frælsisstríð saman við ukrainum. Tey fingu hann frá hesum, men kortini stendur spurningurin eftir, hvat vit í grundini eru fús at berjast og doyggja fyri, sigur Peter.
“Í okkara upplýstu tíð er tað neyvan at gera ov nógv av at siga, at enn hava vit eitt tabu eftir: Deyði okkara. Vit hava sera trupult í álvara at rúma henda tankan, sum vit hava lagt afturum okkum og gjørt í mestan mun til eina kliniska hugsan. Kríggið hevur, sambært Peteri, noytt okkum at umhugsa, hvat vit í grundini eru fús til at doyggja fyri, um tað skuldi komið har til hjá okkum.
Søguliga er tað slík sum hesi, vit minnast best. Tey, ið vóru fús at doyggja fyri eina søk, ið var størri enn tey. Tað kann vera sum pínslaváttur fyri trúnna. Tað kann vera kompromileysa frælsisstríðið, sum hjá fronsku tjóðarhetjuni Jeanne D’Arc, ið seinni gjørdist halgikvinna, danska frælsisstríðið móti týskarum undir 2. veraldarbardaga av mótstøðurørsluni ella mótstøðan móti týska nasi-stýrinum av gudfrøðinginum, Dietrich Bonhoeffer.
Somu mynd síggja vit eisini í grundvølli kristindómsins, Jesusi Kristi, ið gav lív sítt á krossinum fyri at bøta fyri syndir menniskjans, sum vit hátíðarhalda og minnast páskahøgtíðina.
Pínslarváttardeyðin er ikki bert nakað, vit hoyra um í søgubókum okkara og sostatt kunnu hava eina makliga frástøðu til. Kríggið í Ukraina hevur skrivað ein nýggjan kapittul inn um sjálvsoffran í “realtíð”.
Um kríggj og tað, sum gongur fyri seg nú er nokk til, at hetta festir rót hjá okkum sum ein nýggjur hugburður um tað, at vit eru fús at berjast og doyggja fyri størri søkum, ja, tað loyvir Peter Tudvad sær at ivast í, tí tankin um sjálvsoffran og pínslaváttardeyða stendur so veikur á okkara breiddarstigum sambært honum.
“Í katólsku kirkjuni nýta tey enn pínslaváttardeyðan sum eitt viðkomandi orð í kristnu læru teirra.
Pínslarváttartankin horvin úr protestantisku læruni
Tí í okkara parti av heiminum hava vit livað og búleikast trygg og væl vard í so langa tíð, at vit eru vorðin flutt burtur frá tilvitanini um, at vit í roynd og veru kunnu verða hótt av onkrum, ið kann gera tað neyðugt at seta lívið í vága, sigur presturin, Sørine Gotfredsen, ið eins og Peter Tudvad heldur, at pínslaváttardeyðin í nógvar mátar er horvin úr protestantiska kristindóminum.
“At vera fúsur at doyggja fyri okkurt, doyggja fyri eina søk, doyggja fyri eina trúgv, tað er ein megi í menniskjanum, ið kann vikna, um hon ikki verður hildin á lívi av umstøðunum. Hesar umstøður hava ikki verið til staðar í mong mong ár. Vit hava rætt og slætt ikki havt nakran tørv at halda okkum til hesar tankar, samstundis sum okkara tilvitan um Gud er so ivandi og veik, at lýdni menniskjans fyri hesi dimensjón er horvin, sigur Sørine Gotfredsen.
“Pínslaváttardeyðin er uttanfyri okkara máta at hugsa uppá. Fyrst av øllum hugsa vit so lítið um deyðan, sum tað yvirhøvur ber til. Vit hava plaserað deyðan á kliniska sjúkrahúsið, og vit halda tað burtur frá heimi okkara, um vit kunnu,” sigur Niels Jørgen Cappelørn, professari, emeritus og fyrrverandi stjóri á Søren Kierkegaard Forskningscenter á København Universitet.
“Í nógvum høpi verður pínslaváttardeyðin skiltur sum ein eftirfylgjan av Kristusi. Tú gevur títt lív til játtan af Gudi, og eins og Kristus fór í deyðan fyri trúgv sína, so skulu vit eisini gera tað, um neyðugt. Men tað hevur týdning at vísa á, at tað ikki er tað sama sum, at vit skulu stremba eftir pínslaváttardeyðanum. Um tað verður gjørt, so missir tað sína megi og týdning, tí so er tað nakað, tú bert gert fyri at hálova teg sjálvan, greiðir Niels Jørgen Cappelørn frá og heldur samstundis, at tjóðskaparkenslan hjá ukrainsku monnunum er atvoldin til, at teir eru so óræddir fyri deyðanum.
Hetta slag av pínslaváttardeyða er sera fjart frá vestliga og nútímans einstaklinginum, tí vit eru uppdrigin til at halda, at heimurin snýr seg um tað einkulta menniskjað. Tá heimurin snýr seg um meg, so er tað, sum um heimurin ikki longur er meira, um eg ikki eri her.
Pínslaváttardeyðin er uttanfyri okkara máta at hugsa uppá. Fyrst av øllum hugsa vit so lítið um deyðan, sum tað yvirhøvur ber til. Vit hava plaserað deyðan á kliniska sjúkrahúsið, og vit halda tað burtur frá heimi okkara, um vit kunnu,”
Niels Jørgen Cappelørn, professari, emeritus
“Tá vit hyggja at Jesus, ið fegin vildi vera ein fyrimynd fyri okkum øll somul, so drap hann ongan. Hann offraði seg sjálvan, men tók ikki lív. Tað er her, ketan hoppar av hjá mær og tað er orsøkin til, at eg gerist stúrin fyri at fáa pínslaváttarhugsanina inn í okkara evangeliska fólkakirkjukristindóm vegna Ukraina. Eg havi virðing fyri teimum, ið hava so stóran ovurhuga, at tey eru fús at fara at stríðast fyri at verja teirra land, men vit eiga at minnast til, hvat Jesus gjørdi,” sigur Peter Tudvas at enda.
Kristelig Dagblad: Matilda Lyager Hanscomb