Hví er óndskapur til? (frá tí menniskjaliga sjónarhorninum)

Hví liva vit í einum heimi, har vit síggja óndskap ráða ymsastaðni; hví trúgva vit á ein góðan Gud, men vita, at óndskapur er til? Hetta fer kanska at svara onkrum av tí.

Áðrenn nakað var til, var Gud. Gud var einsamallur (tó at hann ikki var einsamallur, við tað at hann er Gud faðir, sonur og heilagur andi). Hann hevði í høvuðsheitum trý val.

  1. Hann kundi latið vera at skapa nakað, ella at skapa ein heim, har eingin menniskju eru til. Tað er ein heimur, har eingin moralsk lóg er til. Hetta kundi hann gjørt, og so var eingin, ið nýttist at líða, hungra og annað (sæð frá einum menniskjaligum perspektivi).
  2. Hann kundi eisini skapt ein heim, har menniskjan var góð, tað er skapa eina menniskju, ið ikki kann velja tað, sum ilt er. Hetta kundi hann eisini gjørt, men sum tey flestu nokk vita, hevði hetta ikki vorðið til annað enn ein robott, og flestu fólk vita, at robottar kunnu ikki veruliga hava kenslur. Og Gud er jú fyrst og fremst kærleiki, so hetta hóskar ikki væl saman.
  3. Hann kundi eisini gjørt ein heim, har menniskjan sjálv kundi velja; og tað er heimurin, vit liva í. Menniskjan í hesum heimi var fullkomin, inntil hon valdi hitt illa, tað er: át av træ kunnleikans um gott og ilt. Hetta setti synd í menniskjuna, so at hon ikki var før fyri at velja tað, sum gott er. Hetta hevur við sær, at menniskjan í dag ikki er góð, tí sum Jesus segði “eingin er góður uttan ein, tað er Gud” (Luk 18,19) Tí síggja vit óndskap her í verð.
LES EISINI  Um Gud er til, hví er so nógv líðing og óndskapur í heiminum?

Men er hetta alt, eru vit øll somul æviga glatað? Nei, tí Gud er kærleiksfullur, hann sendi seg sjálvan, Jesus, inn í hendan heim at liva eitt syndafrítt lív, so at hann kundi taka alla heimsins synd á seg, so at tann, ið vil, kann koma til himmals. Tað einasta, ein skal gera, er “at játta við munni tínum, at Jesus er harri, og trúgva í hjarta tínum, at Gud vakti hann upp frá deyðum, so skal tú verða frelstur” (Róm 10,9).

Leggjast skal til merkis, at hetta svarar uppá menniskjaligan óndskap og ikki óndskapin, ið er natúrviligur, tað er jarðskjáltar, tsunami og annað. Hetta verður kanska svarað onkra aðra tíð.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina